Antiochiu linjan – GUÐS VARÐVEITTA BÍBLIA

Handritini úr Antiochiu vórðu fyri tað mesta avskrivað av sonnum Bíbliu-trúgvandi Christnum, sum høvdu til endamáls at vinna sálir og at breiða út Guðs orð. Sigur tað tær ikki okkurt? (Um ikki, so er ivasamt, um tú ert frelstur!).


Legg til merkis, hvussu góðan vitnisburð skriftin sjálv gevur Antiochiu:

  1. Fyrstu ferð, hesin staður verður nevndur, síggja vit, at Antiochia er heimstaður hjá einum Ands-fyltum dekni (Gern. Áp. 6:3-5). Heldur tú tað vera bert av tilvild, at Halgi Andin fyrstu ferð nevnir Antiochiu í hinum sama kapitli, sum hann fyrstu ferð nevnir Alexandriu?
  2. Í Gern. Áp. 11:19 er Antiochia eitt skjól hjá atsøktum heilagum.
  3. Tann fyrsta stóra rørslan av Halga Andanum millum heidninganna fer fram í Antiochiu (Gern. Áp. 11:20-21).
  4. Paulus og Barnabas lærdu Bíbliuna í Antiochiu í eitt heilt ár (Gern. Áp. 11:26).
  5. Lærusveinarnir vórðu kallaðir Christnir fyrst í Antiochiu (Gern. Áp. 11:26).
  6. Kirkjan í Antiochiu sendir neyðhjálp til hinna fátæku í Jerusalem (Gern. Áp. 11:27-30).
  7. Hin fyrsta missiónsferðin verður send út frá Antiochiu (Gern. Apos. 13:1-3).
  8. Antiochia varð verandi høvuðsstøðin hjá frumkirkjuni (Gern. Áp. 14:19-26; 15:35).
  9. Avgerðin hjá ráðinum í Jerusalem varð fyrst send til Antiochiu (Gern. Áp. 15:19-23; 30), av tí at Antiochia var heimstaðurin.
  10. Antiochia var staðurin, har Paulus rættaði uppá læruna hjá Pæturi (Gal. 2:11). Grundlagdur í 300 f. Chr. av Selevcusi Nicatori, var Antiochia triðstørsti býurin í hinum Romverska ríki. Staðsettur í Sýriu, umleið tríati kilometrar inni í landinum inn frá Miðjarðarhavinum við Orontes ánna, hevði Antiochia sína egnu sævarhavn og sín ríkliga lut av ferðamonnum og handilsmonnum. Í markleysa vísdómi sínum, hevði Guð valt fullkomna heimstaðin hjá hinum fyrstu christnu. Antiochia var nóg langt burturi frá mentanini og siðunum hjá jødunum (Jerusalem og Judæu) og heidningunum (Rom, Grikkalandi, Alexandriu osv.) til tess at nýggj Christin kundu vaksa í Harranum. Samtíðis var landafrøðiliga staðsetingin fullkomin til tess at bera út orð Guðs út í allan heimin haðani. So vinur, valið er títt. Tú kanst fáa tær tína “bíbliu” úr Alexandriu, ella tú kanst velja Hina Heilagu Bíbliuna úr Antiochiu. Hevur tú eina King James Heilaga Bíbliu, so er tín Bíblia útilokandi grundað á handritini úr Antiochiu, sum eru rein, tí tey eru handfarin av endurføddum frelstum. Hevur tú eina av hesum nýggju perversjónunum, so ert tú eitt av teim mongu vanlukkuligu ofrunum hjá sølumonnum Satans úr Alexandriu í Egyptalandi, Rom, og endatíðarinnar pengagrísku Laodiceansku fráfalnu kettarum USA v.m.


Týtt úr bókini “Fighting Back”,
“A handy Reference Guide for King James Bible Believers.”
Eftir James L. Melton.