FKJ húsmøti 11. Mai 2024


Hvat Guðs orð lærir okkum um týdningin í Jesu blóði


Teksturin sum pdf >



1) Vit hava samfund blóðs Christs

I. Corinth 10:16
Signingarbikarið, sum vit vælsigna, er tað ikki samfund blóðs Christs? Breyðið, sum vit bróta, er tað ikki samfund likams Christs?

– Sum er, at vit, sum hava tikið ímóti Jesusi Christi sum okkara persónliga Frelsara, eru felags luttakarar í Jesu blóði, og tá ið vit drekka úr bikarinum, minnast vit hetta.


2) Vit eru gjørdir nær við blóði Christs

Eph. 2:13
Men nú, í Christi Jesusi, eru tit, sum einaferð vóru langt burturi, gjørdir nær viðˆ blóði Christs.

– Tað er, at Jesu blóð tvó burt okkara synd, og tí kunnu vit koma at Faðirinum, ígjøgnum ein nýggjan og livandi veg.


3) Christus gekk inn í tað heilaga staðið sum høvuðsprestur okkara við sínum egna blóði

Heb. 9:7 & 11-14
7 Men inn í hitt annað fór høvuðspresturin einsamallur einaferð hvørt ár, ikki uttan blóð, sum hann ofraði fyri seg sjálvan, og fyri villfaringar fólksins:
….

11 Men tá ið Christus var komin sum høvuðsprestur av komandi góðum tingum, viðˆ einum miklari og fullkomnari tabernakli, ikki gjørt við hondum, tað vil siga, ikki av hesum bygningi;
12 Eiheldur viðˆ blóðinum av geitum og kálvum, men viðˆ sínum egna blóði gekk hann tá inn einaferð í tað heilaga staðið, havandi vunnið æviga endurloysn fyri okkum.
13 Tí um blóðið av tarvum og av geitum, og øskurnar av kvígu, sum verður slett á hinar óreinu, halgar til skírganina av kjøtinum:
14 Hvør mikið meira skal tá blóð Christs, sum ígjøgn æviga Andan ofraði seg sjálvan uttan blett til Guðs, reinska tykkara samvitsku frá deyðum verkum til at tæna hinum livandi Guði?

– Sum er, at Christus bar sítt egna blóð inn í hitt alra heilagasta í himni, sum rindan fyri okkara syndir, einaferð fyri allar, eins og høvuðspresturin í Gamla Testamenti gjørdi einaferð um árið. (Ex. 30:10).


4) Vit eru leyskeyptir við dýrabæra blóði Christs

I. Pætur 1:18-19
18 Við tað at tit vita, at tit ikki vórðu leyskeyptir við forgongiligum lutum, so sum silvuri og gulli, frá tykkara fáfongdu atferð sum varð móttikin viðˆ siði frá tykkara fedrum;
19 Men við dýrabæra blóði Christs, sum av einum lambi uttan lýti og uttan blett:

– Jesu blóð var tí ein rindan fyri meg, tað er, sjálvt blóðið var tað gjaldoyra, sum varð brúkt at rinda fyri meg, at keypa meg. At Jesus var uttan lýti og uttan blett, merkir, at hann var syndafríur, og tí er hansara blóð fullkomiliga heilagt; – men tað er eisini enntá Guðs blóð. Latum okkum leggja hetta fast á minni.


5) Blóð Jesu Christs reinsar okkum frá allari synd

I. Jóh. 1:7
Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er í ljósinum, so hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu Christs, Sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.

– Jesu egna blóð er sjálvur reinsanarmiddulin. Latum okkum lata tað søkka djúpt í oyruni, tí at tað finnast lærarar, so sum væltalandi John MacArthur, sum ikki viðurkenna og eiheldur læra virknaðin í Jesu blóði. Tí stinka øll hansara annars føgru og kanska røttu orð upp til høga himin, og inntil hann frásigur sær hesa ræðuligu falslæru, eiga vit at taka frástøðu frá honum. Jesu “bløðing” og “doygging”, sum hasin maðkurin Arthur tosar um, er ikki tað sama sum Jesu blóð sjálvt. Doktrinan um Jesu blóð er klokkuklár í skriftini allari, og hevur prophetisk fyridømir tvørturígjøgnum alt Gamla Testamenti. Blóði varð áslett bæði á altarið, men eisini á fólkið, og tað veitti fyrigeving. (sí Exodus 24:6-8). Tann, sum verjir Maðkin Arthur ímóti Guðs orðs kláru talu, hevur gjørt sær ein maðk til sín gud. (sí Esaiah 41:14)


6) Vit hava æviga endurloysn við Jesu blóði

Heb. 9:12
Eiheldur viðˆ blóðinum av geitum og kálvum, men viðˆ sínum egna blóði gekk hann tá inn einaferð í tað heilaga staðið, havandi vunnið æviga endurloysn fyri okkum.

– Tað er, hann vann okkum æviga loysn longu á krossinum, har var sigurin vunnin, og har segði hann orðini: Tað er fullgjørt; orðið havandi vunnið ger klárt, at hetta var longu gjørt á krossinum, áðrenn hann fór inn í himinska tabernaklið. Men so gekk hann eisini inn í tabernaklið í himni við sínum blóði, har tað verður goymt sum ein ævig reinsanarkelda (sí Zech. 13:1).


7) Vit eru halgaðir við Jesu blóði

Heb 13:12
Hvørsvegna Jesus eisini, til tess at hann mátti halga fólkið við sínum egna blóði, leið uttanfyri portrið.

– Gamla Testamenti lærir, at tað, sum okkurt heilagt nertir við, verður heilagt (sí Exodus 29:37 & Exodus 30:29). Eins og blóð Ábels rópti til Guðs frá jørðini, soleiðis talar eisini Jesu blóð á okkum og yvir okkum, og tað talar um góðar lutir: um Jesu heilaga lív, um hvørs blóð hetta er, og um alt hansara syndafría lív.


8) Vit eru tváaðir frá okkara syndum í blóði Jesu Christs

Opb. 1:5
Og frá Jesusi Christi, sum er hitt trúfasta vitni, og hin frumgitni av teimum deyðu, og prinsur konga jarðarinnar. Honum sum elskaði okkum, og tvó okkum frá okkara syndum í sínum egna blóði

– Aftur her: Jesus tváaði okkum frá okkara syndum í sínum egna blóði. Lat ongan rafineraðan sukurmunn lúgva fyri tær, at øðrvísi skuldi kunnað verið.


9) Vit hava eftirgeving av okkara syndum við blóði Lambsins

Heb. 9:22
Og nærum øll ting verða viðˆ lógini reinskað við blóði; og uttan úthelling av blóði finst eingin eftirgeving.

– Her talar Guðs orð um blóðið av djórum í Gamla Testamenti, men samanberingin er um virknaðurin í Jesu blóði. Orðið eftirgeving talar um skuld, ið verður strikað, t.e. okkara synd, ið Jesu blóð tváar burtur og okkara syndaskuld, ið hann, við síni líðing og deyða, sónaði.


10) Jesu blóð er blóð hins Nýggja Testamentis til eftirgeving syndanna

Matth. 26:27-28
Og hann tók bikarið, og veitti tøkkir, og gav teimum tað, og segði, Drekkið allir av tí;
Tí hetta er blóð mítt hins nýggja testamentis, sum verður úthelt fyri mangar til eftirgeving syndanna.

– Vínið í bikarinum er ikki blóðið. Vit drekka ikki Jesu blóð bókstavliga, og eta ikki hansara kjøt likamliga, sum um vit vóru mannaátarar. Nei, hetta talar um, at vera luttakarar í honum, at taka ímóti honum persónliga sum sínum persónliga Frelsara, og soleiðis eta hann fult og heilt, allan sum hann er.


11) Vit hava endurloysing og fyrigeving syndanna ígjøgnum blóð Christs

Eph. 1:7
Í hvørjum vit hava endurloysing ígjøgnum blóð hansara, fyrigeving syndanna, eftir ríkdómunum av hansara náði;

– Ja, vit hava endurloysing, sum er at verða keyptur fríur, og fyrigeving syndanna ígjøgnum Jesu blóð.


12) Vit hava frið og endursóning við Guð ígjøgnum blóðið av krossi Christs

Col. 1:20-22
20 Og, havandi íbirt frið ígjøgnum blóðið av krossi hansara, viðˆ honum at gera øll ting sátt við seg; viðˆ honum, sigi eg, hvørt tey veri seg ting á jørð, ella ting í himni.
21 Og tykkum, sum vóru einaferð fremmandgjørdir og fíggindar í tykkara sinni viðˆ vondum verkum, hevur hann tó nú endursónað
22 Í likami kjøts hansara ígjøgnum deyða, fyri at seta tykkum fram heilagar og ólastiligar og óatfinniligar í eygsjón hansara:

– Sum er, at nú, ið vit eru rættvísgjørdir við trúgv, so hava vit frið við Guð ígjøgnum Harra váran Jesus Christ (sí Róm. 5:1). Tá ið vit vita okkum rættvísgjørd, tá fáa vit frið. Guðs orð sigur eisioni, at kongadømi Guðs er rættvísi, friður og gleði í Halga Andanum (Róm. 14:17). Legg merki til raðfylgjuna, rættvísi fyrst, tínæast friður, og so gleði. Hesi tingini koma ikki á nakran annan hátt. Tá ið okkara syndaskuld er gjørd upp, hava vit reina samvitsku og tí eisini frið – ikki bara í okkum sjálvum – men frið við Guð.


13) Vit hava dirvi at ganga inn í hitt heilagasta við Jesu blóði

Heb. 10:19-22
19 Tá ið vit tí nú, brøður, hava dirvi at ganga inn í hitt heilagasta viðˆ Jesu blóði,
20 Viðˆ nýggjum og livandi vegi, sum hann hevur innvígað fyri okkum, ígjøgnum forhangið, tað vil siga, hansara kjøt;
21 Og hava ein høvuðsprest yvir Guðs húsi;
22 Tá latum okkum koma nær við sonnum hjarta í fullari trúarvissu, við tað at vit hava okkara hjørtu ástøkt frá óndari samvitsku, og okkara likam tvigið við reinum vatni.

– Jesus er vegurin, sannleikin, og lívið, eingin kemur til Faðirin, uttan við honum (Jóh. 14:6). Tað heilaga staðið er tabernaklið, har Guð Faðir búði í tí heilagasta, innasta rúminum, á sáttmálaørkini, og nú kunnu vit ganga inn hagar andliga. Forhangið varð skrætt, tá ið Jesus doyði á krossinum, tí at syndin er sónað, og har sum Jesu blóð fær loyvi til at virka, har er syndin tváað burtur, og har kemur Guð Halgi Andin at búgva.


14) Jesu blóð er áslett á okkum, og talar um Jesu rættvísi og offur

I. Pætur 1:2
Útvaldir eftir fyrivitan Guðs Faðirs, ígjøgnum halgan av Andanum, til lýdnis og ásletting av blóði Jesu Christs: Náði at tykkum, og friður, veri margfaldað.

Heb. 12:24
Og til Jesus, millumgongumann hins nýggja sáttmála, og til áslettingarblóðið, sum talar betri tingˇenn tað av Ábeli.

– Jesu blóð virkar yvir okkum, tá ið vit hoyra gleðiboðskapin og trúgva, at Jesus gjørdi frelsuverkið fyri okkum persónliga. Tá verður hansara blóð slett á okkum, og Jesu rættvísi verður soleiðis tilroknað okkum. Tá ið Guð Faðir sær Jesu blóð, minnist hann bæði Jesu syndafría lív, og hansara offur á Golgatha krossi. Soleiðis eru vit fjald og dekkað í Christi.


15) Vit eru leyskeypt til Guðs við blóði Lambsins

Opb. 5:8-9
Og tá ið hann hevði tikið bókina, fullu tey fýra djórini og teir fýra og tjúgu elstu niður frammi fyri Lambinum, og høvdu hvør einasti av teimum hørpur, og gyltar skálir fullar av roykilsum, sum eru bønirnar hjá heilagum.
Og teir sungu nýggjan song, og søgdu, Tú ert verdur at taka bókina, og at opna innsiglini hjá henni: tí at tú varðst dripin, og hevurt leyskeypt okkum til Guðs viðˆ tínum blóði úr hvørji ætt, og tungu, og fólki, og tjóð;

– Vit eru ikki bara leyskeypt, men leyskeypt til Guðs við blóði Lambsins. Nú standa vit aftur í røttum viðurskiftum við Guð, – vit eru hansara ogn.


16) Vit vinna á ákæraranum, Djevlinum, við blóði Lambsins

Opb. 12:11
Og teir vunnu á honum viðˆ blóði Lambsins, og viðˆ orði vitnisburðar síns; og teir elskaðu ikki síni lív til deyðan.

– Djevulin hevur tapt, longu ta stund ið vit trúgva á, at Jesu blóð varð úthelt fyri okkum. Tá verður tað eisini slett á okkum. Okkara vitnisburður er um Jesus, hvat hann gjørdi fyri okkum, tá ið hann keypti okkum við sínum dýrabæra blóði og fullgjøgda verki á Golgatha krossi. Jesus er okkara frelsa, ikki vit sjálv, tí er okkara vitnisburður um hann, ikki um okkum. Eisini er Jesu blóð ongantíð leysrivið av Jesusi sjálvum, tí at tað er hansara blóð, ikki bara hvatsumhelst blóð. Eiheldur virkar tað, bert við trúgv á tað, men er í veruleikanum trúgv á Jesus sjálvan, á hansara blóð, ikki bara “á blóðið”, sum summi viðhvørt vilja siga. Nei, vit trúgva ikki bara á blóðið, men á Jesu blóð, og í tí býr alt hansara fullgjørda frelsuverk fyri okkum.


17) Vit eiga fyribøting ígjøgnum trúgv á blóð Christs

Róm. 3:24-25
24 Og verða rættvísgjørdir uttan viðurlag av náði hansara, ígjøgnum endurloysingina sum er í Christi Jesusi:
25 Hann hevur Guð sett fram at vera ein fyribøting ígjøgnum trúgv á blóð hansara, at kunngera sína rættvísi til eftirgevingina av syndum sum eru umlidnar, ígjøgnum Guðs yvirberni;

– Fyribøting merkir, at Jesus hevur gjørt bót fyri okkara syndarstøðu, hann hevur uppfylt alt, sum hjá okkum vantaði í at vera fullkomin og heilag, tí at hann var og er alt hetta fyri okkum, og gav seg sjálvan í okkara rúm og stað sum sláturoffur, at doyggja fyri okkara syndir, – men hetta verður loyst út yvir okkum við trúgv á Christ Jesus og blóð hansara.


18) Vit eru rættvísgjørdir við blóði Christs

Róm. 5:9-10
9 Mikið meira tá, verandi nú rættvísgjørdir viðˆ blóði hansara, skulu vit vera frelstir frá vreiði gjøgnum hann.
10 Tí at um vit, tá ið vit vóru fíggindar, vórðu endursónaðir við Guð viðˆ deyða Sonar hansara, mikið meira, verandi endursónaðir, skulu vit vera frelstir viðˆ lívi hansara.

– Ja, vit eru rættvísgjørdir – gjørdir rættvísir – við sjálvasta blóði sjálvasta Jesu Christs. Hví? Tí at blóðið talar. Tað talar um Jesu syndafría lív, – og tí stendur tað í vers 10, at vit eru frelstir við lívi hansara, tí at um hann hevði syndað bert eina ferð, so hevði hansara blóð ikki verið heilagt og reint og hevði tí ikki kunnað reinsað okkum. Men nú er tað heilagt og reint, – halelujah!.


19) Vit eru keypt við blóði Guðs

Áp.Gern. 20:28
Gevið tí gætur um tykkum sjálvar, og um alt tað fylgi, sum Halgi Andin hevur gjørt tykkum til umsjónarmenn yvir, at føða kirkju Guðs, sum hann hevur keypt við sínum egna blóði.

Hvør keypti okkum við sínum blóði?
Jesus Christus!
Tú sigur kanska: Men her stendur altso, at tað var Guð, sum keypti okkum við sínum egna blóði. Merkir tað so ikki, at Jesus Christus er Guð?
Júst so!
Men hann er sjálvandi ikki Faðirin. Hann er Guð Sonurin. Guð er ikki tríggir Guðar, men éin Guð. Hann er tríggir persónar í einum Gudskapi (one Godhead).


20) Lambsins blóð dekkar og verjir ímóti Guðs dómi, tí at Guðs Lamb drakk Guðs vreiðiskál í botn yvir okkara synd

Exodus 12:13
Og blóðið skal vera hjá tykkum til eitt tekin á húsunum har tit eru: og tá ið eg síggi blóðið, vil eg leypa um tykkum, og plágan skal ikki vera yvir tykkum til at oyða tykkum, tá ið eg slái Egyptaland.

Leviticus 17:11
Tí at kjøtsins lív er í blóðinum: og eg havi givið tykkum tað uppá altarið til at gera eina sáttargerð fyri tykkara sálir: tí tað er blóðið sum ger eina sáttargerð fyri sálina.

I. Corinth 5:7
Reinskið tí út tað gamla súrdeiggið, fyri at tit mega verða nýggjur klumpur, eins og tit eru ósúrgaðir. Tí at enntá Christus – umleyp okkara – er sláturofraður fyri okkum:

Matth. 26:39
Og hann fór eitt sindur longur, og fell á sítt andlit, bað, og segði, O Faðir mín, um tað veri gjørligt, tá lat hetta bikar fara um meg: kortini ikki sum eg vil, men sum tú vilt.

– Eins og við blóðinum av umleypinum í Exodus 12, soleiðis er eisini við blóðinum av okkara umleypi, Jesusi Christi, hvørs blóð er slett, rýtt, ella smurt, á hurðastavirnar av okkara hjarta og yvir okkum annars. Tá ið Guð Faðir sær tað, so loypur hann um okkum, og dómurin rakar okkum ikki, tí at Lambið doyði fyri okkum, hann tók okkara dóm á seg, í okkara rúm og stað. Ævig tøkk til Guðs fyri tað.


21) Mín skikkja er tvigin og gjørd hvít í blóði Lambsins

Opb. 7:14
Og eg segði við hann, Tygum, tú veitst. Og hann segði við meg, Hetta eru teir sum komu út úr miklari trongd, og hava tvigið sínar skikkjur, og gjørt tær hvítar í blóði Lambsins.

– Okkara syndir eru sum blettir á okkara klæðum, men har, sum Guðs kraftmikli reinsanarmiddul sleppur framat, har eru skikkjurnar hvítar. Trúgv fult og fast á Jesu blóð í dag og altíð, og lat hansara dýrabæra blóð reinsa hvønn blett burtur, hvønn dag, og hvørja stund. Og minst til: Tað, sum er reinsað, er ikki longur skitið; nú er tað reint.


Áminning:
Vit eiga at virða blóð sáttmálans, sum vit vórðu halgaðir við, aldri at gloyma tað, – tað hevði verið at háðað Anda náðinnar, – og tað hevði kynt vreiði Guðs, og fyri hetta hevði Guð revsað okkum

Heb. 10:23-31
23 Latum okkum halda fast við játtingina av okkara trúgv, uttan vaklan; (tí at hann er trúgvur sum fyrijáttaði;)
24 Og latum okkum geva gætur hvør eftir øðrum, at eggja til kærleika og góð verk:
25 Og ikki yvirgeva savningina av okkum sjálvum saman, eins og hátturin hjá summum er; men formana hvør annan: og tað mikið meira sum tit síggja dagin nærkast.
26 Tí at um vit synda villigani, eftir at vit hava fingið kunnleika til sannleikan, tá stendur eftir einkið meira sláturoffur fyri syndir,
27 Men ein viss óttafull væntan eftir dómi og eldsligum vreiðisharmi, sum skal upp tæra mótstandararnar.
28 Hann, ið vanvirdi Móselógina, doyði uttan miskunn undir tveim ella trimum vitnum:
29 Til hvussu mikið svárari revsing, halda tit, skal hann verða hildin verdur, sum hevur traðkað Guðs Son undir fót, og hevur roknað blóð sáttmálans, sum hann varð halgaður við, fyri eitt vanheilagt ting, og hevur gjørt háðan at Anda náðinnar?
30 Tí vit kenna hann ið hevur sagt, Hevnd hoyrir mær til, eg skal endurgjalda, sigur Harrin. Og aftur, Harrin skal døma sítt fólk.
31 Tað er eitt ræðuligt ting at falla í hendur hins livandi Guðs.


– Latum okkum halda fast við játtingina av okkara trúgv á Lambsins dýrabæra blóð.

A M E N.

Onnur tíðindi