Sjey Guð-givnar grundir fyri hví kvinnur hava ikki loyvi til at vera frálærarar í Guðs meinigheit


Spurningurin verður nú aftur settur fram, um kvinnur eiga at sleppa at vera frálærarar í Guðs meinigheit.  Fyri mær er tað undarligt, at hetta yvirhøvur kann verða sett fram sum ein spurningur, tí hjá honum sum lesur og trýr Nýggja Testamentinum, kann tað ikki vera nakar ivi um tað yvirhøvur, hvat Guðs orð greitt sigur okkum viðvíkjandi hesum.  Hjá honum, sum kennir Nýggja Testamentið, tykist tað beinleiðis sjokkerandi, at teir sum skulu eitast fyri at vera tænarar orðsins, yvirhøvur kunnu orða hetta sum ein spurning, tí í Guðs orði er hetta ikki nakar spurningur, men greið boð av munni apostuls várs Harra Jesu Christs, Paulusar.  Hann ið talar øðrvísi enn skrivað stendur, kann bara annaðhvørt vera orðblindur, ella “misfata” orðsins greiðu talu “við viðja” fyri yvirhøvur at seta fram hetta sum ein spurning.  Versini í Guðs orði tala so greitt, at sjálvt eitt smábarn kann fata hansara talu.

Her eru sjey Guðs kanónir, sum hervið skjóta lygnar-andan til bana; og sum eg biði um fara at fáa hvønn tann at vakna, sum hevur verðið villleiddur til at fremja ynskini hjá tíðarandanum, (sum er andi hesa heims), ja, at hann má ístaðin flyta seg yvir til einfaldliga at standa við Guðs orð, kosta hvat tað kosta má.


Fyrsta Guð-givna grundin er at finna í Guðs orði, ja, í Nýggja Testamenti, í I. Corinth 14:34-38:
34  Latið kvinnur tykkara halda
tøgn í kirkjunum: tí tað er ikki
loyvt teimum at tala; men teimum
er boðið at vera undir lýdni,
sum eisini lógin sigur.
35  Og um tær vilji læra nakran
lut, lat tær spyrja sínar ektamenn
heima: tí tað er ein skomm hjá
kvinnum at tala í kirkjuni.
36  Hvat? kom orð Guðs út frá
tykkum?  ella kom tað til tykkara
einans?
37  Um nakar maður haldi seg
sjálvan at vera ein prophet, ella
andaligan, lat hann viðurkenna at
teir lutir sum eg skrivi til tykkara
eru boðini hjá Harranum.
38  Men um nakar maður veri
óvitandi, lat hann vera óvitandi.


Onnur Guð-givna grundin er eitt ekkó av teirri fyrstu og er at finna í Guðs orði, ja, í Nýggja Testamenti, í I. Timotheus 2:11-14:
11  Lat kvinnuna læra í kvirri við
allari undirgivni.
12  Men eg loyvi ikki kvinnu at
frálæra, ella at tilræna myndugleika
yvir manninum, men at vera
í kvirri.
13  Tí Adam varð fyrst myndaður,
síðan Eva.
14  Og Adam varð ikki teipaður,
men kvinnan verðandi teipað var í
misgerðini.


Triðja Guð-givna grundin er at finna í Guðs orði, ja, í Nýggja Testamenti, í II. Timotheus 2:1-2:
TÚ tessvegna, sonur mín, ver
sterkur í náðini sum er í
Christi Jesusi.
2  Og teir lutir sum tú hevurt
hoyrt av mær millum mangra
vitna, hinar somu líti tú trúføstum
monnum til, hvørjir vera
skulu førir fyri at læra aðrar eisini.


Fjórða Guð-givna grundin er at finna í Guðs orði, ja, í Nýggja Testamenti, í I. Timotheus 3:1-2, har vit síggja, at ein biskupur, sum merkir umsjónarmaður í eini staðbundnari meinigheit, er ein sum SKAL vera skikkaður at frálæra; (hvarafturímóti einkið slíkt verður lagt á konurnar hjá hvørki biskupunum, deknunum, ella hinum elstu í hirðabrøvunum til Timotheusar ella Titusar):

HENDA er ein sonn framsøgn:
Um ein maður trái biskupsembætið,
hann tráar eitt gott verk.
2  Ein biskupur tá má vera ólastandi,
ektamaðurin hjá eini ektakonu,
árvakin, edrúiligur, av góðum
atburði, givin til gestablídnis,
skikkaður at frálæra;


Fimta Guð-givna grundin er at finna í Guðs orði, ja, í Nýggja Testamenti, í I. Timotheus 5:17:
17  Lat teir elstar sum stjórna
væl verða taldar tvífalda æru verdar,
serstakliga teir sum strevast í
orðinum og Guðs-læru.
(Titus 1:5-6 sigur okkum, at ein elsti er MAÐUR, tí har stendur skrivað:
5  Fyri hesa grund læt eg teg
eftir á Cretoy, at tú skuldirt seta
í rættlag teir lutir sum vanta í, og
innseta elstar í hvørjum staði, eins
og eg hevði fyriskipað tær:
6  Um nakar veri ólastandi, ektamaðurin
hjá einari ektakonu, havandi
trúføst børn ikki ákærd fyri
óryggjuskap ella óstýrlig.)


Sætta Guð-givna grundin er at finna í Guðs orði, ja, í Nýggja Testamenti, í Titus 1:9:, tí har stendur skrivað aftur um biskupin, sum jú altíð er MAÐUR:
9  Haldandi fast hitt trúfasta
orðið sum hann er vorðin lærdur,
at hann má vera førur fyri við heilnæmari
Guðs-læru bæði at áminna
og at sannføra andmælararnar.


Sjeynda Guð-givna grundin finst við at hyggja uppá Bíbliuna sum heild.  Tað er púrt yvirhøvur einkið Guðs orð vorðið givið okkum ella lært okkum frá Guði gjøgnum eina kvinnu í allari Bíbliuni frá permu til permu.  Guð brúkti fjøruti menn at skriva sítt orð, valdi sær prophetar í Gamla Testamenti sum allir vóru menn, valdi sær 12 apostlar í Nýggja Testamenti sum allir vóru menn.


Niðurstøða:
Kvinnur kunnu vera vitnir og boðberar, so sum Maria Magdalena, Maria móðir Jácobs, og Sa-lo´-me vóru um uppreisn Jesu Christs (sí. Mark 16:1-8), og tær kunnu prophetera, so sum tær fýra jomfrýrnar hjá Philippusi evangelisti (sí Gern. Ap. 21:9), men vit mugu vera ærligir og siga, at Guð hevur talað greitt í Nýggja Testamenti, ja, Nýggja Testamenti, at tað at vera frálærari í Guðs meinigheit er ikki kvinnunnar pláss.

Latum okkum biðja um, at Guðs fólk má hava hjarta og vilja til at standa ímóti tíðarandanum, og taka óvikiliga fasta støðu við Guðs orð.

17  Halga teir gjøgnum sannleika
tín: orð títt er sannleiki.
( Jóh. 17:17 )


Men, konur mega læra hesi átta tingini (sjey, pluss 1 í bonus): í Titus 2:4-5 stendur skrivað í Guðs orði, ja, í Nýggja Testamenti, at tær aldraðu kvinnurnar skulu læra tær yngru kvinnurnar hesi vælsignaðu tingini:

… At tær mega læra hinar ungu
kvinnur at vera edrúiligar (1), at
elska ektamenn sínar (2), at elska
børn síni (3),
5  At vera hóvligar (4), kýskar (5), passarar
við hús (6), góðar (7), lýdnar fyri
sínum egnu ektamonnum (8), at orð
Guðs verði ikki Guðs-spottað.

Hví halda konur ikki fyrilestrar og ráðstevnur í betri at kunna útføra hesi Guð-givnu tingini?