Maður er eitt skírt Bíbliu-orð. Menniskja er eitt grøn-slímut javnstøðu-humanissu-orð


Føroyska King James fylgir tí eldra, klassiska málinum, har orðið “maður” merkir menniskja; sum er í fyrsta lagi kallmaður, tínæst kvennmaður. Tað umfevnir altso bæði, men tekur annað framum hitt, júst sum eisini raðfylgjan í Guðs skapan var. Hartil setti Guð eisini kallmannin til at stjórna yvir kvennmanninum, smb. Genesis 3:16.

Man á Enskum hevur júst somu merking og sundurgreining sum maður; tí tað merkir á klassiskum Enskum máli í fyrsta lagi kallmaður, tínæst kvennmaður.

Altso: man merkir menniskja, sum er í fyrsta lagi kallmaður, tínæst kvennmaður.
Tí er man júst tað sama sum maður, bæði á klassiskum Enskum og á klassikum Føroysum, tá ið ein fer heilt niður til røturnar.

At gera brúk av hesum týdninginum av orðinum maður, er sera hóskandi til Heilagu Bíbliuna, tí ADAM merkir maður, og Guð skapaði fyrst kallmannin, tínæst kvennmannin.

Av hesi grund er maður júst tað rætta orðið at nýta í Guðs heilaga orði.


Mannr > maðr > maður

Adam merkir maður


VERIÐ tit eftirfylgjarar av mær, enntá eins og eg eisini eri av Christi.
2 Nú, eg prísi tykkum, brøður, at tit minnast til mín í øllum tingum, og halda fyriskipanirnar, sum eg avhandaði tykkum tær.
3 Men eg vildi havt tykkum at vita, at høvur hvørs mans er Christus; og høvur kvinnunnar er maðurin; og høvur Christs er Guð.
4 Hvør maður, biðjandi ella propheterandi, havandi høvur sítt dekkað, vanærir høvur sítt.
5 Men hvør kvinna, sum biður ella propheterar við høvdi sínum ódekkaðum, vanærir høvur sítt: tí at tað er enntá alt eitt sum um hon var hárskorin.
6 Tí um kvinnan veri ikki dekkað, lat hana eisini verða hárskorin: men um tað veri seg skomm hjá eini kvinnu at vera hárskorin ella rakað, lat hana vera dekkað.
7 Tí ein maður víst átti ikki at dekkað sítt høvur, við tað at hann er mynd og dýrd Guðs: men kvinnan er dýrd mansins.
8 Tí at maðurin er ikki av kvinnuni; men kvinnan av manninum.
9 Eiheldur varð maðurin skapaður fyri kvinnuna; men kvinnan fyri mannin.
10 Fyri hesa grund átti kvinnan at hava mátt á høvdi sínum, uppá grund av einglunum.
11 Hóast hetta, hvørki er maðurin uttan kvinnuna, eiheldur kvinnan uttan mannin, í Harranum.
12 Tí at eins og kvinnan er av manninum, enntá soleiðis er maðurin eisini við kvinnuni; men allir lutir av Guði.
13 Dømið í tykkum sjálvum: er tað sámiligt, at ein kvinna biðji til Guðs ódekkað?
14 Lærir ikki sjálvt náttúran sjálv tykkum, at um maður havi langt hár, tað er honum skomm?
15 Men um ein kvinna havi langt hár, tá er tað ein dýrd hjá henni: tí at hennara hár er givið henni til eina dekking.
16 Men um nakar maður tykist vera klandursamur, vit hava onga slíka venju, eiheldur kirkjur Guðs.
( I. Corinth 11:1—16 FKJ )


Og soleiðis stendur skrivað, Hin fyrsti maður, Adam, varð gjørdur ein livandi sál; hin síðsti Adam varð gjørdur ein lívgandi andi.
( I. Corinth 15:45 FKJ )

(Her brúkar Dahl maður; meðan Victor brúkar “menniskja”. Sjálvandi gongur man út frá grund-definitiónini, sum er maður. Adam er maður framum tað at hann er menniskja.)


23 ¶ Nú, tá ið hann var í Jerusalem á umleypinum, á hátíðar-deginum, trúðu mangir á navn hansara, tá ið teir sóu tey kraftarverkini sum hann gjørdi.
24 Men Jesus trúði seg ikki til teirra, av tí at hann kendi allar menn,
25 Og tørvaði ikki at nakar skuldi vitna um mannin: tí at hann vitsti hvat var í manni.
( St. Jóhannes 2:23—25 FKJ )


Maður merkir í fyrsta lagi kallmaður, í øðrum lagi kvennmaður: tí Guð skapaði kallmannin fyrst, tínæast kvennmannin, og kvennmaðurin hevur sítt upphav í kallmanninum. Men, eg sigi sum Paulus: Men um nakar maður tykist vera klandursamur, vit hava onga slíka venju, eiheldur kirkjur Guðs. (I. Cor. 11:16 FKJ).

Hetta er altso málið í Guðs orði, Føroysku King James; og um tú vilt klandrast um tað, so kanst tú klandrast við teg sjálva/n so nógv sum tú vilt. Taki mær ikki av tí.

Victorianararnir kunnu so bara eiga sítt orð, menniskja. Her halda vit okkum til Guðs skíru orð, og bara tey.

6 Orðini hjá HARRANUM eru skír orðˇ: sum silvur roynd í einum bræðsluovni av jørð, skírgaði sjey ferðir.
7 Tú skalt varða tey, O HARRI, tú skalt varðveita tey frá hesi ætt um ævir.
( Psálmur 12:6—7 FKJ )