Hvør gav Guði allar hesar popp-sangararnar?


11 Harafturat kom HARRANS orð at mær, sigandi,
12 Menniskjusonur, tak upp eitt harmljóð omanyvir kongin av Týrus, og sig at honum, Svá sigur Harrin GUÐ; Tú siglart inn samløguna, fullur av vísdómi, og fullkomin í vakurleika.
13 Tú hevurt verið í Eden, Guðs aldingarði; hvør dýrabærur steinur var tín dekking, sardisin, topaz, og diamanturin, beryllurin, ónyksin, og jaspisin, sapphirurin, smaragdurin, og karfunkulin, og gull: handverkið av tínum tamburinum og av tínum pípum var fyribúgvið í tær á tí degi sum tú varðst skaptur.
14 Tú ert hin salvaði cherubur sum dekkar; og eg havi sett teg soleiðis: tú vart uppiá hinum heilaga fjalli Guðs; tú hevurt gingið niðan og oman í miðjum elds-steinunum.
15 Tú vart fullkomin í tínum vegum frá tí degi sum tú varðst skaptur, til misgerð varð funnin í tær.
16 Við fjøldsemini av tínum handilsskapi hava teir fylt tína mittu við harðskapi, og tú hevurt syndað: tí vil eg kasta teg sum vanheilagan út av fjalli Guðs: og eg vil oyða teg, O hyljandi cherubur, frá miðjum elds-steinunum.
17 Títt hjarta varð lyft upp uppá grund av tínum vakurleika, tú hevurt spilt tín vísdóm uppá grund av tínum bjartleika: eg vil kasta teg til jarðarinnar, eg vil leggja teg frammi fyri kongum, at teir mega skoða teg.
18 Tú hevurt dálkað tínar halgidómar við fjøldleikanum av tínum misgerðum, við misgerðini av tínum handilsskapi; tí vil eg føra fram ein eld frá miðjum tær, hann skal upptæra teg, og eg vil føra teg til øskur uppiá jørðini í eygsjónini á øllum teimum sum skoða teg.
19 Allir teir sum kenna teg millum fólksins skulu verða ovfarnir yvir teg: tú skalt vera ein ræðsla, og aldri skalt tú vera meira.
( Ezekiel 28:11—19  FKJ )


TÍ at HARRIN vil hava miskunn á Jákob, og vil enn velja Ísrael, og seta teir í teirra egna land: og teir fremmandu skulu vera sameintir við teir, og teir skulu krøkja seg til húss Jákobs.
2 Og fólkið skal taka teir, og føra teir til teirra pláss: og Ísraels hús skal ognast tey í landi HARRANS til tænarar og tænastumoyggjar: og teir skulu taka teir til fangar, hvørs fangar teir vóru; og teir skulu stjórna yvir kúgarum sínum.
3 Og tað skal bera á í tí degi sum HARRIN skal geva tær hvílu frá sorg tíni, og frá ótta tínum, og frá hinum harða trældómi, hvarí tú vart fingin at tæna,
4 ¶ At tú skalt taka upp hetta orðtak ímóti konginum av Bábylon, og siga, Hvør er kúgarin hildin uppat!  hin gylti staður hildin uppat!
5 HARRIN hevur brotið stav teirra vondu, og sprotan hjá stjórnarunum.
6 Hann sum sló fólkið í vreiði við einum støðugum høggi, hann sum stjórnaði tjóðunum í firtni, verður atsóktur, og eingin forðar.
7 Øll jørðin er í hvíldarstøðu, og er kvirr: teir bróta fram yvirí synging.
8 Ja, furutrøini fegnast yvir teg, og Libanons sedristrø, sigandi, Síðan tú ert lagdur niður, er eingin fellari komin niðan ímóti okkum.
9 Helviti frá í neðra er rørt fyri teg til at møta tær við tína komu: tað øsir upp hinar deyðu tín vegna, enntá allar hinar fremstu jarðarinnar; tað hevur reist upp frá teirra trónum allar kongar tjóðanna.
10 Allir teir skulu tala og siga við teg, Ert tú eisini vorðin veikur sum vit?  ert tú vorðin líkur okkum?
11 Títt skrúð er ført niður til grøvina, og ljóðið av tínum stórfiólum: ormurin er spreiddur undir tær, og ormarnir dekka teg.
12 Hvør ert tú fallin frá himni, O Luçifer, sonur morgunsins!  hvør ert tú høgdur niður til jarðarinnar, sum veiktirt tjóðirnar!
13 Tí at tú hevurt sagt í hjarta tínum, Eg vil stíga upp inn í himin, eg vil upphevja mítt hásæti uppum stjørnur Guðs: eg vil sita eisini uppiá fjalli samkomunnar, í síðum norðursins:
14 Eg vil stíga upp uppum hæddir skýggjanna; eg vil vera líka sum hin Hægsti.
15 Tó skalt tú verða førdur niður til helvitis, til síður holunnar.
16 Teir, sum síggja teg, skulu trongliga hyggja uppá teg, og umhugsa teg, sigandi, Er hetta maðurin sum fekk jørðina at skelva, sum risti kongadømir;
17 Sum gjørdi verøldina sum eina oyðu, og oyddi staðir hennara; sum opnaði ikki hús fanga sína?
18 Allir kongar tjóðanna, enntá allir av teimum, liggja í dýrd, hvør og ein í sínum egna húsi.
19 Men tú ert kastaður út úr grøv tíni líka sum ein andstyggilig grein, og eins og klædnabúni teirra sum eru vignir, stoyttir ígjøgn við einum svørði, sum fara niður til steinar holunnar; sum eitt ræ, traðkað undir føtur.
20 Tú skalt ei verða sameintur við teir í jarðan, av tí at tú hevurt oytt land títt, og vigið fólk títt: sáðið hjá illgerarum skal aldri verða navnframt.
21 Fyribúgvið slátran til børn hansara fyri misgerðina hjá teirra fedrum; at teir rísi ikki, ella ognist landið, ella fylli ásjónina á verøldini við staðum.
22 Tí at eg vil rísa upp ímóti teimum, sigur HARRI herliðanna, og skera av frá Bábylon navnið, og leivd, og son, og bróðurson, sigur HARRIN.
23 Eg vil eisini gera tað til eina ogn hjá hegrinum, og hyljar av vatni: og eg vil sópa tað við rísakusti oyðingarinnar, sigur HARRI herliðanna.
( Esaiah 14:1—23  FKJ )


Tí at eftir at í vísdómi Guðs, heimurin við vísdómi kendi ikki Guð, líkaði tað Guði, við prædikanar-dárskapinum at frelsa tey sum trúgva.
( I. Corinth. 1:21  FKJ )