Gásin sleppur at eiga síni eygu


… Føroyska King James hevur so ikki brúk fyri teimum!

Í ensku King James í 1611 vóru eingi gásareygu.  Í ensku King James A.V. 1611 eru framvegis eingi gásareygu.  Í eini rættari standard enskari King James A.V. 1611 verða aldri nøkur gásareygu.  Har hevur aldri verið nakar tørvur á nøkrum gásareygum, og tað verður tað heldur aldri.

Í Føroysku King James eru eingi gásareygu.  Í Føroysku King James verða aldri nøkur gásareygu, tí Føroyska King James skal liva upp til sítt navn, og av røttum vera tað, hon ber navn av at vera: HIN FØROYSKA KING JAMES.

Føroyska King James situr ikki á skúlabonki hjá rættskrivingarreglum fólkaskúlans, eiheldur hjá Fróðskaparsetri Føroya ella hvatannað.  Føroyska King James er ein bein yvirføring av ensku King James.  What you see is what you get.  Ja, júst sum um at Føroyska King James hevði verið týdd í 1611; tí vit hava sum kunnugt aldri havt eina rætta reformatións bíbliu; men bert hatta Alexandriska pjatt-svassið hjá teosofistinum og gnostikaranum Origen, Guð-loysingunum Westcott & Hort og sjálvum antichristi, pávanum.  Hevði tú fingið ein Guðs-óttandi jødiskan skriftlærdan at hugt ígjøgnum síðurnar í hesum modernau “bíbliunum”, so hevði næstan IKKI EIN EINASTA SÍÐA staðið eld-prøvan, tí sum kunnugt skuldi eitt ark í bálið, um tað fanst bert EIN FEILUR á tí.  Havi verið ígjøgnum bíbliuna, og litað tey orð og setningar við reyðum, sum mangla í modernau “bíbliunum”, og har var so gott sum hvør einasta blaðsíða reyð.  So Guðs-óttandi skriftlærdi hevði sagt, og tað av røttum, Á bálið við tí!.  Ger tú sum tú vilt; men eg veit so hvar eg standi.  Hvør ræður sær.  Men so leingi sum eg havi eitt klárt sinni, og megni at skriva, fari eg at lata sannleikan ljóða.


Grundirnar fyri hví stygga, óstøðuga flytigásin fær at eiga síni eygu eru sum fylgjandi:

1.  Útsagnirnar í Bíbliuni byrja aloftast við, Og hann segði, og síðan byrjar útsøgnin við stórum.  Tá ið útsøgnin endar, endar sjálvt versið aloftast eisini.  Um versið ikki endar, so verður útsøgnin altíð endað við einum punktum.  Punktum verður ikki nógv brúkt í King James bíbliuni annars, tí man brúkar teknini , ; : . sum trappur í eini stigvísari sundurdeiling av tekstinum, sum hevur sínar heilt serligu reglur, og sum eru SERA útførliga fylgdar í ensku King James Bíbliuni.  Tá ið so allar útsagnir enda við einum punktum, ja so er ongantíð nakar ivi um, at har endar útsøgnin.  Havi ikki funnið uppá nakað nýtt, eiheldur stólað uppá vísdóm gudleysra manna meiri enn gudligra manna, nei, havi til fulnar fylgt ensku King James í allari teknseting.

2.  Bíblian er sum kunnugt millum 2000 og 3600 ára gomul.  Havi nýliga komist eftir, at gásareygu vóru til áðrenn 1611, tí tey síggjast í eini Foxes’ Book of Martyrs við upprunaliga tekstinum, sum er frá 1583.  King James týðararnir valdu altso IKKI at brúka gásareygu í sambandi við útsagnir.  Teir brúka eiheldur kolon áðrenn útsagnir.  Tað sær út sum at teir hava útarbeitt og fylgt heilt serligum reglum til Heilagu Bíbliuna.  Tær virðir og teim fylgir eisini Hin Føroyska King James.

3.  Fyri at vera PÚRA LÍKA sum enska King James, ikki meira, eiheldur minni, havi eg fylgt teknsetingini í ensku KJB til fulnar.  Tó kann sigast, at Føroyska King James hevur okkurt komma sum enska King James ikki hevur, t.d. aftaná orðið nú, tá ið tað stendur fyrst í einum setningi.  Fer man at byrja at halda seg vita betri enn tann Bókin, sum Guð hevur ærað meira enn nakra aðra, týdd í tí tíðarbilinum sum svarar til tað Philadelphiska tíðarbil kirkjunnar, t.e. millum 1500 og 1900, sum Jesus sigur um, at tað var tann kirkjan sum varðveitti orð hansara (Opb. 3:8), og í hvørjum tíðarbili túsundavís av christnum liðu martýrdeyðan undir katólsku skøkjuni fyri reina Textus Receptus nýggja testamentið; og fer loyva sær at gera dittin, og loyva sær at broyta dattin, tí okkurt uppblást, sjálvklókt høvd leggur press á seg, so fer man út á hesa modernau grønslímutu oyrnakitlandi glíðibreytina sum glíðir út í hetta útvantaða, mann-toknandi svassið vit síggja í dag útum allar Føroyar, ja útum allan hin endatíðar oyrnakitlandi heim.  Bíblian tolir at standa fyri sínum; uttan nakrasumhelst hjálp frá Guð-avnoktandi romantikarum; hon hevur nevniliga sín egna klett at standa á; ja, er klettur í sjálvari sær.

4.  Bíblian varð sum kunnugt skrivað áðrenn nakar uppfann gásareyguni.  Teknsetingin í ensku King James bíbliuni er sum kunnugt gjørd uttan nøkur gásareygu, og vers deilingin er uttan iva eisini ávirkað av tí at teir ikki brúktu gásareygu.  Tískil fylgir setningsbygnaðurin eisini heilt ørðum meginreglum enn modernaur skriviháttur ger.  Í Føroysku King James fært tú ein 17. aldar setningsbygnað, har , ; : og . eru sett av 54 hægst lærdu gudiligu monnum trúgvu Philadelphisku kirkjunnar, undir frelstum skotskum kongi.  Týdd til Føroyskt av treiskum, frelstum knokki, sum ikki gevur eitt blankt fløyt fyri hvat hvør sigur, uttan so hann tali so sum KJB.

Reformatiónin var deilig; hon var eitt vælsignilsi; bæði andaliga og tímiliga var hon lív frá hinum deyðu.  Romantiska tíðarbilið, og síðan upplýsingar tíðarbilið, sum byrjaði í 19. øld, var Guð-leys humanisma, einkið annað, kulminerandi í slíkum Satans bjølgum so sum Darwin, og Westcott og Hort, og týskum rationalistum; .. har tey trúgvandi enntá litu alt blint upp í hendurnar á lærdum knokkum, eisini umsitingina og umsetingina av Guðs orði.  Sikken ein skandala!!.  Veit ikki hvussu við tær, men eg sigi: Her til og ikki longur!!!  Lesi ikki longur svass.

Jesus Christus sjálvur segði:  Tí sanniliga sigi eg tykkum, Til himin og jørð forganga, ein smástavur ella ein stavkrókur skal á ongum vísi forganga úr lógini, til alt verði uppfylt.  Smástavurin, hann talar um, er minsti stavurin í hebraisku stavrøðini, ein jota sokallað, og tað, mínir harrar og frýr, var ikki gásareygu, men havi eg skilt svarar til okkara komma.

Havi ikki hervið sagt, at tað er nakaðsumhelst “syndugt” við gásareygum.  Brúki tey sjálvur í vanligari skriving uttanfyri Bíbliuna.  Men Bíblian ER IKKI VANLIG SKRIVING.  Heldur tú tað, hvat gert tú so á hesari heimasíðu?  Ræðist tú tankan um eina Føroyska King James; hvat gert tú so við teirri ensku?

Kom aftur!