Er Jesus tín perla av miklum virði, tín skattur, sum tú seldi alt annað fyri, fyri at keypa, ( – ella seldi tú Jesus fyri alt hitt? og í hykli vilt brúka Jesus til at vinna tær heimin?)

(Okt. 2014)



45 ¶ Aftur, kongadømi himins
er líkt einum keypmanni, sóknandi
eftir vøkrum perlum:
46 Hvør, tá ið hann hevði
funnið eina perlu av miklum
virði, fór og seldi alt sum hann
hevði, og keypti hana.
( Matthæus 13:45-46 FKJ )

Eg trúgvi, Harrin gevur okkum tað, vit hava brúk fyri, í røttum tíma; men inni í myndini er eisini, at hann gevur okkum frælsi til at velja og handla sjálv. Hann ger ikki tingini fyri okkum. Hann hevur ikki gjørt okkum sum robottar, ella ætlað okkum at vera trælir.

Men sjálvsøkin bøn verður eisini sjáldan svarað, um nakrantíð.

Jákob sigur soleiðis í almenna brævi sínum, fjórða kapitli:

HVAÐANFRÁ koma orrustur
og bardagar tykkara millum?
koma tey ikki haðan, enntá
frá girndum tykkara sum kríggjast
í limum tykkara?
2 Tit girnast, og hava ikki : tit
drepa, og tráa at hava, og kunnu
ikki lutast : tit berjast og kríggjast,
tó hava tit ikki, av tí at tit biðja
ikki um.
3 Tit biðja um, og móttaka ikki, av
tí at tit órætt biðja um, at tit mega
upptæra tað uppá girndir tykkara.
4 Tykkara horkallar og horinnur,
vita tit ikki at vinskapur heimsins
er fíggindskapur hjá Guði?
hvørsumhelst tessvegna ið vil vera
vinur heimsins er fíggindi Guðs.
( Jákob 4:1-4 FKJ )

Sí vers 3: Tit biðja um, og móttaka ikki, av tí at tit órætt biðja um, at tit mega upptæra tað uppá girndir tykkara.

Trúgvi Harrin svarar ikki materialistiskum, sjálvsóknum bønum. Guð gevur okkum dagligt breyð, klædnað uppá kroppin, og okkurt at búgva í, og fyri tað eiga vit at vera glað og takksom. Gev okkum í dag okkara dagliga breyð, biðja vit í Faðir Vár.

Eisini lesa vit hesi avsvirrandi orð Guðs í I. Tim. 6:

5 Rangvørgir orðadráttir av
monnum av spiltum hugum, og
eiðasørir fyri sannleikanum, haldandi
at vinningur er gudiligleiki :
frá slíkum hav teg undan.
6 Men gudiligleiki við nøgdsemi
er mikil vinningur.
7 Tí vit førdu einkið inn í henda
heim, og tað er víst vit kunnu bera
einkið út.
8 Og havandi mat og klæði latum
okkum vera nøgdir harvið.
9 Men teir sum vilja verða ríkir
falla inn í freisting og snerru,
og inn í mangar fávitskutar og
skaðiligar girndir, hvørjar søkkja
menn í oyðilegging og glatan.
10 Tí peninga-alskurin er rót
als ils: sum meðan summir girnaðust
eftir, teir eru farnir skeivir frá
trúnni, og hava gatað seg sjálvar
ígjøgnum við mongum sorgum.

Ja, henda samtíð er ógudilig. Hon hevur vent sær frá hinum livandi Guði til mammon.

Í veruleikanum eiga vit ikki RÆTT til egið hús, konu og bilar og hvat veit eg. Tað er ein gáva. Eg eigi hvørki hús, ella konu. Eg leigi eina pinkulítla smáttu. Konurnar eru rýmdar, bæði tann fyrra og tann seinna. Men eg eri ovurríkur: eg eigi Jesus! Eg eigi / havi nærveru Halga Andans! Tað er satt og ævigt ríkidømi.

Jamen, lovar Guð okkum ikki, at um vit søkja kongadømi Guðs og rættvísi hans, so skulu allir hinir lutir verða lagdir afturat okkum?
Jú, men hitt umframt meinast ikki við yvirflóð, men tað, sum vit dagliga hava brúk fyri.
Íðan, manglar tær nakað?
Eg má siga, at eg havi mat, klædnað, og hús at búgva í. Men eg EIGI so gott sum einkið.
Men hví skal eg endiliga EIGA nakað?
Hví skuldi eg klagað?

Eisini eigur man at lesa stykkið alt í síni heild. Tað ljóðar soleiðis:

31 Tessvegna stúrið einkið, sigandi,
Hvat skulu vit eta? ella,
Hvat skulu vit drekka? ella, Við
hvørjum skulu vit verða klødd?
32 (Tí eftir øllum hesum lutum
søkja Heidningarnir 🙂 tí himinski
Faðir tykkara veit at tit hava tørv
á øllum hesum lutum.
33 Men søkið tit fyrst kongadømi
Guðs, og rættvísi hans; og
allir hesir lutir skulu verða lagdir
afturat tykkum.
( Matthæus 6:31-33)

Heidnir menn tráa heimin!
Christnir menn tráa Christ og himin.

Teir lutir, Harrin lovar at leggja afturat okkum, eru ikki eitt ríkmanshús, tríggir bilar, kampingvogn, og ein stuttleikabát; nei, hann lovar tær dagligt breyð og okkurt uppá kroppin.
(Ríkmanshúsið fært tú í himni, sí Jóh 14:2 í FKJ)

So takk Guð fyri bakaran og Blákrossbúðina! (Har fært tú buksir fyri 30,-)

Vit eiga ikki at klaga, men heldur at takka, tí at Guð hevur so sanniliga givið og gevur okkum so ríviligani av síni rundhondaðu hond; ja, enntá so ovurhondsliga mikið, men vær megum vinna oss eygu til tess at sjá tað, og elska Guðs orð, sum á Føroyskum er Føroyska King James. Far tessvegna og setst og les bókina úr permu í permu, við Harrans signing, opinbering, og hans Halgu Ond.

Guðs BÓK rokni eg líka dýrabæra sum Jesus sjálvan, og andskræmiligu avlagingarnar av tí líka andstyggiligar sum Satan sjálvan. Hvar eru tygum staddur við atliti til tess? Hmm?

Hann, sum frammanundan hevur nokk til lívsins uppihald og neyðugu tarvir lívsins, og sum í navninum av kristindómi brúkar alla sína trá, alla sína biðjing, allan sín alv til bert at økja um sína yvirflóð, meðan hann vanrøkir tey, sum enn ikki hava hoyrt gleðiboðskapin, og ger einkið við neyð hinna fátøku, man hann fara at fáa meir enn tað, hann her á jørð fekk skavað sær saman? Man nøkur løn bíða honum í himni?

Lat Guðs orð geva tær sítt svar:

11 Tí annan grundvøll kann
eingin maður leggja enn ið er
lagdur, sum er Jesus Christus.
12 Nú, um nakar maður byggi
uppá henda grundvøll gull, silvur,
dýrabærar steinar, træ, hoyggj,
hálm;
13 Hvørs mans verk skal verða
gjørt eyðsýnt : tí dagurin skal klárleggja
tað, av tí at hann skal verða
opinberaður við eldi; og eldurin
skal royna hvørs mans verk av
hvørjum slagi tað er.
14 Um verk nakars mans verði
verandi sum hann hevur bygt
haruppá, hann skal móttaka eitt
endurgjald.
15 Um verk nakars mans skal
verða brent, hann skal líða tap:
men sjálvur hann skal verða
frelstur; tó sum við eldi.
( I. Cor. 3:11-15 FKJ )

Svar: Bygdi ein uppá grundvøllin gull, silvur, dýrabærar steinar, træ, hoyggj, hálm, so skal verk hansara verða brent upp; men er hann frelstur, so kemur hann til himins, men løn hansara verður uppbrend.

Hvat slag er títt verk? Tað er, Hvat er títt hjartans motiv? Tænir tú Guði, ella tær sjálvum? Ver nú erligur.

Harrin signi teg til at velja seg, hina dýrabæru perlu, fyri hvør hann er, ikki fyri hvat hann kann geva tær, – og siga takk fyri klædnað, skjól, og dagligt breyð!

Sjúrður.


(Sitatini eru úr fyrstu útgávu av FKJ N.T.)