Amboð til hjálpar


Til at umseta, brúki eg sjálvandi fyrst og fremst King James Bíbliuna. Eg havi eina frá Cambrigde, sum er besta trygd fyri at hava eina við fullkomiliga reinum feilfríum teksti. (summir útgevarar broyta stavseting og komma o.a.).

Umframt KJB, brúki eg Luthers Bíbliu, Die Heilige Schrift, frá 1545, “Unrevidiert”, donsku Bíbliuna frá 1732 (fyrst prentað í 1740, mín er prentað í 1845), norsku Bibelen A.V.1611, týdd av Gunnar Gjemlestad, og so týðingar Dahls og Victors.

Eisini brúki eg “The Sword of the Lord” telduforritið, har eg havi “King James Concordance”, “King James Dictionary”, Websters´orðabók frá 1828, og Textus Receptus tekstin við orðafrágreiðingum sum poppa upp.

King James orðalistarnir: “The King James Bible Companion” (David W. Daniels) og “King James Version Glossary” (Liberty Prison Ministries) hava eisini hjálpt sera væl.

Vilt tú tryggja tær at fáa eina púra reina King James Bíbliu, so bílegg hana beinleiðis frá Cambrigde í Englandi, ella á www.cambridgebibles.com, ella á www.avpublications.com.

Tíverri finnast bíbliur sum hava “KJV”, “King James Version” ella “Authorised Version” standandi á, men sum broyta stavseting, kommaseting, og “thou, thee, thine”. Sum dømi kunnu nevnast summar “Scofield” bíbliur og eisini “The Evidence Bible”.