Vanligir manglar Í ALEXANDRISKUM BÍBLIU-PERVERSJÓNUM


17 heil vers, sum oftast eru útilatin frá modernaum “bíbliu” perVersjónum:

Matthæus:  17:21, 18:11, 23:14
Markus:  7:16, 9:44, 9:46, 11:26, 15:28
Lukas:  17:36, 23:17
Jóhannes:  5:4
Gern. Áp.:  8:37, 15:34, 24:7, 28:29
Rómverjarnir:  16:24
I. Jóhannes:  5:7-8


41 lutvís vers, sum oftast eru útilatin frá modernaum “bíbliu” perVersjónum:

Matthæus:  6:13, 15:8, 19:9, 20:7, 20:16, 20:22, 25:13, 27:35
Markus:  6:11, 10:21
Lukas:  1:28, 4:4, 4:8, 11:2-4
Jóhannes:  1:27, 3:13, 3:15, 11:41
Gern. Áp.:  10:6, 15:18, 20:24, 23:9
Rómverjarnir:  8:1, 11:6, 13:9
I. Corinthararnir:  6:20, 11:24
II. Corinthararnir:  10:4
Galatararnir:  3:1
Ephesararnir:  5:30
Philippensararnir:  3:16
I. Timotheus:  6:5
Hebreararnir:  7:21
I. Pætur:  1:22, 4:14
I. Jóhannes:  4:3, 5:13
Opinberingin:  1:11, 5:14, 14:5, 21:24.


Tá ið alt er talt, útilata summar av nýggju perVersjónunum meira enn 64.500 orð frá Bíbliuni.  Hetta svarar til at skræða út triðju hvørju síðu í Nýggja Testamenti tínum.  Teir siga, at hetta bara er tí, at tær siga tað sama, men bara við færri orðum.  Altso, síðan nær er Bíblian vorðin til Guðs elastisku, relativu tankar?  Bíblian er og verður orðini hjá Guði, Guðs orð, og um orð mangla, so sigur man ikki longur tað sama, tað sigur seg so bara púrt og aldeilis sjálvt altso.  “Eg fari ikki niðan”, og “Eg fari ikki enn niðan” er næstan tað sama, men allíkavæl so slett og aldeilis yvirhøvur IKKI tað sama, og tað so langt frá tí.  Annað hoyrir heima í Guðs bók.  Hinum kann Satan turka sær um endan við, við øllum sínum ófrelstu prestum.  Ein og hvør bók sum kallar seg bíblia, men manglar 64.500 orð er ikki nøkur Bíblia; ja, kann so dánt brúkast til endaturk, men hoyrir heima í bálinum.  Guðs orð er um ævir grundfest í himni, ja, men tað er so ikki ein ljúgvandi, manglandi, snarandi, elastisk molapykk-bók; nei, tað er Guðs BÓK, Guð orð, við Guðs orðum, sjálvandi: KJB.


Tit skulu ikki leggja afturat orðinum sum eg ábjóði tykkum, eiheldur skulu tit skerja nakað frá tí, at tit mega halda boðini hjá HARRANUM Guði tykkara sum eg ábjóði tykkum.
( Devteronomion 4:2. )


18 Tí at eg vitni fyri hvørjum manni sum hoyrir orðini av prophetiinum av hesi bók, Um nakar maður skal leggja afturat hesum tingunum, Guð skal leggja afturat honum tær plágur sum eru skrivaðar í hesi bók:
19 Og um nakar maður skal taka burtur frá orðunum av bókini av hesum prophetii, Guð skal taka burtur hansara part út úr lívsins bók, og út úr hinum heilaga staði, og frá tingunum sum eru skrivaði í hesi bók.
( Opinberingin 22:18-19. )


Brúka og mæl við King James Bíbliuni;
tað verður tú glaður fyri, at tú gjørdi; helst eisini í ævinleikanum.