Øll sagnorð í 2. persóni eintal hava fingið “t”  ella “rt” skoytt uppí endan í Føroysku King James


Mál er ein samskiftismiðil, og uttan at tingini eru klárt sundurgreinað, vilja ting fyrikoma eins, sum annars eiga at vera sundurskild, og greiður greinarmunur at vera gjørdur á teimum.

Praktiski týdningurin av hesum er til dømis mangastaðni í brøvum Paulusar, har hann viðger djúpar spurningar, ja umtalar tvey og upp til trý ting í senn, har orðini mangan hava hvør sítt kyn, og hann stundum eini fýra vers seinni trívur í aftur okkurt sum hann segði áður. Tá er gott at kunna brúka hvørjir (kallkyn), hvørjar (kvennkyn), ella hvørt (hvørkikyn), í staðinfyri at siga “sum”, sum letur lesaran púra í iva um hann tosar um orðið (tað), ella um Jesus (hann). Um ein tá ikki eisini annars hevur greiðan greinarmun á endingunum í bendingarkervinum, so má ein annaðhvørt greiða frá við eyka orðum, ella lata alt yvir til gitingar hjá lesaranum, hvat ein tosar um. Í Heilagu Bíbliuni kann hvørki av hesum góðtakast.

Tá ið enska King James Bíblian varð skrivað í 1611, sóu teir við Guðs náði neyðugleikan av at innføra ting inn í málið, sum annars vórðu ikki nýtt í talumálinum. Til dømis kann nevnast thou (tú), ye (tit) og you (tykkum), sum ikki varð vanliga nýtt í talumálinum annars, og sæst ikki í fororðinum til KJB, og varð eiheldur serliga nógv nýtt í samtíðarskriving. KJB týðararnir gravaðu djúpt í ensku málsligu moldina og innførdu hetta fyri at kunna fult umboða grikska tekstin, sum hevur hesa sundurgreining.

Í Matthæus 23:37 stendur í King James Bíbliuni: “O Jerusalem, Jerusalem, thou that killest the prophets, and stonest them which are sent unto thee, ..”

Føroyskar bíbliur hava sagt: “O Jerusalem, Jerusalem, tú, sum drepur profetarnar, og steinar teir sum eru sendir til tín, ..”

Hvør er munurin?

Jú, munurin er tann, at enski lesarin (og hoyrarin!), sum sær killest og stonest skilur, at hóast Jesus tosar um Jerusalem, so nýtir hann ikki 3. persón, sum tá hevði verið killeth og stoneth, – sum um tað skuldi havt verið býurin, sum hevði gjørt hesi tingini við prophetarnar, men at hann faktiskt tosar um Jerusalem í 2. persóni, altso um fólkið sum har búði, sum vóru tey, sum drópu prophetarnar. “Tú, sum drepur” lýsir hetta ikki nóg væl, tí føroyski lesarin gevur enn býnum skyldina, ikki fólkinum persónliga, hóast har stendur “tú”. At hann nýtir 2. persón, verður altso ikki nóg sjónligt, tá ið eingin munur er á endingunum á sagnorðum í 2. og 3. persóni.

Í Føroysku King James er týdningurin fullkomiliga rætt endurgivin, einaferð fyri allar, tí har stendur: O Jerusalem, Jerusalem, tú sum drepurt prophetarnar, og steinart teir sum eru sendir til tín, ..

T’ið í endanum á sagnorðunum letur ongan iva vera um, at Jesus tosar um fólkið í Jerusalem, hóast hann nýtur navnið á býnum Jerusalem.
.. og henda regla verður fylgd allan vegin ígjøgnum Heilagu Bíbliuna.

Hallelujah!!! Tað letur seg altso gera at fáa eina Føroyska King James Bíbliu í síni fullastu fylling.

Og kom so ikki og sig, at tú ikki skilur tað.  Eg trúgvi so ikki, at tú ert býttur, sjálvt um kanska djevlinum hevur eydnast at billað tær inn eina slíka andskræmiliga lygn.

Tað er alneyðugt at tað er ein munur á endingunum í øllum føllunum.  Trupulleikin í føroyskum er at so mong sagnorð hava líka ending í 2. og 3. persóni; til dømis: tú kemur, hann kemur; tú steinar, han steinar. Í gomlum enskum eitur hetta thou comest, he cometh, thou stonest, he stoneth.  Hetta er heilt gjøgnumført í øllum sagnorðum, bæði í nútíð og tátíð, og tí er ongantíð nakar ivi í hvønn ella hvat talað verður um.  Fyrsti persónur eintal er so altíð ein annar háttur, tann einklasti, I come, I stone.  Gail Riplinger greiðir frá í bók síni “In Awe of thy Word”, at tað er munur á øllum endingunum í grikskum.  Í føroysku King James verður munurin heilt gjøgnumførdur, sum annars sæst í sagnorðum so sum: tú kanst, hann kann; tú fert, hann fer.  Hetta verður so ført yvir á øll sagnorð, so at tað eitur tú kemurt, hann kemur; tú steinart, hann steinar.

T’ið í endanum á teimum sagnorðunum sum longu hava t í endanum er komið frá t’num í “tú”, sum eisini definerar 2. persón.  Í gomlu málunum hevur hetta verið meira útførligt enn tað er í dag; til dømis sæst hetta heilt klárt í týskum og fronskum. Hjá eyðmjúka bíbliulesaranum ger hetta hvørki til ella frá; ja, tað er betri um nakað er, tí tað skilur Guðs orð heilt frá svassinum. Verri er við hinum stolta og við spottaranum. Teimum taka vit okkum ikki av, uttan at vit biðja fyri teimum sum tala ilt um okkum og forfylgja okkum osfr.

So tað eitur altso tú hevurt. Hetta er ikki bert ein luftkastella, tí í grannamáli okkara fyri norðan eitur hetta “hefurðu”, altso “hevurtú”, samansett, sum so hevði verðið hevurt tú, um tað fór sundur. Jamen, hvaðan er t’ið annars komið í t.d. “fórt tú”, uttan frá t’num í tú’inum, sum stendur aftanfyri? So at eg sigi við miklum dirvi, at eg gevi øllum sagnorðunum í 2. persóni eintal eitt t í endan. So verða loksins eingi hol í føroyska bendingarkervinum, og tað kann loksins brúkast til tað, tað altíð skuldi brúkast til, nevniliga at vísa fullkomiliga greitt hvat man tosar um, og hvat ikki. Og Heilaga Bíblian skal ikki vera opin fyri gitingum og bronglanum, einum slíkum sjálvum sær til oyðileggingar (sí II. Pætursbræv. 3:16).

Eitt hálvt bendingarkervi dugir ikki til nakaðsumhelst; tað má vera gjøgnumført heilt, og tað trúgvi eg tað hevur verið í gomlum føroyskum. Við at gera mun á bókstavliga øllum sagnorðum í 2. og 3 persóni kann føroyskt eisini umboða klassisku málini. Guð havi lov, – eisini fyri talu og skrivifrælsi, – so leingi tað varar…

Altso, hvat billar hasin Sjúrður sær inn? Hvør heldur hann seg vera at broyta føroyska málið soleiðis? Hetta kemur valla at broyta føroyska málið, og um tað nú skuldi tað, so hevði hetta ikki verið til hins verra, men til hins betra. Mál Bíbliunnar skal so vera í lagi; og hon er øll mín umsorgan, gleði og ást.

Ja, Bíblian Halga og eg havi lagt saman ástum.
Punktum.

Undarligt?
Sig hvat tú vilt! Harmar ikki meg.


His mouth is most sweet: yea, he is altogether lovely. This is my beloved, and this is my friend, O daughters of Jerusalem.
( Song of Solomon. 5:16 )