Nýggj reformatión bráðneyðug


Um tú ert vorðin varur við tað ella ei, so er ein nýggj reformatión á veg um allan heimin. Tað er ein reformation aftur til ta sonnu Bíbliuna, rætta solida paulinska læru, einfalda frelsu-evangeliið, og eina neyð fyri teimum ófrelstu, sum motiverar okkum út á gøturnar at boða gleðiboðskapin.

Fylgjandi við hesi reformatión er ein neyðug og óundgongilig andstygd fyri hesum megakirkjuliga healthy-wealthy-egosentriska kristindóms humbukkinum sum hevur infiserað vesturheimin síðstu 30-40 árini, eins væl og enn sum áður fyri katólsku skøkjuni, sum altíð hevur verið, er og verður synagoga satans, og hennara sniðfundiga økumeniska spinnivevi.

Henda reformatión gongur fyri seg undir jørð. Guðs fólk um allan heimin fer í dag út úr korruptum meinigheitum og møtist í heimahúsum. Í Danmark gongur fram í hesum døgum ein undirgrunds veking. Harrin savnar sínar hermenn saman og ger teir til reiðar at fara út á gøturnar at boða gleðiboðskapin um frelsu við umvending og trúgv á Harran Jesus Krist, og alneyðugum strax eftirfylgjandi undirdykkingardópi. Har sum følsk læra verður lærd, vilja Jesu seyðir rýma, tí teir kenna ikki røddina á fremmandum, óansæð fromman búna og samanhang annars.

Guðs reina orð er komið út aftur á norskum, týtt eftir Gunnar Gjemlestad, Perry Demopoulos og felagi hansara (sum eg eisini havi samband við) týða King James til russiskt uppi í Sibiriu, og eru lidnir við Nýggja Testamentið, og Tonny Møllerskov týðir King James til danskt, og so eg til føroyskt. Satan kann ikki halda Guðs orði aftur. Tær korruptu bíbliurnar fara at gerast verri og verri, inntil ein dag tá tey trúgvandi koma at vakna við kaldan dreym, drigin aftur í garnið á antikristi í Róm, við hansara korruptu bíbliu í hond, har Opinberingsbókin vantar, har apokryphurnar eru við í gamla testamenti sum um tær vóru heilagar bøkur, og har ymisk onnur brøv koma við í nýggja testamentið, sum ikki eru Guðs orð.

Jú, ein nýggj reformatión kemur, og hon er longu byrjað. Guðs reina orð er nú komið út á Føroyskum eisini. Takk og lov!