Martin Luther

( 1483—1546 )


Martin Luther byrjaði at týða Bíbliuna til Týskt, meðan hann var í útlegd á Wartburg slottinum (1521-1522). Luther byrjaði við at týða Nýggja Testamentið til Týskt fyri at gera tað meiri atgongiligt hjá Týska fólkinum. Hann brúkti aðru útgávuna hjá Erasmusi (1519) av Grikska Nýggja Testamentinum. At hjálpa sær við týðingararbeiðinum gjørdi Luther ferðir á torgini fyri at lurta eftir fólki, meðan tey tosaðu. Hann vildi hava mál Týsku Bíbliunnar at vera í einum búna, sum almúgan skilti og kendi sum sítt egna mál. Luther útgav Nýggja Testamentið í September 1522, og alla Bíbliuna (Die Heilige Schrift) fyrst í 1534.

Saman við Lutheri høvdu eisini hesir hjálpt til við arbeiðinum: Johannes Bugenhagen, Justus Jonas, Caspar Creuziger, Philipp Melanchthon, Matthäus Aurogallus, og Georg Rörer. Luther arbeiddi við at fínpussa týðingina inntil deyða sín í 1546. Hann arbeiddi eisini við útgávuni, ið varð útgivin sama árið, ið hann doyði.

Luther legði orðið einans afturat Róm. 3:28, so at tað ljóðaði: Soleiðis halda vit tá fast við, at maður verður rættvísgjørdur uttan at gera gerningar lógarinnar, einans gjøgnum trúgv. Orðið einans er ikki at síggja í upprunaliga grikska tekstinum, men Luther vardi týðing sína við at halda fast við, at hjáorðið einans var neyðugt bæði í glaðligum Týskum máli og í ætlaðu meining Paulusar ápostuls.

Dagurin, tá ið Martin Luther negldi tær 95 tesurnar á kirkjudyrnar í Wittenberg, tað var tann 31. Oktober 1517, hevur síðan fingið navnið Siðbótardagurin, ella Reformatiónsdagurin.


Luthers Heilige Schrift, frá 1545 (hansara tríðja og síðsta útgáva):