Málsliga sniðið í Føroysku King James Bíbliuni


Havandi havt rímiliga góðan førleika í føroyskum síðan studentaskúlan, har eg átti einasta 11 talið í føroyskum stíli á matematisku deild í 3G við Gøtugjógv í 1991, við ongum stavifeili eiheldur kommafeili, og havandi búð sjey ár í Íslandi, har mín kunnleiki til okkara norrønu rót, til orðaupprunaliga samanhangið í norrønu málunum, og til reint og klassiskt føroyskt mál vaks og styrknaði, haldi eg at eg havi vunnið mær rímiliga góðan førning til at orða meg á føroyskum. Harafturat havi eg búð 5 ár í Hetlandi og tosi eins væl enskt og føroyskt. Hartil havi eg lisið ótrúliga nógv í King James Bíbliuni síðstu tvey árini og skilji gamalt enskt eftir hondini rættiliga væl. Nokk reyp.

Málsliga sniðið havi eg valt at hava á góðum klassiskum føroyskum eftir klassiska bendingarmynstrinum. Dahl og Viderø høvdu tað framum eldsálina Danielsen at teir dugdu gott og rætt føroyskt. Teir dugdu at benda rætt, og høvdu fatur á einum klassiskum málbúna sum var trúgvur móti okkara norrønu rót. Danielsen dugdi ikki føroyskt, (og tí verða teir ongantíð lidnir at endurskoða..) tað gjørdist eg skjótt varur við tá eg fyri mongum árum síðan royndi at lesa hansara týðing, sum mær ikki dámdi. Viderø fór heldur langt í alt ov mongum førum, kallandi Jerusalem fyri Jorsala og sigandi ”sá” ístaðinfyri “tann” og so víðari, sum eingin føroyingur skilir, uttan hann hevur búð í Íslandi. Tað kann ikki vera meiningin.

Jødarnir á Jesu døgum lósu Guðs orð á umleið 1600 ára gomlum hebraiskum, meðan teir sjálvir tosaðu aramaiskt til dagligt. Var tað nakar trupulleiki? Nei. King James Bíblian er eftir hondini skjótt 400 ára gomul og ikki eitt einasta orð er broytt í henni, og er tað nakar trupulleiki? Nei. So eg velji at týða føroysku King James á góðum klassiskum føroyskum. Hevur tú nakrar trupulleikar við tí, byrja so sjálvur og týð.

Ja, so eg havi valt at nýta ein ógvuliga klassiskan og reinan málbúna av føroyskum máli, uttan at fara heilt har út sum Viderø fór. Hin Heilaga Bíblia skal lesast og skiljast, men hon skal eisini virðast og skera seg frá dagligdags “snakkimáli” úti á gøtuni.

Í 20 ár havi eg lisið Dahls týðing og dugi at endurgeva rættiliga mong vers orðarætt tí tey eru í blóðinum. Tá eg týði, havi eg báðar tær føroysku bíbliurnar opnar, og kagi í tær meðan eg týði, men týði sum høvuðsreglu King James tekstin orð fyri orð, setning fyri setning.

Kenni persónliga ein Skota, sum býr í Hetlandi; hann eitur Derrick Herning, og tosar 36 mál.  Mitt í 80’unum stóð hann í Guinness Rekordbók sum tann maður, sum tosaði flest mál í heiminum.  Vit spurdu hann einaferð, hvat mál honum dámdi best.  Svar hansara var: ENSKT.  Grundgevingin var IKKI, at tað var hansara móðurmál, men at tað er tað málið av øllum teim 36, sum hann dugdi, sum er BREIÐAST, GREIÐAST, og NEYVAST.  Altso er hitt besta samskiftisamboðið í heiminum, sambært einum manni, sum einaferð (kanska enn) tosaði FLEST MÁL Í HEIMINUM, júst tað málið, sum GUÐ hevur valt at lata sítt orð førast víðari yvirí, úr teimum klassisku grundmálunum.  Guð veit, hvat hann ger.
Derrick Herning dugir eisini Føroyskt.


King James English is not the king’s English, – it is the KING OF KINGS’ English.