Kann ein kirkja, sum bara gevur gætur eftir øðrum hvørjum broti í Heilagu Bíbliuni, vera ein kirkja sum varðveitir Guðs orð? (I trow not)


7 Og til eingilin hjá kirkjuni í Philadelphiu skriva; Hesi ting sigur hann sum er heilagur, hann sum er sannur, hann sum hevur lykil Dávids, hann sum letur upp, og eingin maður letur aftur; og letur aftur, og eingin maður letur upp;
8 Eg veit verk tíni: sí, eg havi sett frammanfyri tær einar opnar dyr, og eingin maður kann lata tær aftur: tí at tú hevurt lítla styrki, og hevurt varðveitt orð mítt, og hevurt ikki avnoktað navn mítt.
( Opb. 3:7-8  FKJ )


Philadelphiska tíðarbil kirkjunnar: 1516—1881; tað tíðarbilið, tá ið Guðs kirkja sum heild varðveiddi og æraði Guðs sonnu BÓK, Byzantisku Heilagu Bíbliuna, Textus Receptus; og Guðsótti merkti, at man AKTAÐI Guð veruliga og av sonnum í sínum praktiska lívi; ólíkt nú.
(Tí havi eg plantað mínar føtur fast afturi í Reformatiónini, við síðuna av Erasmusi, Tyndale, Lutheri & King James.)


Um vit høvdu gjørt eftir øllum orðum Guðs, so høvdu vit lotnast heilsubót til alt okkara lív; ja, heimurin hevði verðið umskiftur yvirí eitt paradís per fluks.


Trow: Gamalt Enskt, komið frá tí Danska, at tro.