Halgað veri navn títt; IKKI: “Heilagt verði navn títt”!!


Matth. 6:9 (KJB): Hallowed be thy name
Matth. 6:9 (FKJ): Halgað veri navn títt

Matt. 6, 9  (J. D.): Heilagt verði navn títt
Matt. 6, 9  (V. D.): Heilagt verði navn títt


veri: ynskisháttur nútíð
verði: ynskisháttur framtíð

Bókstavliga meiningin í KJB/FKJ: Veri (her og nú) navn títt halgað (t.e. hildið heilagt, sum er tað sum tað er).

Bókstavliga meiningin í J. D/V. D.: Verði (t.e. blívi, í framtíðini) navn títt heilagt (jamen, so er tað ikki heilagt enn)!!.

Dahl og Danielsen sálar Guðsspotta, tí Guðs navn ER heilagt, tí ber tað ikki til at biðja um, at tað skal verða (blíva) heilagt !!!. Hetta er Guðsspott!.

Poengið í bønini er sjálvandi, at vit skulu virða Guðs navn heilagt, t.e. halga tað í hjørtum okkara.

Dahl og Victor meta opinbart ikki Guðs navn heilagt, men biðja um, at tað tó mátti blivið heilagt einaferð í framtíðini.  King James Bíblian, Enska og Føroyska, biður um, at Guðs navn be/veri (ynskisháttur nútíð) hildið heilagt her og nú og allar dagar, tí tað er tað sum tað jú er.  Her er altso reint faktiskt himmal víður munur á.  Traditión dikterar ikki, hvussu tað er rætt at hava Bíbliuna orðaða, men faktiskur rættleiki.


(Og hesin maðurin her skuldi heldur spottað bæði Dahl og Victor sálar, tilsaman við øllum øðrum, enn nakrantíðat komið nær í námind til at spotta GUÐ!!!)


P. S.  Orðið veri er sum so útdeytt í dagsins talumáli; men, sum sæst, so er tað brúk fyri tí í Bíbliuni.  Fólk má so bara læra seg týdningin av tí, um tey nú annars skoyta um Guðs reina orð. Tey um tað.