1 I 2 I 3 I 4 I 5 I 6 I 7 I 8 I 9 I 10 I 11 I 12 I 13 I 14 I 15 I 16 I 17 I 18 I 19 I 20 I 21 I 22 I 23 I 24 I 25 I 26 I 27 I 28
KAPITUL 1
.
Tað fyrra ritið havi eg gjørt, O Theofilus, um alt tað sum Jesus byrjaði bæði at gera og frálæra,
2 Inntil tann dag hvarí hann varð tikin upp, eftir at hann, ígjøgnum Halga Andan, hevði givið ápostlunum boð, sum hann hevði útvalt:
3 Fyri hvørjum hann eisini sýndi seg livandi eftir sína líðing við mongum ófeilbærum prógvum, við tað at hann varð sæddur av teimum í fjøruti dagar, og talaði um tingini sum hoyra til kongadømi Guðs:
4 Og tá ið hann var savnaður saman við teimum, beyð hann teimum at teir skuldu ikki fara avstað úr Jerusalem, men bíða eftir fyrijáttan Faðirsins, sum, sigur hann, tit hava hoyrt av mær.
5 Tí Jóhannes sanniliga doypti við vatni; men tit skulu verða doyptir við Halga Andanum ikki mangar dagar herfrá.
6 Tá ið teir tí vóru komnir saman, spurdu teir av honum, og søgdu, Harri, vilt tú á hesi tíð endurbøta kongadømið til Ísrael?
7 Og hann segði við teir, Tað er ikki fyri tykkum at vita tíðirnar ella tíðarskeiðini, sum Faðirin hevur ásett í sínum egna valdi.
8 Men tit skulu fáa kraft, eftir at Halgi Andin er komin á tykkum: og tit skulu vera mær vitnir bæði í Jerusalem, og í allari Judæu, og í Samáriu, og til uttasta part av jørðini.
9 Og tá ið hann hevði talað hesi tingini, meðan teir sóu, varð hann tikin upp; og eitt skýggj tók ímóti honum úr teirra eygsjón.
10 Og meðan teir hugdu støðufast ímóti himni, sum hann fór upp, sí, tá stóðu tveir menn hjá teimum í hvítum klædnaði;
11 Sum eisini søgdu, Tit Galileumenn, hví standa tit og stara upp í himin? hesin sami Jesus, sum er tikin upp frá tykkum inn í himin, skal soleiðis koma á líkan hátt sum tit hava sæð hann fara inn í himin.
12 Tá vendu teir aftur til Jerusalem frá tí fjalli sum kallast Olivin, sum er eina sabbatsdags ferð frá Jerusalem.
13 Og tá ið teir vóru komnir inn, fóru teir upp í eitt ovara rúm, hvar vórðu verandi bæði Pætur, og Jákup, og Jóhannes, og Andreas, Philippus, og Tummas, Bartholomæus, og Matthæus; Jákup, sonur Alphæusar; og Símun Zelótes; og Judas, bróðir Jákups.
14 Allir hesir hildu fram samsintir í bøn og áheitan; við kvinnunum; og Mariu, móður Jesu; og við brøðrum hansara.
15 ¶ Og í teimum døgum stóð Pætur upp í lærusveinanna mittu, og segði, (talið á nøvnum saman vóru umleið hundrað og tjúgu,)
16 Menn og brøður, hetta skriftstaðið mátti neyðturviliga verðið uppfylt, hvørt Halgi Andin, við munni Dávids, frammanundan talaði viðvíkjandi Judasi, sum varð leiðbeinari hjá teimum ið tóku Jesus.
17 Tí at hann var taldur við okkum, og hevði lutast part í hesi tænastu.
18 Men hesin maðurin keypti ein akur við misgerðarendurgjaldinum; og hann datt eftir høvdinum, brast sundur í miðjuni, og allir innvølir hansara gustu út.
19 Og tað varð kunnugt øllum búsitarunum í Jerusalem; so mikið at tann akurin verður kallaður á teirra egnu tungu, Akeldáma, tað vil siga, Blóðsakurin.
20 Tí at skrivað stendur í Psálmabókini, Lat hansara bústað vera oydnan, og lat ongan búgva harí: og hansara biskupsembæti lat annan taka.
21 Hvørsvegna av hesum monnum ið hava fylgst við okkum alla ta tíð sum Harrin Jesus fór inn og út okkara millum,
22 Byrjandi frá dópi Jóhannesar, til hin sama dag sum hann varð tikin upp frá okkum, má ein verða innsettur at vera eitt vitni við okkum um hansara uppreisn.
23 Og teir útnevndu tveir, Jóseph, kallaður Barsabas, ið varð tilnevndur Justus; og Matthias.
24 Og teir bóðu, og søgdu, Tú, Harri, sum kennirt hjørtuni hjá øllum monnum, sýn hvønn av hesum tveimum tú hevurt valt,
25 At hann má taka lut í hesi tænastu og ápostladømi, sum Judas við misgerð fell frá, at hann mátti fara til sítt egna stað.
26 Og teir góvu fram sínar lutir; og luturin fell á Matthias; og hann varð upp taldur við teimum ellivu ápostlunum.
.
.
.
.
KAPITUL 2
.
.
Og tá ið Hvítusunnudagurin var fullvegis komin, vóru tey øll samsint í einum plássi.
2 Og brádliga kom eitt ljóð frá himni, sum av einum súsandi, mektigum vindi, og tað fylti alt húsið har tey sótu.
3 Og teimum birtust klovnar tungur líka sum av eldi, og tað settist uppá hvønn av teimum.
4 Og tey vórðu øll fylt við Halga Andanum, og tóku at tala við øðrum tungum, so sum Andin gav teimum framburð.
5 Og tað vóru búsitandi í Jerusalem Jødar, frómir menn, úr hvørji tjóð undir himni.
6 Tá ið nú hetta ljóðaðist út umkring, kom mannfjøldin saman, og vóru ovfarnir, tí at hvør maður hoyrdi teir tala á sínum egna tungumáli.
7 Og teir allir ógvaðust og undraðust, og søgdu hvør við annan, Sí, eru ikki allir hesir, ið tala, Galilæarar?
8 Og hvussu hoyra vit, hvør á okkara egnu tungu, sum vit vórðu føddir í?
9 Parthar, og Medar, og Elamitar, og búsitararnir í Mesopotámiu, og í Judæu, og Kappadókiu, í Pontus, og Ásiu,
10 Phrýgiu, og Pamphýliu, í Egyptalandi, og í pørtunum av Libyu kring Cýrene, og fremmandir úr Róm, Jødar og prosilýtar,
11 Kretoyingar og Arábarar, vit hoyra teir tala á tungum várum Guðs undurfullu verk.
12 Og teir allir ógvaðust, og vóru í iva, og søgdu hvør við annan, Hvat merkir hetta?
13 Aðrir háðandi søgdu, Hesir menn eru fullir av nýggjum víni.
14 ¶ Men Pætur stóð upp við teimum ellivu, og hevði upp sína rødd, og segði við teir, Tit menn úr Judæu, og allir titsum búgva í Jerusalem, veri hetta tykkum kunnugt, og lýðið á míni orð:
15 Tí hesir eru ikki druknir, sum tit halda, við tað at tað er bert hin triðji tími dagsins.
16 Men hetta er tað, sum varð talað við Jóeli propheti;
17 Og tað skal henda í síðstu døgum, sigur Guð, at eg vil hella út av mínum Anda yvir alt kjøt: og tykkara synir og tykkara døtur skulu prophetera, og tykkara ungu menn skulu síggja sjónir, og tykkara gomlu menn skulu droyma dreymar:
18 Og á mínar tænarar og á mínar handarmoyggjar vil eg hella út í teimum døgum av mínum Anda; og tey skulu prophetera:
19 Og eg vil sýna undur í himni í erva, og tekin á jørðini í neðra; blóð, og eld, og guvuroyk:
20 Sólin skal verða umskift til myrkur, og mánin til blóð, áðrenn hin mikli og merkisverdi dagur Harrans komi:
21 Og tað skal henda, at hvørsumhelst ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.
22 Tit menn av Ísrael, hoyrið hesi orð; Jesus úr Nazareth, ein maður sum varð viðurkendur av Guði tykkara millum við kraftarverkum og undrum og teknum, sum Guð gjørdi við honum í tykkara mittu, eins og tit sjálvir eisini vita:
23 Hann, sum við fyriskipaða ráði og fyrivitan Guðs varð givin upp, hava tit tikið, og við vondum hondum hava titkrossfest og vigið hann:
24 Sum Guð hevur reist upp, havandi loyst pínur deyðans: tí at tað var ikki møguligt at hann skuldi verðið hildin av honum.
25 Tí at Dávid talar viðvíkjandi honum, Eg fyrisá Harran altíð frammi fyri mínum andliti, tí at hann er við mína høgru hond, at eg skuldi ei verðið vikaður:
26 Tí fegnaðist mítt hjarta, og mín tunga gleddist; harafturat skal eisini mítt kjøt hvíla í vón:
27 Tí at tú vilt ikki eftirlata mína sál í helviti, eiheldur vilt tú tillata Hinum Heilaga tínum at síggja rot.
28 Tú hevurt kunnar gjørt mær lívsins vegir; tú skalt gera meg fullan av frøi við tíni ásjón.
29 Menn og brøður, latið meg frælsliga tala við tykkum um ættarfaðirin Dávid, at hann er bæði deyður og jarðaður, og hansara gravhýsi er hjá okkum til henda dag.
30 Av tí at hann var ein prophetur, og vitsti at Guð hevði svorið við einum eiði fyri honum, at av ávøkstinum av hansara lendum, eftir kjøtinum, vildi hann reisa upp Christ at sita á hansara hásæti;
31 So talaði hann, við tað at hann sá hetta frammanundan, um uppreisn Christs, at hansara sál varð ikki eftirlatin í helviti, eiheldur sá hansara kjøt rot.
32 Henda Jesus hevur Guð reist upp, og um tað eru vit allir vitnir.
33 Tá ið hann tí nú er við Guðs høgru hond upp hevjaður, og hevur fingið av Faðirinum fyrijáttan Halga Andans, hevur hann úthelt hendan, sum tit nú síggja og hoyra.
34 Tí at Dávid er ikki stigin upp í himnarnar: men hann sigur sjálvur, HARRIN segði við Harra mín, Sit tú við mína høgru hond,
35 Inntil eg geri tínar fíggindar til fótskammul tín.
36 Lat tí alt Ísraels hús vita við vissu, at Guð hevur gjørt tann sama Jesus, hvønn tit hava krossfest, bæði til Harra og Christ.
37 ¶ Men tá ið teir hoyrdu hetta, fingu teir ein sting í sítt hjarta, og søgdu við Pætur og til restina av ápostlunum, Menn og brøður, hvat skulu vit gera?
38 Tá segði Pætur við teir, Vendið um, og verðið doyptir hvør einasti av tykkum í navni Jesu Christs til eftirgeving syndanna, og tit skulu fáa gávu Halga Andans.
39 Tí fyrijáttanin er fyri tykkum, og til børn tykkara, og til øll sum eru langt burturi, enntá so mong sum Harrin Guð okkara fer at kalla.
40 Og við mongum øðrum orðum vitnaði og formanaði hann, og segði, Bjargið tykkum frá hesi rangvørgu slekt.
41 ¶ Tey, sum tá gleðiliga tóku ímóti orði hansara, vórðu doypt: og sama dag vórðu lagdar afturat teimum umleið trý túsund sálir.
42 Og tey hildu fram støðufast í ápostlanna doktrinu og samfelagi, og í breyðbróting, og í bønum.
43 Og ótti kom á hvørja sál: og mong undur og tekin vórðu gjørd av ápostlunum.
44 Og øll, sum trúðu, vóru saman, og høvdu øll ting felags;
45 Og seldu sínar ognir og góðs, og býttu tað til allar menn, sum hvør maður hevði tørv.
46 Og tey hildu fram dagliga samsint í templinum, og brutu breyð frá húsi til hús, og ótu sín mat við gleði og hjartans einfaldni,
47 Lovandi Guði, og høvdu yndi hjá øllum fólkinum. Og Harrin legði afturat kirkjuni dagliga slík ið skuldu verða frelst.
.
.
.
.
KAPITUL 3
.
.
Men Pætur og Jóhannes fóru niðan saman í templið um bønartíman, sum er níggjundi tímin.
2 Og ein ávísur maður, lamin frá móðurlívi móður sínar, varð borin, hvønn teir dagliga løgdu við tað liðið av templinum sum kallast Fagra, at biðja olmussur av teimum ið gingu inn í templið;
3 Sum, tá ið hann sá Pætur og Jóhannes, um at fara inn í templið, bað um eina olmussu.
4 Og Pætur festi síni eygu á hann, við Jóhannesi, og segði, Hygg uppá okkum.
5 Og hann gav gætur eftir teimum, við tað at hann væntaði at fáa okkurt frá teimum.
6 Tá segði Pætur, Silvur og gull havi eg einkið; men slíkt, sum eg havi, tað gevi eg tær: Í navni Jesu Christs úr Nazareth, statt upp og gakk.
7 Og hann tók í høgru hondina á honum, og lyfti hann upp: og í stundini móttóku hansara føtur og øklabein styrki.
8 Og hann sprakk upp, stóð, og gekk, og fór inn við teimum í templið, gangandi, og loypandi, og prísandi Guði.
9 Og alt fólkið sá hann ganga um og prísa Guði:
10 Og tey vitstu at tað var hann ið sat fyri olmussur við Fagralið av templinum: og tey fyltust við undran og ógvan yvir tað sum hevði hent honum.
11 Og sum lamni maðurin, sum varð grøddur, helt Pæturi og Jóhannesi, rann alt fólkið saman at teimum í súlnaganginum sum er kallaður Sálomons, og undraðust mikilliga.
12 ¶ Og tá ið Pætur sá tað, tók hann til orða við fólkið, Tit menn av Ísrael, hví undrast tit á hetta? ella hví hyggja tit so álvarsamt á okkum, sum um við okkar egna mátti ella heilagleika vit høvdu fingið henda mann at ganga?
13 Guð Ábrahams, og Ísaaks, og Jákups, Guð fedra vára, hevur dýrðmett sín Son Jesus; sum tit góvu upp, og avnoktaðu hann í nærveruni av Pilatusi, tá ið hann var avráddur í at lata hann fara.
14 Men tit avnoktaðu Hin Heilaga og hin Rættláta, og bóðu um ein myrðara at verða givnan tykkum;
15 Og drópu Prins lívsins, sum Guð hevur reist frá teimum deyðu; sum vit eru vitnir um.
16 Og hansara navn hevur, ígjøgnum trúgv á hansara navn, gjørt henda mann sterkan, hvønn tit síggja og kenna: ja, trúgvin, sum er av honum, hevur givið honum henda fullkomna sunnleika í nærveru tykkar alra.
17 Og nú, brøður, eg veit at tit gjørdu tað gjøgnum fákunnu, eins og tykkara ráðharrar eisini gjørdu.
18 Men tey tingini sum Guð frammanundan hevði sýnt við munninum á øllum prophetum sínum, at Christus skuldi líða, hevur hann soleiðis uppfylt.
19 ¶ Skiftið tí sinni, og verðið umvendir, at tykkara syndir mega verða slettaðar út, tá ið tíðirnar av endurfrískan fara atkoma frá nærveru Harrans;
20 Og hann skal senda Jesus Christ, sum frammanundan varð prædikaður tykkum:
21 Hvørjum himinin má taka ímóti, inntil tíðirnar av endurreisn av øllum lutum, sum Guð hevur talað við munninum á øllum sínum heilagu prophetum, síðan verøldin byrjaði.
22 Tí sanniliga segði Móses við fedrarnar, Ein prophet skal Harrin Guð tykkara reisa tykkum upp av brøðrum tykkara, mær líkan; hann skulu tit hoyra í øllum tingum, hvørjisumhelst ið hann skal siga tykkum.
23 Og tað skal henda, at hvør sál ið ikki vil hoyra tann prophet, skal týnast burturúr fólkinum.
24 Ja, og allir prophetarnir frá Sámueli, og teir sum aftaná fylgja, so mangir sum hava talað, hava somuleiðis frammanundan sagt frá um hesar dagarnar.
25 Tit eru børn prophetanna, og sáttmálans ið Guð gjørdi við fedrar várar, sigandi við Ábraham, Og í tínum sáði skulu allar ættir jarðarinnar verða vælsignaðar.
26 Tykkum hevur Guð fyrst, havandi reist upp Son sín Jesus, sent hann at vælsigna tykkum, í at venda burtur hvør einasti av tykkum frá sínum misgerðum.
.
.
.
.
KAPITUL 4
.
.
Og sum teir talaðu fyri fólkinum, komu prestarnir, og høvuðsmaðurin av templinum, og Sadduceeararnir, á teir,
2 Og vóru harmir at teir lærdu fólkið, og prædikaðu gjøgn Jesus uppreisnina frá teimum deyðu.
3 Og teir løgdu hendur á teir, og settu teir í varðhald til næsta dag: tí nú var kvøldartíð.
4 Men mong av teimum, ið hoyrdu orðið, trúðu; og talið á monnunum var um fimm túsund.
5 ¶ Og tað hendi um morginárið, at teirra stjórnarar, og elstu, og skriftlærdu,
6 Og høvuðspresturin Annas, og Cajafas, og Jóhannes, og Alexander, og so mangir sum vóru av høvuðsprestsins ætt, vóru savnaðir saman í Jerusalem.
7 Og tá ið teir høvdu sett teir í miðjuna, spurdu teir, Við hvørjum valdi, ella við hvørjum navni, hava tit gjørt hetta?
8 Pætur, fyltur við Halga Andanum, segði tá við teir, Tit stjórnarar fólksins, og Ísraels elstu,
9 Um vit henda dag verða rannsóktir um ta góðu gerð, sum varð gjørd við vanmáttiga mannin, við hvørjum háttarlagi hann er gjørdur heilur;
10 Tá veri tað tykkum øllum kunnugt, og fyri øllum fólki Ísraels, at við navni Jesu Christs úr Nazareth, hvønn tit krossfestu, sum Guð reisti frá teimum deyðu, enntá við honum stendur hesin maður her frammanfyri tykkum heilur.
11 Hesin er tann steinurin sum varð gjørdur til einkiðs av tykkum smiðum, sum er vorðin høvuðs hornsteinurin.
12 Eiheldur er tað frelsa í nøkrum øðrum: tí at tað er einkið annað navn undir himni, givið millum manna, sum vit mugu verða frelstir við.
13 ¶ Men tá ið teir sóu dirvið hjá Pæturi og Jóhannesi, og varnaðust at teir vóru ólærdir og fákunnugir menn, undraðust teir; og teir komust við teir, at teir høvdu verið við Jesusi.
14 Og skoðandi mannin, sum varð grøddur, standa hjá teimum, kundu teir einkið siga ímóti tí.
15 Men tá ið teir høvdu boðið teimum at fara til viks út úr ráðnum, ráðførdust teir sín ámillum,
16 Og søgdu, Hvat skulu vit gera við hesar menn? tí at tað, at í veruleikanum eitt merkisvert kraftarverk hevur verðið gjørt av teimum, tað er eyðsýnt fyri øllum teimum sum búgva í Jerusalem; og vit kunnu ikki avnokta tað.
17 Men at tað spreiðist einkið víðari millum fólkið, tá latum okkum hótta teir strangliga, til tess at teir hiðanífrá tali fyri ongum manni í hesum navni.
18 Og teir rópaðu teir, og buðu teimum als ikki at tala ella frálæra í Jesu navni.
19 Men Pætur og Jóhannes svaraðu og søgdu við teir, Hvørt tað veri seg rætt í Guðs eygsjón at akta tykkum meir enn Guð, dømið tit um tað.
20 Tí vit kunnu ikki annað enn tala tey ting ið vit hava sæð og hoyrt.
21 So tá ið teir høvdu hótt teir víðari, lótu teir teir fara, tá ið teir einkið funnu hvussu teir kundu revsað teir, orsakað av fólkinum: tí at allir menn dýrðmettu Guð fyri tað sum var gjørt.
22 Tí at maðurin var yvir fjøruti ára gamal, sum hetta kraftarverk av grøðing var sýnt á.
23 ¶ Og tá ið teir vóru latnir fara, fóru teir til sítt egna samlag, og boðaðu frá øllum sum fremstu prestarnir og teir elstu høvdu sagt við teir.
24 Og tá ið teir hoyrdu tað, lyftu teir samsintir upp sína rødd til Guðs, og søgdu, Harri, tú ert Guð, sum hevurt gjørt himin, og jørð, og sjógvin, og alt sum í teimum er:
25 Sum við munni tænara tíns Dávids hevurt sagt, Hví leikaðu teir heidnu óðir, og hví ímyndar fólkið fáfongdar lutir?
26 Jarðarinnar kongar stóðu upp, og stjórnararnir vóru savnaðir saman ímóti Harranum, og ímóti hansara Christi.
27 Tí av sonnum ímóti tínum heilaga barni Jesusi, sum tú hevurt salvað, vóru bæði Heródes, og Pontius Pilatus, saman við Heidningunum, og Ísraels fólki, savnaðir saman,
28 Fyri at gera hvatsumhelst ið hond tín og ráð títt fyrifram avráddu at verða gjørt.
29 Og nú, Harri, lít at teirra hóttanum: og veit tínum tænarum, at við øllum dirvi teir mega tala títt orð,
30 Við at rætta fram tína hond at grøða; og at tekin og undur mega verða gjørd við navni heilaga barns tíns Jesu.
31 ¶ Og tá ið teir høvdu biðið, varð staðið rist, har teir vóru savnaðir saman; og teir vórðu allir fyltir við Halga Andanum, og teir talaðu Guðs orð við dirvi.
32 Og fjøldin av teimum, ið trúðu, vóru av einum hjarta og av einari sál: eiheldur segði nakar av teimum, at nakað av tingunum, sum hann átti, var hans egna; men teir høvdu øll ting felags.
33 Og við miklari kraft bóru ápostlarnir vitni um Harrans Jesu uppreisn: og stór náði var á teimum øllum.
34 Eiheldur var nakar teirra millum sum tørvaði: tí at so mangir sum vóru eigarar av jarðum ella húsum, seldu tey, og komu við virðunum á teim tingunum ið vórðu seld,
35 Og løgdu tað niður við ápostlanna føtur: og útdeiling varð gjørd hvørjum manni samsvarandi sum hann hevði tørv.
36 Og Jóses, sum av ápostlunum varð tilnevndur Barnabas, (sum er, tá ið tað er týtt, Ugganarsonurin,) ein Levitur, ogúr landi Cýprosar,
37 Sum hevði jørð, seldi hana, og kom við peninginum, og legði hann við føtur ápostlanna.
.
.
.
.
KAPITUL 5
.
.
Men ávísur maður, nevndur Ananias, við Saffiru konu síni, seldi eina ogn,
2 Og helt aftur part av virðinum, so kona hansara var eisini loynilig til tess, og kom við ávísum parti, og legði tað við føtur ápostlanna.
3 Men Pætur segði, Ananias, hví hevur Sátan fylt títt hjarta at lúgva fyri Halga Andanum, og at halda aftur part av virðinum á jørðini?
4 Meðan hon varð verandi, var hon ikki tín egna? og eftir at hon var seld, var hon ikki í tínum egna valdi? hví hevurt tú gitið henda lut í hjarta tínum? tú hevurt ikki logið fyri monnum, men fyri Guði.
5 Og Ananias, hoyrandi hesi orð, fell niður, og gav upp andan: og mikil ótti kom á allar teir ið hoyrdu hesar lutir.
6 Og teir ungu menninir reistust, vældu um hann, og bóru hann út, og jarðaðu hann.
7 Og tað var umleið skeiðið á tríggjar tímar aftaná, tá ið kona hansara, sum ikki vitsti hvat var gjørt, kom inn.
8 Og Pætur tók til orða við hana, Sig mær hvørt tit seldu jørðina fyri so mikið? Og hon segði, Ja, fyri so mikið.
9 Tá segði Pætur við hana, Hvussu er tað at tit hava saman samst um at freista Anda Harrans? sí, føtur teirra, sum hava jarðað mann tín, eru við dyrnar, og skulu bera teg út.
10 Tá fell hon niður alt fyri eitt við hansara føtur, og gav upp andan: og teir ungu menninir komu inn, funnu hana deyða, og bóru hana fram, og jarðaðu hana hjá manni hennara.
11 Og mikil ótti kom yvir alla kirkjuna; og yvir so mong sum hoyrdu hesar lutir.
12 ¶ Og við hondum ápostlanna vórðu mong tekin og undur virkaði millum fólkið; (og teir vóru allir samsintir í súlnagangi Sálomons.
13 Og av restini tordi eingin at sameina seg teimum: men fólkið setti teir hátt.
14 Og trúgvandi vórðu tess fleiri løgd afturat Harranum, fjøldir bæði av monnum og kvinnum.)
15 So mikið at tey førdu fram tey sjúku út á gøturnar, og løgdu tey á sengur og legur, at í minsta lagi skuggin av Pæturi, sum fór framvið, mátti skuggað yvir summi teirra.
16 Har kom eisini ein fjøld út úr staðunum runt umkring til Jerusalem, og høvdu við sær sjúk fólk, og tey sum vóru plágaði við óreinum andum: og tey vórðu grødd hvør einasti.
17 ¶ Tá reis upp høvuðspresturin, og allir teir sum við honum vóru, (sum er sektin av Sadduceearunum,) og vóru fyltir við harmavreiði,
18 Og løgdu sínar hendur á ápostlarnar, og settu teir í tað almenna fongslið.
19 Men eingil Harrans um náttina opnaði fongsulsdyrnar, og førdi teir út, og segði,
20 Farið, standið og talið í templinum til fólkið øll orðini av hesum lívi.
21 Og tá ið teir hoyrdu tað, fóru teir inn í templið tíðliga um morgunin, og frálærdu. Men høvuðspresturin kom, og teir sum við honum vóru, og rópaði ráðið saman, og alt stjórnarráð Ísraels barna, og sendu til fongslið at fáa teir heintaðar.
22 Men tá ið embætismenninir komu, og ikki funnu teir í fongslinum, komu teir aftur, og taldu,
23 Og søgdu, Sanniliga funnu vit fongslið lokað við allari trygd, og varðmenninar standandi fyri uttan, frammanfyri dyrnar: men tá ið vit høvdu latið upp, funnu vit ongan innanfyri.
24 Men tá ið høvuðspresturin og høvuðsmaðurin av templinum og teir fremstu prestarnir hoyrdu hesi ting, ivaðust teir um tey, hvat hetta mundi vaksa til.
25 Tá kom ein og taldi teimum, og segði, Sí, menninir, sum tit settu í fongsul, standa í templinum, og læra fólkið.
26 Tá fór høvuðsmaðurin við vaktarmonnunum, og heintaði teir uttan harðskap: tí at teir óttaðust fólkið, bara ikki teir skuldu verðið steinaðir.
27 Og tá ið teir vóru komnir við teimum, settu teir teir framfyri ráðið: og høvuðspresturin spurdi teir,
28 Og segði, Buðu vit tykkum ikki strangliga, at tit skuldu ikki frálæra í hesum navni? og sí, tit hava fylt Jerusalem við tykkara doktrinu, og ætla at føra blóðið av hesum manni yvir okkum.
29 ¶ Pætur og hinir ápostlarnir svaraðu tá og søgdu, Vit áttu at akta Guð, heldur enn menn.
30 Guð fedra vára reisti upp Jesus, sum tit drópu og hongdu á eitt træ.
31 Hann hevur Guð upp hevjað við síni høgru hond at vera ein Prins og ein Frelsara, fyri at geva Ísrael umvending, og fyrigeving av syndum.
32 Og vit eru hansara vitnir um hesi ting; og tað er eisini Halgi Andin, sum Guð hevur givið til teirra sum akta hann.
33 ¶ Tá ið teir hoyrdu tað, vórðu teir skornir til hjartað, og hildu ráð um at drepa teir.
34 Tá stóð ein í ráðnum upp, ein Phariseari, nevndur Gamáliel, ein lærumeistari av lógini, hildin í umdømi millum alt fólkið, og beyð at koyra ápostlarnar út eitt lítið bil;
35 Og segði við teir, Tit menn av Ísrael, gevið gætur um tykkum sjálvar hvat tit ætla at gera viðvíkjandi hesum monnunum.
36 Tí undan hesum døgum reis upp Thevdas, sum gabbaði seg at vera einhvør; at hvørjum eitt tal av monnum, umleið fýra hundrað, sameinaðu seg: sum vórðu vignir; og allir, so mangir sum aktaðu hann, vórðu spjaddir, og førdir til einkiðs.
37 Eftir henda mann reis upp Judas úr Galileu í døgunum av skattingini, og dró burtur nógv fólk eftir sær: eisini hann týndist; og allir, enntá so mangir sum aktaðu hann, vórðu spjaddir.
38 Og nú sigi eg við tykkum, Haldið tykkum frá hesum monnunum, og latið teir vera: tí at um hetta ráð ella hetta verk veri av monnum, vil tað koma til einkiðs:
39 Men um tað veri av Guði, kunnu tit ikki koyra tað um koll; at ikki møguliga tit verði funnir enntá at berjast ímóti Guði.
40 Og við hann vóru teir samdir: og tá ið teir høvdu rópað ápostlarnar, og bart teir, buðu teir at teir skuldu ikki tala í Jesu navni, og lótu teir fara.
41 ¶ Og teir fóru avstað frá nærveru ráðsins, og fegnaðust yvir at teir vórðu hildnir verdir at líða skomm fyri navn hansara.
42 Og dagligani í templinum, og í hvørjum húsi, góvust teir ikki at frálæra og prædika Jesus Christ.
.
.
.
.
KAPITUL 6
.
.
Og í teimum døgum, tá ið talið á lærusveinunum varð margfaldað, reistist ein knarran av Grikkunum ímóti Hebrearunum, tí at teirra einkjur vórðu fjónaðar í tí dagligu tæningini.
2 Tá rópaðu teir tólv fjøldina av lærusveinunum at sær, og søgdu, Tað er ikki ráðiligt at vit skuldu farið frá Guðs orði, og tænt borðum.
3 Hvørsvegna, brøður, hyggið út tykkara millum sjey menn av ærligum ummæli, sum eru fullir av Halga Andanum og vísdómi, sum vit mega skipa yvir hesum starvi.
4 Men vit vilja geva okkum áhaldandi til bønar, og til tænastu orðsins.
5 ¶ Og framsøgnin hóvaði allari fjøldini: og teir valdu Stephan, ein mann fullan av trúgv og av Halga Andanum, og Philippus, og Prochorus, og Nicanor, og Timon, og Parmenas, og Nicolas — ein prosilýt úr Antiókiu:
6 Sum teir settu framfyri ápostlarnar: og tá ið teir høvdu biðið, løgdu teir hendur á teir.
7 Og Guðs orð tók til; og talið á lærusveinunum margfaldaðist í Jerusalem stórligani; og stórur hópur av prestunum vórðu lýdnir mót trúnni.
8 Og Stephan, fullur av trúgv og kraft, gjørdi mikil undur og kraftarverk millum fólkið.
9 ¶ Tá reistust ávísir úr tí sýnagoguni sum verður kallað sýnagogan hjá Libertinunum, og Cýreneingunum, og Alexandrianarunum, og hjá teimum úr Ciliciu og úr Ásiu, í orðadrátti við Stephan.
10 Og teir vóru ikki førir fyri at standa ímóti vísdóminum og andanum sum hann talaði av.
11 Tá lokkaðu teir menn, sum søgdu, Vit hava hoyrt hann tala halgispottilig orð ímóti Mósesi, og ímóti Guði.
12 Og teir østu upp fólkið, og teir elstu, og teir skriftlærdu, og lupu á hann, og fangaðu hann, og førdu hann til ráðið,
13 Og settu upp følsk vitnir, ið søgdu, Hesin maður gevst ikki at tala halgispottilig orð ímóti hesum heilaga plássi, og lógini:
14 Tí vit hava hoyrt hann siga, at hesin Jesus úr Nazareth skal oyða hetta stað, og skal broyta tær venjur sum Móses fekk okkum.
15 Og allir, ið sótu í ráðnum, hugdu støðufast á hann, og sóu andlitið hjá honum sum hevði tað verið andlitið á einum eingli.
.
.
.
.
KAPITUL 7
.
.
Tá segði høvuðspresturin, Eru hesi tingini so?
2 Og hann segði, Menn, brøður, og fedrar, lýðið á; Dýrdarinnar Guð birtist faðir okkara Ábrahami, tá ið hann var í Mesopotámiu, áðrenn hann dvaldist í Kárran,
3 Og segði við hann, Slepp tær út úr landi tínum, og frá tínum ættarfólki, og kom inn í landið sum eg skal sýna tær.
4 Tá kom hann úr landi Kaldeanna, og búði í Kárran: og haðani, tá ið faðir hansara var deyður, flutti hann hann í hetta landið, sum tit nú dvøljast í.
5 Og hann gav honum ongan arvalut í tí, nei, ikki so mikið sum at seta fót sín á: tó fyrijáttaði hann, at hann vildi geva tað til hansara til ognar, og til sáðs hansara eftir hann, tá ið hann sum enn var einkið barn hevði.
6 Og Guð talaði á henda hátt, At hansara sáð skuldi útisita í fremmandum landi; og at teir skuldu føra teir inn í trældóm, og fara illani við teimum í fýra hundrað ár.
7 Og ta tjóðina, sum teir skulu vera í trældómi fyri, vil eg døma, segði Guð: og eftir tað skulu teir koma fram, og tæna mær á hesum staði.
8 Og hann gav honum umskeringarsáttmálan: og so gat Ábraham Ísaak, og umskar hann áttanda dagin; og Ísaakur gat Jákup; og Jákup gat teir tólv ættarfedrarnar.
9 Og ættarfedrarnir, drivnir við øvund, seldu Jóseph til Egyptalands: men Guð var við honum,
10 Og fríaði hann út úr øllum hansara trongslum, og gav honum góðvild og vísdóm í eygsjón Pharaohs, Egyptalands kongs; og hann gjørdi hann til landsstjóra yvir Egyptalandi og øllum sínum húsi.
11 Men tað kom ein svøltur yvir alt Egyptaland og Chánaan, og mikil trongsla: og okkara fedrar funnu einkið uppihald.
12 Men tá ið Jákup hoyrdi at tað var korn í Egyptalandi, sendi hann út okkara fedrar fyrst.
13 Og við hitt annað skifti varð Jóseph gjørdur kunnur fyri sínum brøðrum; og Jósephs ættarfólk varð gjørt Pharaoh kunnugt.
14 Tá sendi Jóseph, og kallaði faðir sín Jákup til sín, og alt sítt ættarfólk, trísinstjúgu og fimtan sálir.
15 So Jákup fór niður í Egyptaland, og doyði, hann, og fedrar várir,
16 Og vórðu bornir yvir í Sychem, og lagdir í gravhýsið sum Ábraham keypti fyri pengaupphædd av sonum Emmors, faðir Sychems.
17 Men tá ið fyrijáttanartíðin nærkaðist, sum Guð hevði svorið Ábrahami, vaks fólkið og fleirfaldaðist í Egyptalandi,
18 Til ein annar kongur reistist, sum ikki kendi Jóseph.
19 Hin sami fór sniðfundigani við ættarfólki várum, og handfór várar fedrar ónt, so at teir kastaðu út síni ungu børn, til tess endamáls at tey ikki máttu livað.
20 Á hvørji tíð Móses varð føddur, og var avbera fagur, og fostraður upp í húsi faðirs síns í tríggjar mánaðir:
21 Og tá ið hann var kastaður út, tók dóttir Pharaohs hann upp, og fostraði hann sum sín egna son.
22 Og Móses varð lærdur í øllum Egyptanna vísdómi, og var mektigur í orðum og í gerðum.
23 Og tá ið hann var full fjøruti ára gamal, kom tað inn í hansara hjarta at vitja brøður sínar, Ísraels børn.
24 Og tá ið hann sá ein teirra líða órætt, vardi hann hann, og hevndi hann sum varð kúgaður, og sló Egyptan:
25 Tí hann helt, at hansara brøður mundu skilja, hvussu ið Guð við hansara hond vildi fría teir út: men teir skiltu ikki.
26 Og næsta dag sýndi hann seg fyri teimum, sum teir trættust, og vildi fáa teir at einast aftur, og segði, Harrar, tit eru brøður; hví gera tit órætt hvør ímóti øðrum?
27 Men hann, ið gjørdi næsta sínum órætt, stoytti hann burtur, og segði, Hvør gjørdi teg til stjórnara og dómara yvir okkum?
28 Vilt tú drepa meg, sum tú gjørdirt við Egyptan í gjár?
29 Tá flýddi Móses við hesa framsøgn, og varð útlendingur í landi Mádians, hvar hann gat tveir synir.
30 Og tá ið fjøruti ár vóru útrunnin, birtist ein eingil Harrans fyri honum í oyðu Sina fjals í eldsloga í einum runni.
31 Tá ið Móses sá tað, undraðist hann á sjónina: og, sum hann nærkaðist at skoða tað, kom rødd Harrans at honum,
32 Sigandi, Eg eri Guð fedra tína, Guð Ábrahams, og Guð Ísaaks, og Guð Jákups. Tá nøtraði Móses, og tordi ikki líta at.
33 Tá segði Harrin til hansara, Tak tínar skógvar av frá tínum fótum: tí at staðið, har tú stendurt, er heilag jørð.
34 Eg havi sæð, eg havi sæð nívdina hjá mínum fólki sum er í Egyptalandi, og eg havi hoyrt teirra stynjan, og eri komin niður at útfría tey. Og kom nú, eg vil senda teg til Egyptalands.
35 Henda Móses, sum teir vístu burtur, og søgdu, Hvør gjørdi teg til ein stjórnara og ein dómara? hin sama sendi Guð at vera ein stjórnari og ein útfríari við hendi tess eingils sum birtist honum í runninum.
36 Hann førdi teir út, eftir at hann hevði sýnt undur og tekin í Egyptalandi, og í Reyðahavinum, og í oyðuni í fjøruti ár.
37 ¶ Hetta er tann Móses, sum segði við Ísraels børn, Ein prophet skal Harrin tykkara Guð reisa tykkum upp av tykkara brøðrum, mær líkan; hann skulu tit hoyra.
38 Hetta er hann, sum var í kirkjuni í oyðuni við einglinum sum talaði til hansara á Sina fjalli, og við okkara fedrum: sum fekk teir lívligu oraklarnar at geva okkum:
39 Sum okkara fedrar ikki vildu akta fyri, men stoyttu hann frá sær, og í sínum hjørtum vendu tilbakar aftur til Egyptalands,
40 Og søgdu við Aaron, Ger okkum gudar at fara undan okkum: tí hvat hesum Mósesi viðvíkur, sum førdi okkum út úr Egyptalandi, vit vita ikki hvat er vorðið av honum.
41 Og teir gjørdu ein kálv í teimum døgum, og ofraðu skurðgudinum sláturoffur, og fegnaðust í verkunum av sínum egnu hondum.
42 Tá vendi Guð, og gav teir upp til at tilbiðja himins herlið; eins og skrivað stendur í prophetabókini, O tit Ísraels hús, hava tit ofrað mær vigin djór og sláturoffur yvir skeiðið á fjøruti ár í oyðuni?
43 Ja, tit tóku upp tabernakkul Molochs, og stjørnu Remphans, guds tykkara, myndir sum tit gjørdu til tess at tilbiðja tær: og eg vil føra tykkum burt handan Bábylon.
44 Okkara fedrar høvdu vitnisburðartabernaklið í oyðuni, so sum hann hevði fyriskipað, tá ið hann talaði við Móses, at hann skuldi gera tað eftir tí sniðinum sum hann hevði sæð.
45 Hvørt eisini okkara fedrar, sum komu aftaná, førdu inn við Jesusi inn í ogn Heidninganna, sum Guð rak út undan andliti fedra vára, at døgum Dávids;
46 Hvør fann yndi frammi fyri Guði, og tráaði at finna eitt tabernakkul til Guðs Jákups.
47 Men Sálomon bygdi honum eitt hús.
48 Kortini býr hin Hægsti ikki í templum, gjørd við hondum; eins og propheturin sigur,
49 Himin er mín tróna, og jørð mín fótskammul: hvat hús vilja tit byggja mær? sigur Harrin: ella hvat er pláss hvíldar mínar?
50 Hevur ikki mín hond gjørt allar hesar lutir?
51 ¶ Tykkara harðsvíraðu og óumskornu í hjarta og oyrum, tit standa altíð ímóti Halga Andanum: so sum tykkara fedrar gjørdu, soleiðis gera tit.
52 Hvørjum av prophetunum hava ikki tykkara fedrar søkt at? og teir hava dripið teir sum fyrifram sýndu um komu Hins Rættláta; av hvørjum tit nú hava verið svíkjararnir og myrðararnir:
53 Sum hava móttikið lógina við medvirkan eingla, og hava ikki hildið hana.
54 ¶ Tá ið teir hoyrdu hesar lutir, skórust teir til hjartað, og teir gríslaðu ímóti honum við sínum tonnum.
55 Men hann var fullur av Halga Andanum, og hugdi upp støðufast inn í himin, og sá Guðs dýrd, og Jesus standandi við høgru hond Guðs,
56 Og segði, Sí, eg síggi himnarnar upplatnar, og Menniskjusonin standandi við høgru hond Guðs.
57 Tá rópaðu teir út við harðari rødd, og stappaðu síni oyru, og lupu á hann einmælt,
58 Og kastaðu hann út úr staðinum, og steinaðu hann: og vitnini løgdu síni klæðir niður við føturnar á einum ungum manni, hvørs navn var Saulus.
59 Og teir steinaðu Stephan, sum kallaði á Guð, og segði, Harri Jesus, tak ímóti mínum anda.
60 Og hann neig niður, og rópti við harðari rødd, Harri, legg ikki hesa synd teimum til skuld. Og tá ið hann hetta hevði sagt, sovnaði hann.
.
.
.
.
KAPITUL 8
.
.
Og Saulus var samtykjandi fyri hansara deyða. Og á teirri tíð var mikil atsókn ímóti kirkjuni sum var í Jerusalem; og tey vórðu øll spjødd umkring út ígjøgnum umráðini av Judæu og Samáriu, uttan ápostlarnir.
2 Og gudshugaðir menn bóru Stephan til jarðan hansara, og hildu mikið harmljóð yvir honum.
3 Hvat Saulusi viðvíkur, hann framdi oyðing av kirkjuni, hann fór inn í hvørt hús, hálaði menn og kvinnur, og gav teyyvir til fongsul.
4 Tí fóru teir, sum vórðu spjaddir umkring, allar staðir prædikandi orðið.
5 Tá fór Philippus oman til Samáriu staðar, og prædikaði teimum Christ.
6 Og fólkið gav samhugað gætur eftir teimum tingunum sum Philippus talaði, tá ið tey hoyrdu og sóu kraftarverkini sum hann gjørdi.
7 Tí óreinir andar, rópandi við harðari rødd, komu út úr mongum ið vóru heltikin við teimum: og mong, tikin við lamningum, og sum vóru vanfør, vórðu grødd.
8 Og tað var mikil frøi í tí staði.
9 Men har var ein ávísur maður, kallaður Símun, sum frammanundan í tí sama staði brúkti gand, og forheksaði fólkið av Samáriu, við at seta fram at hann var sjálvur einhvør mikil:
10 Eftir hvørjum tey øll góvu gætur, frá tí minsta til hin størsta, og søgdu, Hesin maður er hin mikla kraft Guðs.
11 Og fyri honum høvdu tey øll virðing, tí at í langa tíð hevði hann forheksað tey við gandum.
12 Men tá ið tey trúðu Philippusi, sum prædikaði tingini viðvíkjandi kongadømi Guðs, og navni Jesu Christs, vórðu tey doypt, bæði menn og kvinnur.
13 Tá trúði Símun sjálvur eisini: og tá ið hann var doyptur, helt hann fram við Philippusi, og undraðist, tá ið hann sá kraftarverkini og teknini sum vórðu gjørd.
14 Men tá ið ápostlarnir, sum vóru í Jerusalem, hoyrdu at Samária hevði tikið ímóti Guðs orði, sendu teir til teirra Pætur og Jóhannes:
15 Sum, tá ið teir vóru komnir oman, bóðu fyri teimum, at tey máttu móttaka Halga Andan:
16 (Tí sum enn var var hann fallin uppá ongan teirra: bert at tey vóru doypt í navni Harrans Jesu.)
17 Tá løgdu teir sínar hendur á tey, og tey fingu Halga Andan.
18 Og tá ið Símun sá, at ígjøgnum álegging av hondum ápostlanna varð Halgi Andin givin, beyð hann teim pening,
19 Og segði, Gevið mær eisini hesa kraft, at á hvønnsumhelst ið eg leggi hendur, hann má móttaka Halga Andan.
20 Men Pætur segði við hann, Peningur tín glatist við tær, av tí at tú hevurt hugsað at Guðs gáva kann keypast við peningi.
21 Tú hevurt hvørki part ella lut í hesi søk: tí at títt hjarta er ikki rætt í Guðs eygsjón.
22 Vend tí um frá hesi vondsku tíni, og bið Guð, um møguligvís hugsanin av tínum hjarta má verða tær fyrigivin.
23 Tí at eg varnist, at tú ert í beiskleikans galli, og í misgerðarinnar fjøtri.
24 Tá svaraði Símun, og segði, Biðjið tit til Harrans fyri mær, at einkið av hesum tingunum, ið tit hava talað, komi á meg.
25 Og tá ið teir høvdu vitnað og prædikað Harrans orð, vendu teir aftur til Jerusalem, og prædikaðu gleðiboðskapin í mongum bygdum hjá Samaritánarunum.
26 Og eingil Harrans talaði við Philippus, og segði, Reis teg, og far ímóti suðuri til vegin sum fer oman frá Jerusalem til Gaza, sum er oyðimørk.
27 Og hann reistist og fór: og sí, ein maður úr Ethiópiu, ein hirðmaður av miklum myndugleika undir Kandáke, drotning Ethiópiumanna, sum hevði áleggingina av øllum hennara dýrgripi, og var komin til Jerusalem fyri at tilbiðja,
28 Var ávegis aftur, sat í sínum vagni, og las Esaias prophet.
29 Tá segði Andin við Philippus, Far nær, og halt teg afturat hesum vagni.
30 Og Philippus rann hagar til hansara, og hoyrdi hann lesa Esaias prophet, og segði, Skilurt tú hvat tú lesurt?
31 Og hann segði, Hvussu kann eg, uttan onkur skuldi vegleitt meg? Og hann tráaði Philippus, at hann vildi komið upp og sitið hjá sær.
32 Stað skriftarinnar, sum hann las, var hetta, Hann varð leiddur sum ein seyður til slátringina; og sum eitt lamb, málleyst fyri sínum klippara, svá læt hann ikki upp sín munn:
33 Í eyðmýking hansara varð hansara dómur avtikin: og hvør skal kunngera ætt hansara? tí hansara lív er tikið av jørðini.
34 Og hirðmaðurin tók til orða við Philippus, og segði, Eg biði teg, um hvønn talar propheturin hetta? um seg sjálvan, ella um onkran annan mann?
35 Tá læt Philippus upp sín munn, og byrjaði við tí sama skriftstaðnum, og prædikaði honum Jesus.
36 Og sum teir fóru á vegi sínum, komu teir at ávísum vatni: og hirðmaðurin segði, Sí, her er vatn; hvat forðar mær at verða doyptur?
37 Og Philippus segði, Um tú trýrt við øllum tínum hjarta, so kanst tú. Og hann svaraði og segði, Eg trúgvi at Jesus Christus er Sonur Guðs.
38 Og hann beyð vagninum at standa stillur: og teir fóru niður báðir inn í vatnið, bæði Philippus og hirðmaðurin; og hann doypti hann.
39 Og tá ið teir vóru komnir upp úr vatninum, rykti Andi Harrans Philippus burtur, so at hirðmaðurin sá hann ikki meira: og fagnandi fór hann sín veg.
40 Men Philippus varð funnin í Azótus: og hann fór ígjøgnum, og prædikaði í øllum staðunum, til hann kom til Cæsareu.
.
.
.
.
KAPITUL 9
.
.
Og Saulus, sum enn froysti út hóttanir og slátran ímóti lærusveinum Harrans, fór til høvuðsprestin,
2 Og tráaði av honum brøv til Damascus til sýnagogurnar, at um hann fann nakran sum hoyrdi til henda veg, hvørt tey vóru menn ella kvinnur, mátti hann føra tey bundin til Jerusalem.
3 Og sum hann ferðaðist, kom hann nær Damascus: og brádliga skein runt um hann eitt ljós av himni:
4 Og hann datt til jarðar, og hoyrdi eina rødd ið segði við seg, Saul, Saul, hví søkirt tú at mær?
5 Og hann segði, Hvør ert tú, Harri? Og Harrin segði, Eg eri Jesus, hvørjum tú søkirt at: tað er torført hjá tær at sparka ímóti broddunum.
6 Og skelvandi og ovfarin segði hann, Harri, hvat vilt tú hava meg at gera? Og Harrin segði við hann, Statt upp, og far inn í staðin, og tað skal verða sagt tær hvat tú mást gera.
7 Og menninir, sum ferðaðust við honum, stóðu málleysir, teir hoyrdu eina rødd, men sóu ongan.
8 Og Saul reistist av jørðini; og tá ið eygu hansara vóru upplatin, sá hann ongan: men teir leiddu hann við hondini, og førdu hann inn í Damascus.
9 Og hann var tríggjar dagar uttan sjón, og hvørki át ella drakk.
10 ¶ Og tað var ávísur lærusveinur í Damascus, nevndur Ananias; og til hansara segði Harrin í eini sjón, Ananias. Og hann segði, Sí, eg eri her, Harri.
11 Og Harrin segði við hann, Statt upp, og far inn á ta gøtuna sum kallast Beina, og fregnast í húsinum hjá Judasi eftir einum sum er kallaður Saulus, frá Tarsus: tí sí, hann biður,
12 Og hevur sæð í eini sjón ein mann, nevndan Ananias, koma inn, og leggja sína hond á seg, at hann mátti móttaka sjón sína.
13 Tá svaraði Ananias, Harri, eg havi hoyrt av mongum um henda mann, hvussu mikið ilt hann hevur gjørt ímóti tínum heilagu í Jerusalem:
14 Og her hevur hann myndugleika frá fremstu prestunum at binda øll ið kalla á títt navn.
15 Men Harrin segði við hann, Far tín veg: tí hann er mær eitt útvalt ílat, at bera mítt navn framfyri Heidningarnar, og kongar, og Ísraels børn:
16 Tí at eg vil sýna honum hvussu mikil ting hann má líða fyri navns míns skuld.
17 Og Ananias fór sín veg, og fór inn í húsið; og hann legði sínar hendur á hann, og segði, Bróðir Saulus, Harrin, enntá Jesus, sum birtist tær á vegnum, sum tú komst, hevur sent meg, at tú máttirt móttaka sjón tína, og verða fyltur við Halga Andanum.
18 Og í stundini fullu tað frá eygum hansara sum høvdu tað verið skøl: og hann fekk sjón við tað sama, og reistist, og varð doyptur.
19 Og tá ið hann hevði fingið mat, varð hann styrktur. Tá varð Saulus ávísar dagar hjá lærusveinunum sum vóru í Damascus.
20 Og beinanvegin prædikaði hann Christ í sýnagogunum, at hann er Sonur Guðs.
21 Men allir, sum hoyrdu hann, vórðu ovfarnir, og søgdu; Er ikki hetta hann sum oyddi tey sum kallaðu á hetta navn í Jerusalem, og kom higar fyri tað endamál at hann mátti føra tey bundin til fremstu prestarnar?
22 Men Saulus øktist tess meir í styrki, og ørkymlaði Jødarnar sum dvaldust í Damascus, við at prógva at hesin er sjálvasti Christus.
23 ¶ Og eftir at mangir dagar vóru uppfyltir, løgdu Jødarnir ráð um at drepa hann:
24 Men teirra liggjan á lúri varð kunn fyri Saulusi. Og teir vaktaðu portrini dag og nátt fyri at drepa hann.
25 Tá tóku lærusveinarnir hann um náttina, og lestu hann niður við múrin í eini kurv.
26 Og tá ið Saulus var komin til Jerusalem, kannaði hann at sameina seg til lærusveinarnar: men teir vóru allir ræddir fyri honum, og trúðu ikki at hann var ein lærusveinur.
27 Men Barnabas tók hann, og førdi hann til ápostlarnar, og klárlegði teimum hvussu hann hevði sæð Harran á vegnum, og at hann hevði talað til hansara, og hvussu hann hevði djarvliga prædikað í Damascus í Jesu navni.
28 Og hann var hjá teimum, komandi inn og farandi út í Jerusalem.
29 Og hann talaði djarvt í Harrans Jesu navni, og kjakaðist ímóti Grikkunum: men teir lógu úti eftir at bana honum.
30 Og tá ið brøðurnir vitstu tað, førdu teir hann oman til Cæsareu, og sendu hann fram til Tarsus.
31 Tá høvdu kirkjurnar hvíld út um alla Judæu og Galileu og Samáriu, og vórðu uppbygdar; og vandrandi í Harrans ótta, og í uggan Halga Andans, vórðu tær margfaldaðar.
32 ¶ Og tað bar á, sum Pætur fór út um øll heraðshorn, kom hann eisini oman til tey heilagu sum búðu í Lýddu.
33 Og har fann hann ein ávísan mann, Æneas at navni, sum hevði passað sína song í átta ár, og var sjúkur av lamninginum.
34 Og Pætur segði við hann, Æneas, Jesus Christus ger teg frískan: reis teg, og reið upp tína song. Og hann reistist alt fyri eitt.
35 Og øll, sum búðu í Lýddu og Sáron, sóu hann, og vendu til Harrans.
36 ¶ Men tað var í Joppe ein ávís lærusveinka, nevnd Tabitha, sum, við týðing, kallast Dorcas: henda kvinna var full av góðum verkum og olmussugerðum sum hon gjørdi.
37 Og tað hendi í teimum døgum, at hon varð sjúk, og doyði: og tá ið tey høvdu tváað hana, løgdu tey hana í eitt ovara kamar.
38 Og við tað at Lýdda var nær við Joppe, og lærusveinarnir høvdu hoyrt at Pætur var har, sendu teir tveir menn til hansara, tráandi hann at hann ikki vildi drálað at koma til teirra.
39 Tá reistist Pætur og fór við teimum. Tá ið hann var komin, førdu tey hann í ovara kamarið: og allar einkjurnar stóðu hjá honum og grótu, og sýndu kyrtlarnar og klæðini sum Dorcas gjørdi, meðan hon var hjá teimum.
40 Men Pætur koyrdi tey øll uttar, og neig niður, og bað; og hann vendi sær at líkinum, og segði, Tabitha, reis teg. Og hon læt upp eygu síni: og tá ið hon sá Pætur, settist hon upp.
41 Og hann rætti henni hondina, og lyfti hana upp, og tá ið hann hevði rópað tey heilagu og einkjurnar, setti hann hana fram livandi.
42 Og tað varð kunnugt út um alla Joppe; og mong trúðu á Harran.
43 Og tað bar á, at hann dvaldi mangar dagar í Joppe hjá einum Símuni, einum garvara.
.
.
.
.
KAPITUL 10
.
.
Tað var ein ávísur maður í Cæsareu, sum nevndist Cornelius, ein hundraðsovasti av tí liðinum sum kallast Itáliska liðið,
2 Ein frómur maður, og ein sum óttaðist Guð við øllum húsi sínum, sum gav nógvar olmussur til fólkið, og bað til Guðs alveg.
3 Hann sá í eini sjón týðiligani um níggjunda tíma dagsins ein eingil Guðs koma inn til sín, og siga við seg, Cornelius.
4 Og tá ið hann hugdi á hann, varð hann ræddur, og segði, Hvat er tað, Harri? Og hann segði við hann, Tínar bønir og tínar olmussur eru komnar upp til eina áminning fyri Guði.
5 Og send nú menn til Joppe, og rópa ein Símun, hvørs tilnavn er Pætur:
6 Hann hevur innivist hjá einum Símuni, einum garvara, hvørs hús er við sjóvarstrondina: hann skal siga tær hvat tú eigurt at gera.
7 Og tá ið eingilin, sum talaði við Cornelius, var farin avstað, rópaði hann tveir av sínum húskøllum, og ein fróman hermann av teimum ið vartaðu um hann áhaldandi;
8 Og tá ið hann hevði kunngjørt teimum øll hesi ting, sendi hann teir til Joppe.
9 ¶ Um morgindagin, sum teir fóru á síni ferð, og nærkaðust staðinum, fór Pætur upp á takið at biðja um sætta tíma:
10 Og hann gjørdist avbera svangur, og vildi havt etið: men meðan tey gjørdu klárt, fell hann í eina transu,
11 Og sá himin upplatnan, og eitt ávíst ílat dala at sær, sum hevði tað verið ein stórur dúkur, knýttur við tey fýra hjørnini, og sigin niður til jarðar:
12 Hvarí vóru alskyns ferføtt djór av jørðini, og villini djór, og skriðkykt, og fuglar av luftini.
13 Og ein rødd kom til hansara, Reis teg, Pætur; drep, og et.
14 Men Pætur segði, Ikki so, Harri; tí at eg havi aldri etið nakað sum er algongt ella óreint.
15 Og røddin talaði við hann aftur fyri aðru ferð, Tað sum Guð hevur reinsað, tað kalla ikki tú algongt.
16 Hetta varð gjørt tríggjar ferðir: og ílatið varð móttikið upp aftur inn í himin.
17 Men meðan Pætur ivaðist í sær sjálvum hvat henda sjón, sum hann hevði sæð, mundi merkja, sí, tá høvdu menninir, sum vóru sendir frá Corneliusi, spurt upp húsini hjá Símuni, og stóðu frammanfyri portrið,
18 Og rópaðu inn, og spurdu hvørt Símun, sum varð tilnevndur Pætur, hevði innivist har.
19 ¶ Meðan Pætur hugsaði um sjónina, segði Andin við hann, Sí, tríggir menn søkja teg.
20 Statt tí upp, slepp tær oman, og far við teimum, og ivast einkið: tí at eg havi sent teir.
21 Tá fór Pætur oman til menninar sum vóru sendir til hansara frá Corneliusi; og segði, Sí, eg eri hann sum tit søkja: hvat er grundin fyri hví tit eru komnir?
22 Og teir søgdu, Hundraðsovastin Cornelius, ein rættlátur maður, og ein sum óttast Guð, og av góðum ummæli millum alla Jødanna tjóð, varð varslaður frá Guði við heilagum eingli at senda eftir tær inn í hús sítt, og at hoyra orð frá tær.
23 Tá rópaði hann teir inn, og hýsti teimum. Og um morgindagin fór Pætur avstað við teimum, og ávísir brøður frá Joppe fylgdust við honum.
24 Og dagin eftir komu teir til Cæsareu. Og Cornelius bíðaði eftir teimum, og hevði rópað saman sínar skyldmenn og tøttu vinir.
25 Og sum Pætur kom inn, møtti Cornelius honum, og fell niður við hansara føtur, og tilbað hann.
26 Men Pætur tók hann upp, og segði, Statt upp; eg sjálvur eri eisini maður.
27 Og sum hann talaði við hann, fór hann inn, og fann mong sum vóru saman komin.
28 Og hann segði við tey, Tit vita hvussu ið tað er eitt ólógligt ting hjá manni, sum er Jødi, at halda samlag, ella koma til ein av eini aðrari tjóð; men Guð hevur sýnt mær at eg skuldi ikki kalla nakran mann algongdan ella óreinan.
29 Tí kom eg til tykkara uttan andmæling, so skjótt sum eg varð sendur eftir: eg spyrji tí fyri hvørja ætlan tit hava sent eftir mær?
30 Og Cornelius segði, Fyri fýra døgum síðani fastaði eg inntil henda tíma; og við níggjunda tíma bað eg í mínum húsi, og sí, ein maður stóð frammanfyri mær í bjørtum klædnaði,
31 Og segði, Cornelius, bøn tín er hoyrd, og tínar olmussur eru hildnar í minni í Guðs eygsjón.
32 Send tí til Joppe, og rópa higar Símun, hvørs tilnavn er Pætur; hann hevur innivist í húsinum hjá einum Símuni, einum garvara, við sjóvarstrondina: sum, tá ið hann kemur, skal tala fyri tær.
33 Alt fyri eitt sendi eg tí til tín; og tú hevurt gjørt væl í at tú ert komin. Nú eru vit tí øll her tilstaðar frammi fyri Guði, at hoyra øll ting sum tær eru boðin av Guði.
34 ¶ Tá opnaði Pætur sín munn, og segði, Av sonnum varnist eg at Guð er eingin persónsmetari:
35 Men í hvørji tjóð er hann, ið óttast hann, og virkar rættvísi, góðtikin hjá honum.
36 Hitt orðið sum Guð sendi Ísraels børnum, í at prædika frið við Jesusi Christi: (hann er Harri alra:)
37 Tað orðið, sigi eg, kenna tit, sum varð kunngjørt út ígjøgnum alla Judæu, og byrjaði frá Galileu, eftir dópin sum Jóhannes prædikaði;
38 Hvussu Guð salvaði Jesus úr Nazareth við Halga Andanum og við kraft: sum fór um og gjørdi gott, og grøddi øll sum vóru kúgaði av djevlinum; tí Guð var við honum.
39 Og vit eru vitnir um øll ting sum hann gjørdi bæði í landi Jødanna, og í Jerusalem; hvønn teir vógu og hongdu á eitt træ:
40 Hann reisti Guð upp triðja dag, og sýndi hann opinlýsliga;
41 Ikki fyri øllum fólkinum, men vitnum sum vóru útvald frammanundan av Guði, enntá fyri okkum sum ótu og drukku við honum, eftir at hann reis upp frá deyðum.
42 Og hann beyð okkum at prædika fólkinum, og at vitna at tað er hann sum varð tilskilaður av Guði at vera Dómarin av livandi og deyðum.
43 Honum geva allir prophetarnir vitnisburð, at ígjøgnum hansara navn skal hvørsumhelst, ið trýr á hann, fáa eftirgeving av syndum.
44 ¶ Meðan Pætur enn talaði hesi orðini, fell Halgi Andin á øll tey sum hoyrdu orðið.
45 Og teir av umskeringini, sum trúðu, vórðu ovfarnir, so mangir sum komu við Pæturi, av tí at eisini á Heidningarnar varð úthelt gáva Halga Andans.
46 Tí teir hoyrdu tey tala við tungum, og hámeta Guð. Tá tók Pætur til orða,
47 Kann nakar nokta fyri vatni, at hesi ei skuldu verðið doypt, sum hava móttikið Halga Andan eins væl sum vit?
48 Og hann beyð tey at verða doypt í navni Harrans. Tá bóðu tey hann steðga ávísar dagar.
.
.
.
.
KAPITUL 11
.
.
Og ápostlarnir og brøðurnir, sum vóru í Judæu, hoyrdu at Heidningarnir høvdu eisini tikið ímóti Guðs orði.
2 Og tá ið Pætur var komin niðan til Jerusalem, trættu teir, sum vóru av umskeringini, við hann,
3 Og søgdu, Tú fórt inn til óumskornar menn, og átst við teimum.
4 Men Pætur fór yvir málið frá byrjanini, og greiddi teimum frá tí eftir raðfylgju, og segði,
5 Eg var í Joppe staði í bøn: og í eini transu sá eg sjón, Eitt ávíst ílat dala, sum hevði tað verið ein stórur dúkur, sigin niður frá himni eftir fýra hjørnum; og tað kom heilt til mín:
6 Tá ið eg hevði fest míni eygu á tað, umhugsaði eg tað, og sá ferføtt djór av jørðini, og villini djór, og skriðkykt, og fuglar av luftini.
7 Og eg hoyrdi eina rødd, sum segði við meg, Reis teg, Pætur; drep og et.
8 Men eg segði, Ikki so, Harri: tí at einkið algongt ella óreint hevur á nøkrum sinni farið inn í mín munn.
9 Men røddin svaraði mær aftur av himni, Tað sum Guð hevur reinsað, tað kalla ikki tú algongt.
10 Og hetta varð gjørt tríggjar ferðir: og øll vórðu drigin upp aftur inn í himin.
11 Og sí, alt fyri eitt vóru tríggir menn longu komnir at húsinum har eg var, sendir frá Cæsareu til mín.
12 Og Andin beyð mær at fara við teimum, og einkið ivast. Harafturat komu hesir seks brøðurnir við mær, og vit fóru inn í húsið hjá manninum:
13 Og hann sýndi okkum hvussu hann hevði sæð ein eingil í sínum húsi, sum stóð og segði við seg, Send menn til Joppe, og rópa Símun, hvørs tilnavn er Pætur;
14 Sum skal siga tær orð, sum tú og alt títt hús skulu verða frelst við.
15 Og sum eg tók at tala, fell Halgi Andin á tey, sum á okkum at byrja við.
16 Tá mintist eg aftur orðið hjá Harranum, hvussu ið hann segði, Jóhannes vissuliga doypti við vatni; men tit skulu verða doyptir við Halga Andanum.
17 Við tað tá, at Guð gav teimum líku gávu sum hann gav okkum, sum trúðu á Harran Jesus Christ; hvat var eg, at eg kundi standa ímóti Guði?
18 Tá ið teir hoyrdu hesi tingini, hildu teir friði sínum, dýrðmettu Guð, og søgdu, So hevur Guð eisini veitt Heidningunum umvending til lívs.
19 ¶ Teir sum nú vórðu spjaddir umkring við atsóknina sum reis upp íkring Stephan, ferðaðust so langt sum til Føniciu, og Cýpros, og Antiókiu, og prædikaðu orðið fyri ongum uttan Jødunum einans.
20 Og summir av teimum vóru menn úr Cýpros og Cýrene, sum, tá ið teir vóru komnir til Antiókiu, talaðu fyri Grikkunum, prædikandi Harran Jesus.
21 Og Harrans hond var við teimum: og eitt stórt tal trúðu, og vendu til Harrans.
22 ¶ Tá komu tíðindir um hesi ting fyri oyruni á kirkjuni sum var í Jerusalem: og teir sendu fram Barnabas, at hann skuldi fara so langt sum til Antiókiu.
23 Hvør, tá ið hann kom, og hevði sæð Guðs náði, varð glaður, og formanaði teir allar, at við hjartans ráði teir vildu halda fast við Harran.
24 Tí hann var ein góður maður, og fullur av Halga Andanum og av trúgv: og nógv fólk varð lagt afturat Harranum.
25 Tá fór Barnabas avstað til Tarsus, fyri at søkja Saulus:
26 Og tá ið hann hevði funnið hann, førdi hann hann til Antiókiu. Og tað bar á, at eitt heilt ár savnaðu teir seg saman við kirkjuni, og lærdu væl av fólki. Og lærusveinarnir vórðu fyrst kallaðir Christnir í Antiókiu.
27 ¶ Og í hesum døgum komu prophetar úr Jerusalem til Antiókiu.
28 Og har stóð upp ein av teimum, nevndur Ágabus, og uppmálaði eftir Andanum, at tað skuldi verða mikil svøltur út um allan heim: sum hendi á døgum Claudius Cæsars.
29 Lærusveinarnir, hvør maður eftir sínum førimuni, avráddu tá at senda neyðhjálp til brøðurnar sum búðu í Judæu:
30 Sum teir eisini gjørdu, og sendu tað til hinar elstu við hondum Barnabasar og Sauls.
.
.
.
.
KAPITUL 12
.
.
Men um ta tíðina rætti Heródes kongur fram sínar hendur at plága ávís av kirkjuni.
2 Og hann drap Jákup, bróður Jóhannesar, við svørðinum.
3 Og av tí at hann sá at tað toknaði Jødunum, fór hann longur fram at taka Pætur eisini. (Tá vóru dagar ósúrgaðs breyðs.)
4 Og tá ið hann hevði handtikið hann, setti hann hann í fongsul, og gav hann yvir til fýra fýramanna vaktir av hermonnum at vakta hann; og ætlaði eftir Páskir at føra hann fram til fólkið.
5 Pætur varð tí hildin í fongsli: men bøn varð gjørd uttan íhald av kirkjuni til Guðs fyri honum.
6 Og tá ið Heródes ætlaði at fara at føra hann fram, svav Pætur somu náttina ímillum tveir hermenn, bundin við tveimum ketum: og varðmenninir framman fyri dyrnar vaktaðu fongslið.
7 Og sí, eingil Harrans kom á hann, og eitt ljós skein í fongslinum: og hann sló Pætur á síðuna, og reisti hann upp, ogsegði, Reis teg upp í skundi. Og hansara ketur fullu av frá hondum hansara.
8 Og eingilin segði við hann, Gyrð teg, og bint á sandalur tínar. Og hann so gjørdi. Og hann sigur við hann, Smoygg klæði títt um teg, og fylg mær.
9 Og hann fór út, og fylgdi honum; og vitsti ikki at tað var satt sum varð gjørt av einglinum; men helt seg síggja eina sjón.
10 Tá ið teir vóru farnir framvið fyrstu og aðru vaktini, komu teir til jarnportrið sum leiðir til staðin; sum opnaðist fyri teimum av sínum egnu eintingum: og teir fóru út, og fóru víðari ígjøgnum eina gøtu; og við tað sama fór eingilin frá honum.
11 Og tá ið Pætur var komin til sín sjálvs, segði hann, Nú veit eg við vissu, at Harrin hevur sent eingil sín, og hevur fríað meg út úr hond Heródesar, og frá allari eftirvæntan Jødafólksins.
12 Og tá ið hann hevði umhugsað hetta, kom hann til hús Mariu, móður Jóhannesar, hvørs tilnavn var Markus; har mong vóru savnaði saman og bóðu.
13 Og sum Pætur bankaði á dyrnar av portrinum, kom ein genta at vita hvør tað var, nevnd Rhoda.
14 Og tá ið hon kendi røddina hjá Pæturi, opnaði hon ikki portrið vegna gleði, men rann inn, og segði frá hvussu iðPætur stóð frammanfyri portrið.
15 Og tey søgdu við hana, Tú ert óð. Men hon váttaði støðugt, at tað var enntá so. Tá søgdu tey, Tað er eingil hansara.
16 Men Pætur helt áfram at banka: og tá ið tey høvdu latið upp dyrnar, og sóu hann, vórðu tey ovfarin.
17 Men hann gjørdi tekin til teirra við hondini at halda friði sínum, og upplýsti teimum hvussu Harrin hevði ført hann út úr fongslinum. Og hann segði, Farið og sýnið Jákupi hesar lutir, og fyri brøðrunum. Og hann fór avstað, og fór í eitt annað pláss.
18 Men so skjótt sum tað var dagur, varð eingin smávegis røringur millum hermenninar, hvat ið vorðið var av Pæturi.
19 Og tá ið Heródes hevði søkt eftir honum, og fann hann ikki, rannsakaði hann varðmenninar, og beyð at teir skuldu takast av lívi. Og hann fór oman frá Judæu til Cæsareu, og varð har.
20 ¶ Og Heródes var ógviliga misnøgdur við teir úr Týrus og Sidon: men teir komu samsintir til hansara, og tá ið teirhøvdu gjørt Blastus, kamarsharra kongs, til sín vin, bóðu teir um frið; tí at land teirra varð nørt av landi kongsins.
21 Og Heródes, á einum ásettum degi, skrýddur í kongligt skrúð, settist á sítt hásæti, og helt teimum røðu.
22 Og fólkið gav eitt róp, og segði, Tað er røddin á einum gudi, og ikki á einum manni.
23 Og í stundini sló eingil Harrans hann, av tí at hann gav ikki Guði æruna: og hann varð etin av ormum, og gav upp andan.
24 ¶ Men Guðs orð vaks og margfaldaðist.
25 Og Barnabas og Saulus komu aftur frá Jerusalem, tá ið teir høvdu uppfylt sína tænastu, og tóku við sær Jóhannes, hvørs tilnavn var Markus.
.
.
.
.
KAPITUL 13
.
.
Men tað vóru í kirkjuni, sum var í Antiókiu, ávísir prophetar og frálærarar; so sum Barnabas, og Símeon sum varð kallaður Niger, og Lucius frá Cýrene, og Manaen, sum hevði verðið uppaldur við Heródesi fjórðingsfúrsta, og Saulus.
2 Sum teir tæntu til Harrans, og fastaðu, segði Halgi Andin, Skiljið mær Barnabas og Saulus frá til tað verk sum eg havi kallað teir til.
3 Og tá ið teir høvdu fastað og biðið, og lagt sínar hendur á teir, sendu teir teir avstað.
4 ¶ So tá ið teir soleiðis vórðu sendir út av Halga Andanum, fóru teir avstað til Selevciu; og haðani sigldu teir til Cýpros.
5 Og tá ið teir vóru í Sálamis, prædikaðu teir Guðs orð í sýnagogunum hjá Jødunum: og teir høvdu eisini Jóhannes til sín tænara.
6 Og tá ið teir vóru farnir ígjøgnum oynna til Páphos, funnu teir ein ávísan gandakall, ein falskan prophet, ein Jøda, hvørs navn var Bar-jesus:
7 Sum var hjá fulltrúa landsins, Sergiusi Paulusi, einum skilamanni; sum rópaði Barnabas og Saul, og tráaði at hoyra Guðs orð.
8 Men gandakallurin Elymas, (tí soleiðis er navn hansara við týðing,) stóð teimum ímóti, og royndi at snúgva landsstjóranum burtur frá trúnni.
9 Saulus, (sum eisini kallast Paulus,) fyltur við Halga Andanum, setti tá síni eygu á hann,
10 Og segði, O fullur av allari sniðfundni og allari illgerð, títt djevulsins barn, tín fíggindi av allari rættvísi, vilt tú ikki gevast at avskepla Harrans røttu vegir?
11 Og nú, sí, Harrans hond er yvir tær, og tú skalt vera blindur, og ei síggja sólina í eina tíð. Og alt fyri eitt fell á hann eitt tám og eitt myrkur; og hann fór umkring, og søkti onkran at leiða seg við hondini.
12 Fulltrúin, tá ið hann sá hvat var gjørt, trúði tá, og var ovfarin yvir doktrinu Harrans.
13 Men tá ið Paulus og hansara samlag loystu frá Páphos, komu teir til Pergu í Pamphýliu: og Jóhannes fór frá teimum, og vendi aftur til Jerusalem.
14 ¶ Men tá ið teir fóru avstað úr Pergu, komu teir til Antiókiu í Pisidiu, og fóru inn í sýnagoguna á sabbatsdegnum, og settust niður.
15 Og eftir lesingina av lógini og prophetunum sendu stjórnararnir av sýnagoguni til teirra, sigandi, Tit menn og brøður, um tit hava nakað formaningarorð til fólkið, tá mælið áfram.
16 Tá stóð Paulus upp, gjørdi tekin við hondini, og segði, Menn av Ísrael, og tit sum óttast Guð, gevið áhoyrn.
17 Guð hjá hesum Ísraels fólki valdi okkara fedrar, og hevjaði fólkið upp, tá ið teir búðu sum fremmandir í Egyptalandi, og við høgum armi førdi hann teir út úr tí.
18 Og umleið tíðina á fjøruti ár útstóð hann teirra atburðir í oyðuni.
19 Og tá ið hann hevði oytt sjey tjóðir í landi Chánaans, deildi hann teimum teirra land eftir luti.
20 Og eftir tað gav hann teimum dómarar í umleið skeiðið á fýra hundrað og fimmti ár, inntil prophetin Sámuel.
21 Og síðan tráaðu teir ein kong: og Guð gav teimum Saul, son Kis, ein mann av Benjamins ætt, í fjøruti ára bil.
22 Og tá ið hann hevði flutt hann burtur, reisti hann teimum upp Dávid at vera kong teirra; hvørjum hann eisini gav vitnisburð, og segði, Eg havi funnið Dávid, son Ísais, ein mann eftir mínum egna hjarta, sum skal uppfylla allan mín vilja.
23 Av sáðnum hjá hesum manni hevur Guð, eftir fyrijáttan síni, reist Ísrael ein Frelsara, Jesus:
24 Tá ið Jóhannes fyrst hevði prædikað, áðrenn hansara komu, umvendingardópin fyri øllum fólki Ísraels.
25 Og sum Jóhannes uppfylti skeið sítt, segði hann, Hvør halda tit at eg eri? Eg eri ikki hann. Men sí, eftir meg kemur ein, hvørs skógvar á hansara fótum eg ikki eri verdur at loysa.
26 Menn og brøður, børn Ábrahams stammu, og hvørsumhelst tykkara millum ið óttast Guð, tykkum er orðið av hesi frelsu sent.
27 Tí at teir sum dvøljast í Jerusalem, og teirra stjórnarar, av tí at teir kendu hann ikki, ella tá prophetanna røddir, sum verða lisnar hvønn sabbatsdag, hava teir uppfylt tær í at fordøma hann.
28 Og tó at teir onga grund til deyða funnu í honum, so tráaðu teir Pilatus at hann skuldi vegast.
29 Og tá ið teir høvdu uppfylt alt sum var skrivað um hann, tóku teir hann niður av trænum, og løgdu hann í eitt gravhýsi.
30 Men Guð reisti hann frá teimum deyðu:
31 Og hann varð sæddur í nógvar dagar av teimum ið komu niðan við honum frá Galileu til Jerusalem, sum eru hansara vitnir fyri fólkinum.
32 Og vit kunngera tykkum gleðitíðindir, hvussu ið fyrijáttanin, sum varð gjørd fedrunum,
33 Ta somu hevur Guð uppfylt okkum, teirra børnum, í at hann hevur reist upp Jesus aftur; sum tað eisini er skrivað í øðrum psálminum, Tú ert Sonur mín, henda dag havi eg gitið teg.
34 Og hvat viðvíkur tí, at hann reisti hann upp frá deyðum, nú ikki meira at venda aftur til rot, so segði hann á henda hátt, Eg vil geva tær hinar vissu miskunnir Dávids.
35 Hvørsvegna hann sigur eisini í einum øðrum psálmi, Tú skalt ikki loyva Hinum Heilaga tínum at síggja rot.
36 Tí at Dávid, eftir at hann hevði tænt sínum egna ættarliði eftir vilja Guðs, sovnaði, og varð lagdur at sínum fedrum, og sá rot:
37 Men hann, sum Guð reisti aftur, sá einkið rot.
38 ¶ Veri tykkum tí kunnugt, menn og brøður, at ígjøgnum henda mann verður tykkum prædikað fyrigeving syndanna:
39 Og við honum eru allir, sum trúgva, rættvísgjørdir frá øllum tingum, sum tit ikki kundu verða rættvísgjørdir frá við Móselógini.
40 Verið tí varnir, at ikki tað komi á tykkum, sum er talað um í prophetunum;
41 Síggið, tit vanvirðarar, og undrist, og týnist: tí at eg virki eitt verk í tykkara døgum, eitt verk sum tit á ongan hátt skulu trúgva, um so onkur hevði kunngjørt tykkum tað.
42 Og tá ið Jødarnir vóru farnir út úr sýnagoguni, bønaðu Heidningarnir, at hesi orð máttu verða prædikað fyri teimum næsta sabbatin.
43 Men tá ið samkoman var loyst upp, fylgdu mangir av Jødunum og trúrøknu prosilýtunum Paulusi og Barnabasi: sum talaðu til teirra, og sannførdu teir at halda fram í náði Guðs.
44 ¶ Og næsta sabbatsdagin kom næstan allur staðurin saman at hoyra Guðs orð.
45 Men tá ið Jødarnir sóu mannfjøldirnar, vórðu teir fyltir við øvund, og talaðu ímóti teimum tingunum ið vórðu talaði av Paulusi, ja, mótmæltu og gudsspottaðu.
46 Tá vuksu Paulus og Barnabas djarvir, og søgdu, Tað var neyðugt at Guðs orð skuldi fyrst verða talað til tykkara: men eftir sum tit koyra tað frá tykkum, og døma tykkum óverdar til ævigtvarandi lív, sí, tí venda vit okkum til Heidningarnar.
47 Tí svá hevur Harrin boðið okkum, og sagt, Eg havi sett teg til at vera eitt ljós hjá Heidningunum, at tú skuldirt vera til frelsu at jarðarinnar endum.
48 Og tá ið Heidningarnir hoyrdu hetta, vórðu teir glaðir, og dýrðmettu Harrans orð: og so mangir, sum vóru útnevndir til ævigt lív, trúðu.
49 Og Harrans orð varð kunngjørt út ígjøgnum alt umráðið.
50 Men Jødarnir østu upp hinar frómu og ærumiklu kvinnurnar, og fremstu menn staðarins, og reistu atsókn ímóti Paulusi og Barnabasi, og róku teir út úr sínum breddum.
51 Men teir ristu av dustið á sínum fótum ímóti teimum, og komu til Icónium.
52 Og lærusveinarnir vórðu fyltir við gleði, og við Halga Andanum.
.
.
.
.
KAPITUL 14
.
.
Og tað bar so til í Icónium, at teir fóru báðir saman inn í sýnagoguna hjá Jødunum, og talaðu so, at ein stór fjøld, bæði av Jødunum og eisini av Grikkunum, trúðu.
2 Men teir vantrúgvandi Jødarnir østu upp Heidningarnar, og gjørdu teirra hugar ilt tráaðar ímóti brøðrunum.
3 Í langa tíð vórðu teir tí verandi, og talaðu djarvt í Harranum, sum gav sínum náðarorði vitnisburð, og veitti tekin og undur at verða gjørd við teirra hondum.
4 Men mannfjøldin av staðinum var sundurbýtt: og partur helt við Jødunum, og partur við ápostlunum.
5 Og tá ið eitt árend varð gjørt bæði av Heidningunum, og eisini av Jødunum við teirra stjórnarum, at fara vanvirðisliga við teimum, og at steina teir,
6 Vórðu teir varir við tað, og flýddu til Lýstru og Derbe, staðir av Lýcaóniu, og til økið sum liggur runt um:
7 Og har prædikaðu teir gleðiboðskapin.
8 ¶ Og tað sat ávísur maður í Lýstru, máttleysur í sínum fótum, sum var krypil frá móðurlívi móður sínar, sum aldri hevði gingið:
9 Hin sami hoyrdi Paulus tala: og tá ið hann støðufast hugdi uppá hann, og varnaðist at hann hevði trúgv til at verða grøddur,
10 Segði hann við harðari rødd, Statt upprættur á tínar føtur. Og hann sprakk og gekk.
11 Og tá ið fólkið sá hvat Paulus hevði gjørt, hevjaðu tey upp sínar røddir, og søgdu á máli Lýcaóniu, Til okkara eru gudarnir komnir niður í mannalíki.
12 Og teir kallaðu Barnabas Jupiter; og Paulus Mercúrius, tí hann var høvuðs talarin.
13 Presturin av Jupiter, sum var frammanfyri staðinum, kom tá við oksum og kransum at portrunum, og vildi gjørt sláturoffur við fólkinum.
14 Og tá ið ápostlarnir, Barnabas og Paulus, hoyrdu tað, skræddu teir síni klæðir, og runnu inn millum fólkið, og róptu út,
15 Og søgdu, Harrar, hví gera tit hesi ting? Vit eru eisini menn av líkum sinnisrørslum við tykkum, og prædika tykkum, at tit skuldu venda frá hesum fáfongdum til hin livandi Guð, sum gjørdi himin, og jørð, og sjógvin, og øll ting sum eru harí:
16 Sum í lidnum tíðum loyvdi øllum tjóðum at ganga í teirra egnu vegum.
17 Kortini eftirlæt hann seg ikki uttan vitnisburð, í at hann gjørdi gott, og gav okkum regn av himni, og fruktagóðar tíðir, og fylti vári hjørtu við mati og gleði.
18 Og við hesum útsagnum hildu teir fólkinum treyðugt aftur, at tey ikki gjørdu sláturoffur at teimum.
19 ¶ Og tað komu hagar ávísir Jødar úr Antiókiu og Icónium, sum yvirtalaðu fólkið, og tá ið teir høvdu steinað Paulus, drógu teir hann út úr staðinum, og hildu hann vera deyðan.
20 Men sum lærusveinarnir stóðu runt um hann, reistist hann upp, og kom inn í staðin: og dagin eftir fór hann avstað við Barnabasi til Derbe.
21 Og tá ið teir høvdu prædikað gleðiboðskapin fyri tí staði, og høvdu lært mangar, vendu teir aftur til Lýstru, og tilIcónium, og Antiókiu,
22 Og støðufestu sálirnar hjá lærusveinunum, og formanaðu teir at halda fram í trúnni, og at vit mugu gjøgn mikla trongslu ganga inn í kongadømi Guðs.
23 Og tá ið teir høvdu innsett teimum elstar í hvørji kirkju, og høvdu biðið við føstu, litu teir teir upp til Harrans, á hvønn teir trúðu.
24 Og eftir at teir vóru farnir út ígjøgnum Pisidiu, komu teir til Pamphýliu.
25 Og tá ið teir høvdu prædikað orðið í Pergu, fóru teir oman til Attáliu:
26 Og sigldu haðani til Antiókiu, hvaðani teir høvdu verðið litnir upp til náði Guðs, til tað verk sum teir uppfyltu.
27 Og tá ið teir vóru komnir, og høvdu savnað kirkjuna saman, fóru teir yvir aftur alt sum Guð hevði gjørt við teimum, og hvussu hann hevði opnað Heidningunum trúardyrnar.
28 Og har vórðu teir í langa tíð hjá lærusveinunum.
.
.
.
.
KAPITUL 15
.
.
Og ávísir menn, sum komu oman frá Judæu, lærdu brøðurnar, og søgdu, Uttan tit verði umskornir eftir Móse lagi, kunnu tit ei verða frelstir.
2 Tá ið tí Paulus og Barnabas høvdu onga smávegis ósemju og orðadrátt við teir, gjørdu teir av at Paulus og Barnabas, og ávísir aðrir av teimum, skuldu fara niðan til Jerusalem til ápostlarnar og hinar elstu um henda spurning.
3 Og tá ið teir vóru førdir ávegis av kirkjuni, fóru teir ígjøgnum Føniciu og Samáriu, og kunngjørdu umvending Heidninganna: og teir voldu øllum brøðrunum mikla frøi.
4 Og tá ið teir vóru komnir til Jerusalem, vórðu teir móttiknir av kirkjuni, og av ápostlunum og teimum elstu, og teir kunngjørdu allar lutir sum Guð hevði gjørt við teimum.
5 Men tað risu upp ávísir av sekt Pharisearanna sum trúðu, sum søgdu, At tað var neyðugt at umskera teir, og at bjóða teimum at halda Móselógina.
6 ¶ Og ápostlarnir og teir elstu komu saman til tess at umhugsa hetta mál.
7 Og tá ið nógvur orðadráttur hevði verið, reis Pætur upp, og segði við teir, Menn og brøður, tit vita hvussu ið fyri góðari stund síðani gjørdi Guð kjósan okkara millum, at Heidningarnir við mínum munni skuldu hoyra orð gleðiboðskaparins, og trúgva.
8 Og Guð, sum kennir hjørtuni, bar teimum vitnisburð, við at geva teimum Halga Andan, júst sum hann gav okkum;
9 Og setti ongan mun ímillum okkum og teir, við at reinsa teirra hjørtu við trúgv.
10 Hví freista tit tí nú Guð, við at leggja eitt ok á nakkan á lærusveinunum, sum hvørki okkara fedrar ella vit vóru mentir at bera?
11 Men vit trúgva, at ígjøgnum náði Harrans Jesu Christs skulu vit verða frelstir, júst eins og teir.
12 ¶ Tá helt øll mannfjøldin tøgn, og gav áhoyrn fyri Barnabasi og Paulusi, sum upplýstu hvørji kraftarverk og undur Guð hevði virkað millum Heidningarnar við teimum.
13 ¶ Og eftir at teir høvdu hildið friði sínum, tók Jákup til orða, og segði, Menn og brøður, lýðið á meg:
14 Símeon hevur kunngjørt, hvussu Guð í fyrstani vitjaði Heidningarnar, at taka sínum navni eitt fólk úr teimum.
15 Og við hetta einast prophetanna orð; sum skrivað stendur,
16 Eftir hetta vil eg venda aftur, og vil byggja aftur tabernakkul Dávids, sum er fallið niður; og eg vil byggja aftur toftir tess, og eg vil seta tað upp:
17 At hinir eftirverandi av monnum mega søkja eftir Harranum, og allir Heidningarnir, sum mítt navn er nevnt yvir, sigur Harrin, sum allar hesar lutir ger.
18 Guði kunn eru øll hansara verk frá byrjan veraldarinnar.
19 Hvørsvegna dómur mín er, at vit órógvi ikki teir sum burturúr Heidningunum eru vendir til Guðs:
20 Men at vit skriva teimum, at teir haldi sær frá óreinskanum av skurðgudum, og frá siðloysi, og frá lutum kvaldum, og frá blóði.
21 Tí Móses, frá gamlari tíð, hevur í hvørjum staði teir sum prædika hann, við at verða lisin í sýnagogunum hvønn sabbatsdag.
22 Tá hóvaði tað ápostlunum og hinum elstu, við allari kirkjuni, at senda útvaldar menn úr teirra egna hópi til Antiókiu við Paulusi og Barnabasi; nevniliga, Judas, tilnevndur Barsabas; og Silas; fremstir menn millum brøðurnar:
23 Og teir skrivaðu brøv við teimum eftir hesum háttarlagi; Ápostlarnir og teir elstu og brøðurnir senda kvøðu til brøðurnar sum eru av Heidningunum í Antiókiu og Sýriu og Ciliciu:
24 Við tað at vit hava hoyrt at ávísir, sum fóru út frá okkum, hava órógvað tykkum við orðum, og velta um koll tykkara sálir, og siga, Tit mugu umskerast, og halda lógina: hvørjum vit einkið slíkt boð góvu:
25 So tóktist okkum gott, nú vit eru samsint savnaðir, at senda útvaldar menn til tykkara við okkara elskaðu Barnabasi og Paulusi,
26 Menn sum hava sett síni lív í vanda fyri navn várs Harra Jesu Christs.
27 Tí hava vit sent Judas og Silas, sum eisini skulu siga tykkum somu lutir munnliga.
28 Tí at tað tóktist gott fyri Halga Andanum, og fyri okkum, at leggja á tykkum onga størri byrði enn hesi neyðugu ting;
29 At tit haldi tykkum frá matum — ofraðum skurðgudum, og frá blóði, og frá lutum kvaldum, og frá siðloysi: sum, um tit halda tykkum frá, skal tykkum gangast væl. Farið væl.
30 So tá ið teir vóru latnir fara, komu teir til Antiókiu: og tá ið teir høvdu savnað mannfjøldina saman, avhendu teir epistilin:
31 Og tá ið teir høvdu lisið hann, gleddust teir um ugganina.
32 Og Judas og Silas, sum vóru prophetar eisini sjálvir, formanaðu brøðurnar við mongum orðum, og støðufestu teir.
33 Og eftir at teir høvdu dvølt har eitt bil, vórðu teir latnir fara í friði frá brøðrunum til ápostlarnar.
34 Men tað líkaði Silasi at verða har enn.
35 Paulus og Barnabas hildu eisini fram í Antiókiu, og frálærdu og prædikaðu Harrans orð, við mongum øðrum eisini.
36 ¶ Og nakrar dagar eftir segði Paulus við Barnabas, Latum okkum fara aftur og vitja okkara brøður í hvørjum staði, har vit hava prædikað orð Harrans, og síggja hvussu teimum gongst.
37 Og Barnabas avráddi at taka við teimum Jóhannes, hvørs tilnavn var Markus.
38 Men Paulus helt ikki gott at taka hann við teimum, sum fór burtur frá teimum úr Pamphýliu, og fór ikki við teimum til verkið.
39 Og orðastríðið varð so hvast ímillum teir, at teir fóru avstað sundur hvør frá øðrum: og so tók Barnabas Markus, og sigldi til Cýpros;
40 Og Paulus valdi Silas, og fór avstað, tá ið hann var litin upp av brøðrunum til náði Guðs.
41 Og hann fór ígjøgnum Sýriu og Ciliciu, og støðufesti kirkjurnar.
.
.
.
.
KAPITUL 16
.
.
Tá kom hann til Derbe og Lýstru: og sí, ein ávísur lærusveinur var har, nevndur Timotheus, sonur ávísa kvinnu sum var Jødinna, og trúði; men faðir hansara var Grikki:
2 Sum var væl fráboðaður um av brøðrunum ið vóru í Lýstru og Icónium.
3 Hann vildi Paulus hava at fara út við sær; og tók og umskar hann vegna Jødarnar sum vóru í teimum umráðunum: tí at teir vitstu allir at faðir hansara var Grikki.
4 Og sum teir fóru ígjøgnum staðirnar, avhendu teir teimum fyriskipanirnar til tess at halda, sum vórðu fyriskipaðar av ápostlunum og teimum elstu sum vóru í Jerusalem.
5 Og soleiðis vórðu kirkjurnar grundfestar í trúnni, og øktust í tali dagliga.
6 Men tá ið teir høvdu farið út ígjøgnum Phrýgiu og Galatiu umráðið, og vórðu noktaðir av Halga Andanum at prædika orðið í Ásiu,
7 Eftir at teir vóru komnir til Mýsiu, kannaðu teir at fara inn í Bithýniu: men Andin loyvdi teimum ikki.
8 Og teir fóru framvið Mýsiu, og komu oman til Tróas.
9 Og ein sjón birtist fyri Paulusi um náttina; Har stóð ein maður úr Macedóniu, og bað hann, og segði, Kom yvir til Macedóniu, og hjálp okkum.
10 Og eftir at hann hevði sæð sjónina, royndu vit alt fyri eitt at fara inn í Macedóniu, tí vit fangaðu við vissu, at Harrin hevði kallað okkum til tess at prædika teimum gleðiboðskapin.
11 Tí loystu vit frá Tróas, og komu við beinari kós til Samothráciu, og dagin eftir til Neápolis;
12 Og haðani til Philippi, sum er fremsti staðurin av tí partinum av Macedóniu, og ein niðursetustaður: og vit vóru í tí staði, og dvaldu í ávísar dagar.
13 Og á sabbatinum fóru vit út úr staðinum framvið einum áarbakka, har bøn var vant at verða gjørd; og vit settust niður, og talaðu við kvinnurnar sum hagar leitaðu.
14 ¶ Og ein ávís kvinna, nevnd Lýdia, ein seljari av purpuri, úr staðinum Thýatíru, sum tilbað Guð, hoyrdi okkum:hvørs hjarta Harrin opnaði, at hon gav gætur at tingunum sum vórðu talaði av Paulusi.
15 Og tá ið hon var doypt, og húski hennara, bønaði hon, og segði, Um tit havi dømt meg at vera trúfasta móti Harranum, tá komið inn í mítt hús, og verðið har. Og hon noyddi okkum.
16 ¶ Og tað bar á, sum vit fóru til bønar, møtti okkum ávís genta, heltikin við spásagnaranda, sum veitti sínum meistarum miklan vinning við spásøgn:
17 Hin sama fylgdi Paulusi og okkum, og rópti, og segði, Hesir menn eru tænarar hins hægsta Guðs, sum sýna okkum frelsuvegin.
18 Og hetta gjørdi hon í mangar dagar. Men Paulus, sum varð nívdur, vendi sær og segði til andan, Eg skipi tær í navni Jesu Christs at koma út úr henni. Og hann kom út í somu stund.
19 ¶ Og tá ið hennara meistarar sóu at vónin um teirra vinningar var farin, fangaðu teir Paulus og Silas, og drógu teirinn á torgið til stjórnararnar,
20 Og førdu teir til høvuðsmenninar, og søgdu, Hesir menn, sum eru Jødar, órógva stað váran avbera nógv,
21 Og frálæra venjur, sum ikki eru lógligar hjá okkum at taka ímóti, eiheldur at halda, tí vit eru Rómverjar.
22 Og mannfjøldin reis upp saman ímóti teimum: og høvuðsmenninir skræddu klæðini av teimum, og buðu at berja teir.
23 Og tá ið teir høvdu lagt mangar fleingjur á teir, kastaðu teir teir inn í fongsul, og áløgdu fangavørðinum at vakta teir trygt:
24 Og tá ið hann hevði móttikið slíka álegging, stoytti hann teir inn í innara fongslið, og gjørdi teirra føtur fastar í stokkunum.
25 ¶ Og á midnátt bóðu Paulus og Silas, og sungu Guði lovprísanir: og fangarnir hoyrdu teir.
26 Og brádliga varð mikil jarðskjálvti, so at grundvøllirnir av fongslinum vórðu skakaðir: og alt fyri eitt vórðu allar dyrnar opnaðar, og bondini hjá hvørjum einstøkum vórðu loyst.
27 Og fongsulsvørðurin, tá ið hann vaknaði úr sínum svøvni, og sá fongsulsdyrnar opnar, dró hann svørð sítt út, og vildi havt dripið seg, tí hann helt at fangarnir vóru flýddir.
28 Men Paulus rópti við harðari rødd, og segði, Ger tær einkið mein: tí vit eru her allir.
29 Tá rópaði hann eftir einum ljósi, og sprakk inn, og kom skelvandi, og fell niður fyri Paulusi og Silasi,
30 Og førdi teir út, og segði, Harrar, hvat má eg gera fyri at verða frelstur?
31 Og teir søgdu, Trúgv á Harran Jesus Christ, og tú skalt vera frelstur, og hús títt.
32 Og teir talaðu honum orð Harrans, og fyri øllum ið vóru í húsi hansara.
33 Og hann tók teir tann sama náttartíman, og tvó teirra skeinur; og varð doyptur, hann og øll hansara, beinanvegin.
34 Og tá ið hann hevði ført teir inn í hús sítt, setti hann mat frammanfyri teimum, og fegnaðist, trúgvandi á Guð við øllum sínum húsi.
35 Og tá ið tað varð dagur, sendu høvuðsmenninir embætismenninar, sigandi, Latið hasar menninar fara.
36 Og fongsulsvørðurin taldi hesa framsøgn fyri Paulusi, Høvuðsmenninir hava sent at lata tykkum fara: haldið tí nú avstað, og farið í friði.
37 Men Paulus segði við teir, Teir hava bart okkum opinlýst, ódømdar, og vit eru Rómverjar, og hava kastað okkum í fongsul; og nú stoyta teir okkum út loyniliga? nei mín sann; men lat teir sjálvar koma og heinta okkum út.
38 Og embætismenninir søgdu høvuðsmonnunum hesi orð: og teir óttaðust, tá ið teir hoyrdu at teir vóru Rómverjar.
39 Og teir komu og bønaðu teir, og førdu teir út, og tráaðu teir at fara avstað úr staðinum.
40 Og teir fóru út úr fongslinum, og fóru inn í hús Lýdiu: og tá ið teir høvdu sæð brøðurnar, uggaðu teir teir, og fóru avstað.
.
.
.
.
KAPITUL 17
.
.
Men tá ið teir høvdu farið ígjøgnum Amphipólis og Apollóniu, komu teir til Thessalónicu, hvar var ein sýnagoga hjá Jødunum:
2 Og Paulus, sum hansara háttur var, fór inn til teirra, og tríggjar sabbatsdagar skifti hann orð við teir út frá skriftunum,
3 Og upplæt og hevdaði, at Christus mátti neyðugt hava liðið, og risið aftur frá teimum deyðu; og at hesin Jesus, hvønn eg prædiki tykkum, er Christus.
4 Og summir av teimum trúðu, og gingu til fylgdar við Paulus og Silas; og av teimum frómu Grikkunum ein mikil fjøld, og av fremstu kvinnunum ikki fáar.
5 ¶ Men teir Jødarnir sum ikki trúðu, drivnir við øvund, tóku til sín ávísar ósømiligar felagar, av tí lægra slagnum, og savnaðu ein flokk, og settu allan staðin í eitt uppstig, og lupu á húsið hjá Jásoni, og royndu at føra teir út til fólkið.
6 Og tá ið teir ikki funnu teir, drógu teir Jáson og ávísar brøður til stjórnarar staðarins, og rópaðu, Hesir, sum hava vent øllum heiminum upp og niður, eru komnir higar eisini;
7 Hvørjum Jáson hevur tikið ímóti: og hesir gera allir mótsatt løgskipanum Cæsars, í at teir siga at ein annar kongur er, ein Jesus.
8 Og teir órógvaðu fólkið og stjórnarar staðarins, tá ið teir hoyrdu hesar lutir.
9 Og tá ið teir høvdu tikið trygd av Jásoni, og av hinum, lótu teir teir fara.
10 ¶ Og alt fyri eitt sendu brøðurnir Paulus og Silas avstað um náttina til Berøu: og tá ið teir komu hagar, fóru teir inn í sýnagoguna hjá Jødunum.
11 Hesir vóru meira tignarligir enn teir í Thessalónicu, í at teir tóku ímóti orðinum við øllum sinnisfúsleika, og kannaðu skriftirnar dagliga, hvørt tey tingini vóru so.
12 Tí trúðu mangir av teimum; eisini av heiðursomum kvinnum ið vóru Grikskar, og av monnum, ikki fá.
13 Men tá ið Jødarnir av Thessalónicu høvdu kunnleika um, at Guðs orð varð prædikað av Paulusi í Berøu, komu teir eisini hagar, og østu fólkið upp.
14 Og alt fyri eitt sendu brøðurnir tá Paulus avstað, at fara sum var tað til sjógvin: men Silas og Timotheus steðgaðu har enn.
15 Og teir, sum leiddu Paulus, førdu hann til Athen: og tá ið teir høvdu móttikið boð til Silas og Timotheus um at koma til hansara sum skjótast, fóru teir avstað.
16 ¶ Men meðan Paulus bíðaði eftir teimum í Athen, varð andi hansara rørdur í honum, tá ið hann sá staðin heilt givnan til skurðgudadýrkanar.
17 Tí røddi hann í sýnagoguni við Jødarnar, og við teir frómu persónarnar, og á torginum dagliga við teir sum hittust við hann.
18 Ávísir heimspekingar av teimum Epicúrisku, og av Stóikarunum, truffust tá á við hann. Og summir søgdu, Hvat vil hesin geiparin siga? onkrir aðrir søgdu, Hann tykist at vera ein leggjari fram av fremmandum gudum: tí hann prædikaði teimum Jesus, og uppreisnina.
19 Og teir tóku hann, og førdu hann til Areópagos, og søgdu, Mega vit vita hvat henda nýggja doktrina, sum tú talart um, er?
20 Tí at tú førirt ávís undarlig ting fyri oyru vári: vit vildu tí vitað hvat hesi tingini merkja.
21 (Tí at allir Athenararnir og teir fremmandu, sum vóru har, brúktu sína tíð í ongum øðrum, uttan annaðhvørt at siga, ella at hoyra, okkurt nýtt.)
22 ¶ Tá stóð Paulus á miðjum Mars heyggi, og segði, Tit menn úr Athen, eg varnist at tit í øllum lutum eru ov pátrúnir.
23 Tí sum eg fór framvið, og skoðaði tykkara tilbiðjingar, fann eg eitt altar við hesi áskrift, TIL HIN ÓKUNNA GUÐ. Hvønn tit tí fákunnugliga tilbiðja, hann kunngeri eg tykkum.
24 Guð, sum gjørdi verøldina og øll ting harí, við tað at hann er Harri himins og jarðar, býr ikki í templum, gjørd við hondum;
25 Eiheldur verður hann tilbiðin við mannahondum, sum um honum tørvaði nakað, við tað at hann gevur øllum lív, og andadrátt, og øll ting;
26 Og hevur gjørt av einum blóði allar mannatjóðir til tess at dvøljast á allari ásjónini á jørðini, og hevur ásett tíðirnar sum eru frammanundan fyriskipaðar, og mørkini av teirra bústaði;
27 At teir skuldu søkja Harran, um møguliga teir máttu trilvað eftir honum, og funnið hann, hóast hann veri ikki fjart frá hvørjum einstøkum av okkum:
28 Tí at í honum liva vit, og rørast, og hava okkara veran; eins og eisini ávísir av tykkar egnu skaldum hava sagt, Tí at vit eru eisini avkom hansara.
29 Við tað at vit tá eru Guðs avkom, áttu vit ikki at hugsað at Gudskapurin er líkur gulli, ella silvuri, ella steini, tilevnað við listakynstri og páfundi mans.
30 Og tíðirnar av hesi fákunnu læt Guð fara afturvið borðinum; men býður nú øllum monnum allastaðni at venda um:
31 Tí at hann hevur útpeikað ein dag, í hvørjum hann vil døma heimin í rættvísi við tí manni sum hann hevur fyriskipað; sum hann hevur givið øllum fullvissu um, í at hann hevur reist hann frá teimum deyðu.
32 ¶ Og tá ið teir hoyrdu um uppreisnina av teimum deyðu, háðaðu summir: og aðrir søgdu, Vit vilja hoyra teg aftur um hetta evni.
33 So Paulus fór avstað frá teirra millum.
34 Men ávísir menn krøktu seg til hansara, og trúðu: hvørja millum var Areópagitin Dionýsius, og ein kvinna nevnd Damáris, og onnur við teimum.
.
.
.
.
KAPITUL 18
.
.
Eftir hesar lutir fór Paulus avstað úr Athen, og kom til Corinth;
2 Og fann ein ávísan Jøda, Aquilas at navni, føddur í Pontus, nýliga komin úr Itáliu, við konu síni Priskillu; (av tí at Claudius hevði boðið øllum Jødum at fara avstað úr Róm:) og kom til teirra.
3 Og av tí at hann var av sama handverki, varð hann verandi hjá teimum, og arbeiddi: tí at av sínum yrki vóru teir tjaldmakarar.
4 Og hann skifti orð í sýnagoguni hvønn sabbat, og sannførdi Jødarnar og Grikkarnar.
5 Og tá ið Silas og Timotheus vóru komnir frá Macedóniu, var Paulus kroystur í andanum, og vitnaði fyri Jødunum atJesus var Christus.
6 Og tá ið teir settu seg ímóti, og gudsspottaðu, risti hann sín klædnað, og segði við teir, Blóð tykkara veri uppiá tykkara egnu høvdum; eg eri reinur: hiðanífrá fari eg til Heidningarnar.
7 ¶ Og hann fór avstað haðani, og fór inn í húsið hjá einum ávísum manni, nevndur Justus, ein sum tilbað Guð, hvørs hús lá tætt uppat sýnagoguni.
8 Og Crispus, fremsti stjórnarin av sýnagoguni, trúði á Harran við øllum sínum húsi; og mangir av Corintharunum, sumhoyrdu, trúðu, og vórðu doyptir.
9 Tá talaði Harrin til Paulusar um náttina við eini sjón, Ver ikki ræddur, men tala, og halt ikki tøgn tíni:
10 Tí at eg eri við tær, og eingin skal leggja á teg til at meina teg: tí at eg havi nógv fólk í hesum staði.
11 Og hann helt áfram har í eitt ár og seks mánaðir, og frálærdi Guðs orð teirra millum.
12 ¶ Og tá ið Gallio var fulltrúin av Akaiu, gjørdu Jødarnir samsintir uppreist ímóti Paulusi, og førdu hann til dómstólin,
13 Og søgdu, Hesin felagin yvirtalar menn at tilbiðja Guð mótsatt við lógina.
14 Og tá ið Paulus nú var um at lata upp sín munn, segði Gallio við Jødarnar, Um tað var eitt mál um rangt ella vont teymaloysi, O tit Jødar, hevði grund verið fyri at eg skuldi borið yvir við tykkum:
15 Men um tað veri ein spurningur um orð og nøvn, og um tykkara lóg, tá hyggið tit til tess; tí at eg vil eingin dómari vera í slíkum málum.
16 Og hann rak teir frá dómstólinum.
17 Tá tóku allir Grikkarnir Sosthenes, fremsta stjórnaran av sýnagoguni, og bardu hann frammi fyri dómstólinum. Og Gallio legði ikki í nakað av teim tingunum.
18 ¶ Og eftir hetta dvaldi Paulus har enn eina fitta stund, og tók so sína skilnaðarkvøðu við brøðurnar, og sigldi haðani til Sýriu, og við honum Priskilla og Aquilas; havandi hárskorið sær um høvdið í Kenkreu: tí hann hevði eitt lyfti.
19 Og hann kom til Ephesus, og eftirlæt tey har: men sjálvur fór hann inn í sýnagoguna, og skifti orð við Jødarnar.
20 Tá ið teir tráaðu hann at steðga longri tíð hjá teimum, samtykti hann ikki;
21 Men beyð teimum farvæl, og segði, Eg má við øllum brøgdum halda hesa hátíðina, sum kemur, í Jerusalem: men eg vil koma aftur aftur til tykkara, um Guð vil. Og hann sigldi út frá Ephesus.
22 Og tá ið hann var komin at landi í Cæsareu, og farin niðan, og hevði heilsað kirkjuni, fór hann oman til Antiókiu.
23 Og eftir at hann hevði brúkt nakað av tíð har, fór hann avstað, og fór yvir alt land Galatiu og Phrýgiu í raðfylgju, ogstyrkti allar lærusveinarnar.
24 ¶ Og ein ávísur Jødi, Apollos nevndur, føddur í Alexandriu, ein væltalandi maður, og mektigur í skriftunum, kom til Ephesus.
25 Hesin maðurin var undirvístur í Harrans vegi; hann var brennandi í andanum, og talaði og frálærdi greiniligani lutir Harrans, og kendi tó bert dóp Jóhannesar.
26 Og hann byrjaði at tala djarvt í sýnagoguni: og tá ið Aquilas og Priskilla høvdu hoyrt hann, tóku tey hann at sær, og útløgdu honum Guðs veg meira fullkomiliga.
27 Og tá ið hann var sinnaður at fara inn í Akaiu, skrivaðu brøðurnir, og formanaðu lærusveinarnar at taka ímóti honum: og tá ið hann var komin, hjálpti hann teimum nógv sum høvdu trúð gjøgnum náði:
28 Tí hann mektigani sannførdi Jødarnar, og tað alment, og sýndi við skriftunum at Jesus var Christus.
.
.
.
.
KAPITUL 19
.
.
Og tað bar á, at meðan Apollos var í Corinth, at Paulus, tá ið hann var farin ígjøgnum ovaru breddarnar, kom til Ephesus: og fann ávísar lærusveinar,
2 Og hann segði við teir, Hava tit tikið ímóti Halga Andanum, síðan tit trúðu? Og teir søgdu við hann, Vit hava ikki so mikið sum hoyrt, hvørt tað veri nakar Halgur Andi.
3 Og hann segði við teir, At hvørjum vórðu tit tá doyptir? Og teir søgdu, At dópi Jóhannesar.
4 Tá segði Paulus, Jóhannes sanniliga doypti við umvendingardópinum, í at hann segði við fólkið, at tey skuldu trúgva á hann ið skuldi koma eftir hann, tað er, á Christ Jesus.
5 Tá ið teir hoyrdu hetta, vórðu teir doyptir í navni Harrans Jesu.
6 Og tá ið Paulus hevði lagt sínar hendur á teir, kom Halgi Andin á teir; og teir talaðu við tungum, og propheteraðu.
7 Og allir menninir vóru umleið tólv.
8 Og hann fór inn í sýnagoguna, og talaði djarvligani í skeiðið á tríggjar mánaðir, og samrøddi og sannførdi tingini viðvíkjandi kongadømi Guðs.
9 Men tá ið ymsir herdust, og ikki trúðu, men talaðu ilt um tann vegin frammi fyri mannfjøldini, fór hann frá teimum, og skildi lærusveinarnar frá, og samrøddi dagligani í skúlanum hjá einum Týrannusi.
10 Og hetta helt áfram í tvey ára skeið; so at allir teir, sum búðu í Ásiu, hoyrdu orð Harrans Jesu, bæði Jødar og Grikkar.
11 Og Guð virkaði serlig kraftarverk við hondum Paulusar:
12 So at frá hansara likami vórðu førd at teimum sjúku sveittadúkar ella svintur, og sjúkdómarnir viku frá teimum, og illu andarnir fóru út úr teimum.
13 ¶ Ávísir av flakkandi Jødunum, djevlaútdrívarum, tóku tá uppá seg at kalla yvir tey, sum høvdu illar andar, navn Harrans Jesu, og siga, Vit svørja tykkum við Jesus, sum Paulus prædikar.
14 Og har vóru sjey synir hjá einum Skeva, einum Jøda, og hægsta av prestunum, ið so gjørdu.
15 Og illi andin svaraði og segði, Jesus kenni eg, og Paulus kenni eg; men hvørjir eru tit?
16 Og maðurin, sum illi andin var í, leyp á teir, og yvirmannaði teir, og hevði yvirvág ímóti teimum, so at teir flýddu út úr tí húsinum naknir og særdir.
17 Og hetta varð kunnugt fyri øllum Jødunum og Grikkunum, sum eisini dvaldust í Ephesus; og ótti fell á teir allar, og navn Harrans Jesu varð stórgjørt.
18 Og mong, sum trúðu, komu, og játtaðu, og sýndu sínar gerðir.
19 Mong av teimum eisini, sum brúktu dularfull kynstur, førdu sínar bøkur saman, og brendu tær fyri øllum monnum:og teir taldu virðið á teimum, og funnu tað vera fimmti túsund stykkir av silvuri.
20 So mektigani vaks Guðs orð og sigraði.
21 ¶ Eftir at hesi tingini vóru liðug, avráddi Paulus í andanum, tá ið hann var farin ígjøgnum Macedóniu og Akaiu, at fara til Jerusalem, og segði, Eftir at eg havi verið har, má eg eisini sjá Róm.
22 So hann sendi til Macedóniu tveir av teimum ið tæntu at honum, Timotheus og Erastus; men sjálvur steðgaði hann í Ásiu í eina tíð.
23 Og ta somu tíð reis eingin smávegis øsingur um tann vegin.
24 Tí ein ávísur maður, nevndur Demetrius, ein silvursmiður, sum gjørdi silvur halgidómar til Dianu, førdi handverksmonnunum ongan smávegis vinning;
25 Hvørjar hann kallaði saman við arbeiðsmonnunum av líkum yrki, og segði, Harrar, tit vita at av hesum handverki hava vit okkara ríkidømi.
26 Harafturat síggja tit og hoyra, at ikki bert í Ephesus, men nærum út ígjøgnum alla Ásiu, hevur hesin Paulus yvirtalað og vent burtur nógvum fólki, við at siga at teir veri eingir gudar, sum eru gjørdir við hondum:
27 So at ikki bert hetta handverk várt er í vanda fyri at verða tileinkiðsgjørt; men eisini at tempul hinnar miklu gudinnu Dianu skuldi verðið vanvirt, og hennara hátign skuldi verðið oydd, hvørja øll Ásia og heimurin tilbiður.
28 Og tá ið teir hoyrdu hesar útsagnir, vórðu teir fullir av vreiði, og geylaðu út, og søgdu, Mikil er Diana Ephesaranna.
29 Og allur staðurin fyltist við ørkymlan: og tá ið teir høvdu gripið Gaius og Aristarkus, menn úr Macedóniu, ferðafelagar Paulusar, stormaðu teir samsintir inn í leikhøllina.
30 Og tá ið Paulus vildi farið inn til fólkið, loyvdu lærusveinarnir honum ikki.
31 Og ávísir av hinum fremstu av Ásiu, sum vóru vinir hansara, sendu til hansara, tráandi hann at hann ikki vildi hættað sær inn í leikhøllina.
32 Summir geylaðu tí eitt, og summir annað: tí at savnaðurin var ørkymlaður; og meginparturin vitsti ikki av hvørji grund teir vóru komnir saman.
33 Og teir drógu Alexander út úr mannfjøldini, eftir at Jødarnir sendu hann frameftir. Og Alexander gjørdi tekin við hondini, og vildi hildið sína verju fyri fólkinum.
34 Men tá ið teir vitstu at hann var Jødi, geylaðu allir einmælt út í umleið skeiðið á tveir tímar, Mikil er Diana Ephesaranna.
35 Og tá ið býarskrivarin hevði sissað fólkið, segði hann, Tit menn úr Ephesus, hvør maður er tað sum ikki veit hvussu ið staðurin hjá Ephesarunum er ein tilbiðjari av hini miklu gudinnu Dianu, og av myndini sum fell niður frá Jupiter?
36 Við tað tá at hesi ting ikki kunnu verða talaði ímóti, áttu tit at verið stillir, og einkið at gera uttan fyrilit.
37 Tí at tit hava ført higar hesar menn, sum eru hvørki rænarar av kirkjum, ella tá spottarar av tykkara gudinnu.
38 Hvørsvegna um Demetrius, og handverkararnir sum við honum eru, hava eitt mál ímóti nøkrum manni, tá er lógin opin, og fulltrúar finnast: lat teir stevna hvør øðrum.
39 Men um tit fregnast um okkurt viðvíkjandi øðrum málum, so skal tað verða avgjørt á lógligum fundi.
40 Tí at vit eru í vanda fyri at verða kallaðir í forhoyr fyri ófriðin av hesum degi, við tað at tað er eingin grund sum vit mega geva greiðu fyri hesum tilrendi við.
41 Og tá ið hann svá hevði talað, læt hann savnaðin fara.
.
.
.
.
KAPITUL 20
.
.
Og eftir at ófriðurin var avhæsaður, rópaði Paulus lærusveinarnar at sær, og umfevndi teir, og fór avstað fyri at fara inn í Macedóniu.
2 Og tá ið hann var farin yvir teir partarnar, og hevði givið teimum nógva formaning, kom hann til Grikkalands,
3 Og varð har í tríggjar mánaðir. Og tá ið Jødarnir lógu á lúri eftir honum, sum hann var um at sigla til Sýriu, avráddi hann at venda aftur ígjøgnum Macedóniu.
4 Og tað vóru í fylgi við honum til Ásiu Sópater úr Berøu; og av Thessalónicarunum, Aristarkus og Secundus; og Gaius úr Derbe, og Timotheus; og úr Ásiu, Tykíkus og Tróphimus.
5 Hesir fóru undan, og bíðaðu eftir okkum í Tróas.
6 Og vit sigldu avstað frá Philippi eftir dagar ósúrgaðs breyðs, og komu til teirra til Tróas á fimm døgum; har vit vórðu ísjey dagar.
7 Og á fyrsta degi vikunnar, tá ið lærusveinarnir komu saman at bróta breyð, prædikaði Paulus teimum, klárur at fara avstað á morgindegnum; og helt áfram sína talu inntil midnátt.
8 Og har vóru mong ljós í tí ovara kamarinum, har teir vóru savnaðir saman.
9 Og har sat í einum glugga ein ávísur ungur maður, nevndur Evtýchus, sum var fallin í ein djúpan svøvn: og sum Paulus var leingi um at prædika, sakk hann niður við svøvni, og datt niður frá triðja lofti, og varð tikin upp deyður.
10 Og Paulus fór oman, og fell á hann, umfevndi hann og segði, Órógvið tykkum ikki; tí hansara lív er í honum.
11 Tá ið hann tí var komin upp aftur, og hevði brotið breyð, og etið, og talað eina langa stund, heilt til tað lýsti fyri degi, so fór hann avstað.
12 Og teir førdu hin unga mannin livandi, og vórðu ikki sørt uggaðir.
13 ¶ Og vit fóru undan til skips, og sigldu til Assos, og ætlaðu har at taka Paulus uppí: tí soleiðis hevði hann skipað fyri, og ætlaði sjálvur at fara til fóts.
14 Og tá ið hann møttist við okkum í Assos, tóku vit hann uppí, og komu til Mitylene.
15 Og vit sigldu haðani, og komu dagin eftir yvir av Kios; og dagin eftir komu vit fram í Samos, og dvaldu í Trogyllium; og dagin eftir komu vit til Miletus.
16 Tí Paulus hevði avrátt at sigla um Ephesus, tí at hann vildi ikki brúka tíðina í Ásiu: tí hann skundaði sær, um tað var møguligt hjá honum at verða í Jerusalem Hvítusunnudagin.
17 ¶ Og frá Miletus sendi hann til Ephesus, og rópaði kirkjunnar elstu.
18 Og tá ið teir vóru komnir til hansara, segði hann við teir, Tit vita, frá fyrsta degi sum eg kom inn í Ásiu, á hvønn hátt eg havi verið hjá tykkum til allar tíðir,
19 Tænandi Harranum við øllum eyðmjúkleika av sinni, og við mongum tárum, og freistingum, sum viðfórust mær við liggjanini á lúri av Jødunum:
20 Og hvussu eg helt einkið aftur sum var gagnligt hjá tykkum, men havi sýnt tykkum, og havi lært tykkum alment, og frá húsi til hús,
21 Vitnandi bæði fyri Jødunum, og eisini fyri Grikkunum, umvending mótvegis Guði, og trúgv mótvegis Harra okkara Jesusi Christi.
22 Og nú, sí, eg fari bundin í andanum til Jerusalem, og veit ikki tey ting ið skulu viðfarast mær har:
23 Uttan at Halgi Andin vitnar í hvørjum staði, og sigur at bond og líðingar bíða mær.
24 Men eingi av hesum tingum vika meg, eiheldur rokni eg mítt lív mær sjálvum kært, so at eg mátti fullført mítt skeið við gleði, og ta tænastu sum eg havi móttikið av Harranum Jesusi, at vitna gleðiboðskap náðar Guðs.
25 Og nú, sí, eg veit at tit allir, hvørja millum eg havi gingið og prædikað Guðs kongadømi, skulu ikki síggja mítt andlit meira.
26 Hvørsvegna eg taki tykkum til vitnis henda dag, at eg eri reinur frá alra manna blóði.
27 Tí at eg havi ikki skýggjað at kunngera tykkum alt Guðs ráð.
28 ¶ Gevið tí gætur um tykkum sjálvar, og um alt tað fylgi, sum Halgi Andin hevur gjørt tykkum til umsjónarmenn yvir, at føða kirkju Guðs, sum hann hevur keypt við sínum egna blóði.
29 Tí at eg veit hetta, at eftir mína burturferð skulu herviligir úlvar koma inn tykkara millum, sum ikki eira fylginum.
30 Eisini av tykkum sjálvum skulu menn rísa upp, og tala rangvørgar lutir, at draga burtur lærusveinar eftir sær.
31 Vakið tí, og minnist til, at yvir skeiðið á trý ár gavst eg ikki at ávara ein og hvønn, nátt og dag, við tárum.
32 Og nú, brøður, so líti eg tykkum upp til Guðs, og til hansara náðarorð, sum er ført fyri at byggja tykkum upp, og at geva tykkum arvalut millum alra teirra sum eru halgaðir.
33 Eg havi girnast ongan mans silvur, ella gull, ella skart.
34 Ja, tit sjálvir vita, at hesar hendur hava tænt fyri mínar neyðsynjar, og hjá teimum ið við mær vóru.
35 Eg havi sýnt tykkum øll ting, hvussu ið soleiðis at arbeiða, so áttu tit at stuðla teimum veiku, og at minnast Harrans Jesu orð, hvussu hann segði, Tað er meira vælsignað at geva enn at fáa.
36 ¶ Og tá ið hann svá hevði talað, knelaði hann niður, og bað við teimum øllum.
37 Og teir grótu allir sáran, og fullu um hálsin á Paulusi, og kystu hann,
38 Og syrgdu mest av øllum av orðunum sum hann talaði, at teir skuldu ikki síggja andlit hansara meira. Og teir fylgdu honum til skipið.
.
.
.
.
KAPITUL 21
.
.
Og tað bar á, at eftir at vit vóru slopnir frá teimum, og høvdu lagt út, komu vit við beinari kós til Kóos, og hin fylgjandi dagin til Rhodos, og haðani til Patara:
2 Og vit funnu eitt skip, ið sigldi yvir til Føniciu, og fóru umborð, og løgdu út.
3 Men tá ið vit høvdu varnast Cýpros, eftirlótu vit hana á vinstru síðu, og sigldu inn í Sýriu, og løgdu at landi í Týrus: tí har átti skipið at leggja upp sín farm.
4 Og tá ið vit funnu lærusveinar, dvaldu vit har í sjey dagar: sum søgdu við Paulus, ígjøgnum Andan, at hann skuldi ikki fara niðan til Jerusalem.
5 Og tá ið vit høvdu fullført teir dagarnar, hildu vit avstað og fóru okkara veg; og teir allir førdu okkum á okkara vegi, við konum og børnum, til vit vóru úti úr staðinum: og vit knelaðu niður á sjóvarmálanum, og bóðu.
6 Og tá ið vit vóru skilst hvør frá øðrum, tóku vit skip; og tey vendu heim aftur.
7 Og tá ið vit høvdu fullført okkara kós frá Týrus, komu vit til Ptolemáis, og heilsaðu brøðrunum, og vórðu hjá teimum íein dag.
8 Og dagin eftir fóru vit, sum vóru av flokki Paulusar, avstað, og komu til Cæsareu: og vit fóru inn í húsið hjá Philippusi evangelisti, sum var ein av teimum sjey; og vórðu hjá honum.
9 Og hin sami hevði fýra døtur, jomfrýr, sum propheteraðu.
10 Og sum vit dvaldu har í mangar dagar, kom oman frá Judæu ein ávísur prophetur, nevndur Ágabus.
11 Og tá ið hann var komin til okkara, tók hann gyrðilin hjá Paulusi, og bant sínar egnu hendur og føtur, og segði, Svá sigur Halgi Andin, Soleiðis skulu Jødarnir í Jerusalem binda tann mannin sum eigur henda gyrðilin, og skulu geva hann yvir í hendurnar á Heidningunum.
12 Og tá ið vit hoyrdu hesar lutir, bønaðu bæði vit, og teir av tí staðnum, hann um ikki at fara niðan til Jerusalem.
13 Tá svaraði Paulus, Hvat meina tit við at gráta og bróta mítt hjarta? tí at eg eri tilreiðar, ikki bert at verða bundin, men eisini at doyggja í Jerusalem fyri navn Harrans Jesu.
14 Og tá ið hann ikki vildi yvirtalast, góvust vit, og søgdu, Veri gjørdur vilji Harrans.
15 Og eftir teir dagarnar tóku vit upp okkara viðførningar, og fóru niðan til Jerusalem.
16 Tað fóru við okkum eisini ávísir av lærusveinunum úr Cæsareu, og førdu við sær ein Mnason úr Cýpros, ein gamlan lærusvein, sum vit skuldu halda til hjá.
17 Og tá ið vit vóru komnir til Jerusalem, tóku brøðurnir ímóti okkum gleðiliga.
18 Og dagin eftir fór Paulus inn við okkum til Jákups; og allir teir elstu vóru tilstaðar.
19 Og tá ið hann hevði heilsað teimum, greiddi hann frá, hvørt fyri seg, hvørji ting Guð hevði virkað millum Heidningarnar við hansara tænastu.
20 Og tá ið teir hoyrdu tað, dýrðmettu teir Harran, og søgdu við hann, Tú sært, bróðir, hvussu mong túsundir av Jødum tað eru sum trúgva; og teir eru allir vandlátir um lógina:
21 Og teir eru kunnaðir um teg, at tú lærirt allar Jødarnar, sum eru millum Heidningarnar, at yvirgeva Móses, í at siga at teir ikki áttu at umskera síni børn, eiheldur at ganga eftir venjunum.
22 Hvat er tí at gera? mannfjøldin má neyðugt fara at koma saman: tí at tey fara at hoyra at tú ert komin.
23 Ger tí hetta sum vit siga við teg: Vit hava fýra menn, sum hava eitt lyfti á sær;
24 Tak teir, og reinsa teg við teimum, og statt til skulda við teimum, at teir mega raka síni høvur: og allir mega vita at teir lutir, sum teir vórðu kunnaðir um viðvíkjandi tær, einkið eru; men at tú sjálvur eisini gongurt reglusamliga, og heldurt lógina.
25 Hvat Heidningunum, sum trúgva, viðvíkur, so hava vit skrivað og avgjørt, at teir gái eftir ongum slíkum tingi, uttan bert at teir haldi seg frá lutum sum eru ofraðir skurðgudum, og frá blóði, og frá kvaldum, og frá siðloysi.
26 Tá tók Paulus menninar, og dagin eftir, tá ið hann hevði skírgað seg við teimum, fór hann inn í templið, at frámerkja fullføringina av skírganardøgunum, inntil ið eitt offur skuldi ofrast fyri hvønn einstakan av teimum.
27 Og tá ið teir sjey dagarnir vóru næstan endaðir, østu Jødarnir, sum vóru úr Ásiu, alt fólkið upp, tá ið teir sóu hann í templinum, og løgdu hendur á hann,
28 Og róptu út, Menn av Ísrael, hjálpið: Hetta er maðurin sum lærir øll allastaðni ímóti fólkinum, og lógini, og hesum plássi: og víðari førdi hann eisini Grikkar inn í templið, og hevur dálkað hetta heilaga plássið.
29 (Tí at teir høvdu sæð frammanundan við honum í staðinum Tróphimus, ein Ephesara, sum teir hildu at Paulus hevði ført inn í templið.)
30 Og allur staðurin varð rørdur, og fólkið rann saman: og teir tóku Paulus, og drógu hann út úr templinum: og við tað sama vórðu dyrnar afturlatnar.
31 Og sum teir lógu úti eftir at drepa hann, komu tíðindir til fremsta herovasta av liðinum, at alt Jerusalem var í uppstigi.
32 Sum í stundini tók hermenn og hundraðsovastar, og rann oman til teirra: og tá ið teir sóu fremsta herovastan og hermenninar, góvust teir at berja Paulus.
33 Tá kom fremsti herovastin nær, og tók hann, og beyð hann at verða bundnan við tveimum ketum; og kravdi at vitahvør hann var, og hvat hann hevði gjørt.
34 Og summir rópaðu eitt, og summir eitt annað, millum mannfjøldina: og tá ið hann ikki kundi vita vissuna fyri ófriðinum, beyð hann at hann skuldi førast inn í borgina.
35 Og tá ið hann kom upp á trappurnar, var tað so, at hann varð borin av hermonnunum, vegna harðskapin av fólkinum.
36 Tí at fjøldin av fólkinum fylgdi aftaná, og rópti, Burtur við honum.
37 Og sum Paulus átti at leiðast inn í borgina, segði hann við fremsta herovastan, Kann eg tala við teg? Og hann segði, Dugirt tú at tala Grikskt?
38 Ert tú ikki tann Egyptin, sum undan hesum døgum gjørdirt uppreist, og leiddirt út í oyðuna fýra túsund menn ið vóru myrðarar?
39 Men Paulus segði, Eg eri ein maður sum eri ein Jødi úr Tarsus, einum staði í Ciliciu, ein borgari av ongum meinigum staði: og, eg bøni teg, loyv mær at tala til fólkið.
40 Og tá ið hann hevði givið honum loyvi, stóð Paulus á trappunum, og gjørdi tekin við hondini til fólkið. Og tá ið mikil tøgn varð gjørd, talaði hann til teirra á tí Hebráisku tunguni, og segði,
.
.
.
.
KAPITUL 22
.
.
Menn, brøður, og fedrar, hoyrið mína verju sum eg nú haldi fyri tykkum.
2 (Og tá ið teir hoyrdu at hann talaði á tí Hebráisku tunguni til teirra, hildu teir tess meira tøgn: og hann sigur,)
3 Eg eri sanniliga ein maður sum eri Jødi, føddur í Tarsus, einum staði í Ciliciu, tó aldur upp í hesum staði við Gamáliels føtur, og lærdur eftir fullkomna hátti fedralógarinnar, og var vandlátur mótvegis Guði, eins og tit allir eru henda dag.
4 Og eg søkti at hesum vegi til deyðan, og bant og gav upp í fongsul bæði menn og kvinnur.
5 Sum eisini høvuðspresturin ber mær vitnisburð, og øll stætt hinna elstu: frá hvørjum eisini eg móttók brøv til brøðurnar, og fór til Damascus, at føra tey, sum har vóru bundin, til Jerusalem, til tess at revsast.
6 Og tað bar á, at sum eg gjørdi mína ferð, og var komin nær Damascus um middag, at brádliga skein frá himni eitt mikið ljós rundan um meg.
7 Og eg datt til jarðar, og hoyrdi eina rødd siga við meg, Saul, Saul, hví søkirt tú at mær?
8 Og eg svaraði, Hvør ert tú, Harri? Og hann segði við meg, Eg eri Jesus úr Nazareth, hvørjum tú søkirt at.
9 Og teir, ið við mær vóru, sóu víst ljósið, og vórðu óttafullir; men teir hoyrdu ikki røddina á honum ið talaði til mín.
10 Og eg segði, Hvat skal eg gera, Harri? Og Harrin segði við meg, Statt upp, og far inn í Damascus; og har skal tað verða sagt tær um øll ting sum eru fyriskipaði tær at gera.
11 Og tá ið eg ikki kundi sjá vegna dýrdina av tí ljósinum, varð eg leiddur við hondini av teimum ið við mær vóru, ogkom inn í Damascus.
12 Og ein Ananias, ein frómur maður eftir lógini, sum hevði gott ummæli av øllum Jødunum ið har búðu,
13 Kom til mín, og stóð, og segði við meg, Bróðir Saulus, tak ímóti sjón tíni. Og hin sama tíma hugdi eg upp uppá hann.
14 Og hann segði, Guð fedra vára hevur útvalt teg, at tú skuldirt kenna vilja hansara, og síggja Hin Rættláta, og skuldirt hoyra røddina av hansara munni.
15 Tí at tú skalt vera hansara vitni hjá øllum monnum um tað sum tú hevurt sæð og hoyrt.
16 Og nú, hví drálart tú? statt upp, og verð doyptur, og tváa burt tínar syndir, kallandi á navn Harrans.
17 Og tað bar á, at tá ið eg var komin aftur til Jerusalem, enntá meðan eg bað í templinum, var eg í eini transu;
18 Og sá hann siga við meg, Skunda tær, og slepp tær snarligani út úr Jerusalem: tí at teir vilja ikki taka ímóti tínum vitnisburði viðvíkjandi mær.
19 Og eg segði, Harri, teir vita at eg fongslaði og bardi í hvørji sýnagogu tey sum trúðu á teg:
20 Og tá ið blóðið av tínum martýri Stephani varð úthelt, stóð eg eisini hjá, og samtykti fyri hansara deyða, og passaði uppá klædnaðin hjá teimum ið drópu hann.
21 Og hann segði við meg, Far avstað: tí eg vil senda teg langt hiðani til Heidningarnar.
22 Og teir góvu honum áhoyrn at hesum orði, og so høvdu teir upp sínar røddir, og søgdu, Burtur við einum slíkum manni frá jørðini: tí at tað er ikki sømiligt at hann skuldi livað.
23 Og sum teir geylaðu út, og kastaðu av síni klæðir, og tveittu dust upp í luftina,
24 Skipaði fremsti herovastin at hann skuldi førast inn í borgina, og beyð at hann skuldi avhoyrast við húðfletting; fyriat hann mátti vita av hvørji grund teir geylaðu so ímóti honum.
25 Og sum teir bundu hann við reimum, segði Paulus við hundraðsovastan ið stóð hjá, Er tað lógligt hjá tykkum at húðfletta ein mann sum er ein Rómverji, og tað ódømdan?
26 Tá ið hundraðsovastin hoyrdi tað, fór hann og taldi fremsta herovastanum, og segði, Gev gætur eftir hvat tú gert: tí hesin maðurin er Rómverji.
27 Tá kom fremsti herovastin, og segði við hann, Sig mær, ert tú Rómverji? Hann segði, Ja.
28 Og fremsti herovastin svaraði, Við miklari upphædd vann eg hetta frælsi. Og Paulus segði, Men eg varð fríborin.
29 Tá fóru teir beinanvegin avstað frá honum sum skuldu havt avhoyrt hann: og fremsti herovastin varð eisini ræddur, eftir at hann vitsti at hann var Rómverji, og av tí at hann hevði bundið hann.
30 Á morgindegnum, av tí at hann hevði viljað vita við vissu hví hann varð ákærdur av Jødunum, loysti hann hann frá hansara bondum, og skipaði fremstu prestunum og øllum teirra ráði at birtast, og førdi Paulus oman, og stillaði hann framfyri teir.
.
.
.
.
KAPITUL 23
.
.
Og Paulus hugdi álvarsamt á ráðið, og segði, Menn og brøður, eg havi livað í allari góðari samvitsku frammi fyri Guði inntil henda dag.
2 Og høvuðspresturin Ananias beyð teimum ið stóðu hjá honum at sláa hann á munnin.
3 Tá segði Paulus við hann, Guð skal sláa teg, tín kálkaði veggur: tí at siturt tú til at døma meg eftir lógini, og býðurt meg at verða slignan mótsatt lógini?
4 Og teir, ið stóðu hjá, søgdu, Deilirt tú Guðs høvuðsprest?
5 Tá segði Paulus, Eg vitsti ikki, brøður, at hann var høvuðspresturin: tí at skrivað stendur, Tú skalt ikki tala ilt um stjórnara fólks tíns.
6 Men tá ið Paulus varnaðist, at tann eini parturin vóru Sadduceearar, og hin Pharisearar, rópaði hann út í ráðnum, Menn og brøður, eg eri ein Phariseari, sonur ein Phariseara: um vónina og uppreisnina av teimum deyðu eri eg kallaður í forhoyr.
7 Og tá ið hann so hevði sagt, reis ein tvídráttur ímillum Phariseararnar og Sadduceeararnar: og fjøldin varð sundurbýtt.
8 Tí Sadduceeararnir siga, at til er eingin uppreisn, eiheldur eingil, ella andi: men Phariseararnir játta bæði.
9 Og eitt mikið róp reistist: og teir skriftlærdu, sum vóru í parti Pharisearanna, reistust, og stríddust, og søgdu, Vit finna einkið ilt í hesum manninum: men um ein andi ella ein eingil hevur talað til hansara, tá latum okkum ikki berjast ímóti Guði.
10 Og tá ið mikil tvídráttur reistist, beyð fremsti herovastin, sum óttaðist — bara ikki Paulus skuldi verðið togaður í stykkir av teimum, hermonnunum at fara oman, og at taka hann við valdi frá teirra millum, og at føra hann inn í borgina.
11 Og ta fylgjandi náttina stóð Harrin hjá honum, og segði, Ver við gott treyst, Paulus: tí eins og tú hevurt vitnað um meg í Jerusalem, soleiðis mást tú bera vitnisburð eisini í Róm.
12 Og tá ið tað varð dagur, gingu ávísir av Jødunum saman í lið, og bundu seg undir eina bølbiðjing, og søgdu at teir vildu hvørki eta ella drekka, til teir høvdu dripið Paulus.
13 Og teir vóru fleiri enn fjøruti sum høvdu gjørt hesa samansvørjing.
14 Og teir komu til hinar fremstu prestar og elstu, og søgdu, Vit hava bundið okkum undir eina mikla bølbiðjing, at vit vilja einkið eta, inntil vit hava vigið Paulus.
15 Gevið tit tí nú til kennar fyri fremsta herovastanum, saman við ráðnum, at hann føri hann oman til tykkum í morgin, sum um tit vildu fregnað okkurt meira fullkomiliga viðvíkjandi honum: og vit, áður enn hann nakrantíð kemur nær, eru klárir at drepa hann.
16 Og tá ið systirsonur Paulusar hoyrdi um teirra liggjan á lúri, fór hann og gekk inn í borgina, og segði Paulusi frá.
17 Tá rópaði Paulus ein av hundraðsovastunum at sær, og segði, Før henda unga mann til fremsta herovastan: tí hann hevur eitt ávíst ting at siga honum.
18 So hann tók hann, og førdi hann til fremsta herovastan, og segði, Fangin Paulus rópaði meg til sín, og bønaði meg at føra henda unga mann til tín, sum hevur okkurt at siga tær.
19 Herovastin tók tá í hondina á honum, og fór til viks við honum einsæris, og spurdi hann, Hvat er tað tú hevurt at siga mær?
20 Og hann segði, Jødarnir hava samst um at biðja teg, at tú vildirt ført Paulus oman í ráðið í morgin, sum um teir vildu fregnað okkurt av honum meira fullkomiliga.
21 Men gev tú ikki eftir fyri teimum: tí at tað liggja á lúri eftir honum av teimum fleiri enn fjøruti menn, sum hava bundið seg við eiði, at teir vilja hvørki eta ella drekka, til teir hava dripið hann: og nú eru teir tilreiðar, og vænta eftir einum lyfti frá tær.
22 So fremsti herovastin læt tá hin unga mannin fara avstað, og álegði honum, Síggj til at tú ongum sigi frá, at tú hevurt sýnt mær hesar lutir.
23 Og hann kallaði til sín tveir hundraðsovastar, og segði, Gerið tilreiðar tvey hundrað hermenn at fara til Cæsareu, og hestmenn trísinstjúgu og tíggju, og spjótmenn tvey hundrað, við triðja tíma náttarinnar;
24 Og skaffið teimum djór, at teir mega seta Paulus á, og føra hann tryggan til Felix landsstjóra.
25 Og hann skrivaði bræv á henda hátt:
26 Claudius Lýsias sendir mætasta landsstjóra Felixi kvøðu.
27 Hesin maðurin varð tikin av Jødunum, og hevði verðið dripin av teimum: tá kom eg við einum heri, og bjargaði honum, tá ið eg hevði skilt at hann var Rómverji.
28 Og tá ið eg hevði viljað vitað grundina hví teir ákærdu hann, førdi eg hann fram í teirra ráð:
29 Hvønn eg varnaðist at vera ákærdan um spurningar um teirra lóg, men einkið at hava lagt til sína ákæru, vert deyða ella bond.
30 Og tá ið tað varð sagt mær hvussu ið Jødarnir lógu á lúri eftir manninum, sendi eg beinanvegin til tín, og gav hans ákærarum boð um eisini at siga frammi fyri tær hvat teir høvdu ímóti honum. Farvæl.
31 Hermenninir, eins og tað varð boðið teimum, tóku tá Paulus, og førdu hann um náttina til Antipátris.
32 Á morgindegnum yvirlótu teir reiðmenninar til at fara við honum, og vendu aftur til slottið:
33 Og tá ið teir komu til Cæsareu, og avhendu epistilin til landsstjóran, stillaðu teir eisini Paulus fram fyri honum.
34 Og tá ið landsstjórin hevði lisið brævið, spurdi hann úr hvørjum ríkisparti hann var. Og tá ið hann skilti at hann varúr Ciliciu;
35 Segði hann, Eg vil avhoyra teg, tá ið tínir ákærarar eisini eru komnir. Og hann skipaði hann at verða hildnan í dómshøll Heródesar.
.
.
.
.
KAPITUL 24
.
.
Og eftir fimm dagar fór høvuðspresturin Ananias oman við hinum elstu, og við einum ávísum røðumanni nevndumTertullusi, sum upplýstu landsstjóran ímóti Paulusi.
2 Og tá ið hann varð kallaður fram, byrjaði Tertullus at ákæra hann, og siga, Við tað at við tær vit njóta mikið stilli, og at sera verdigar gerðir verða gjørdar hesi tjóð við tíni forsjón,
3 So taka vit ímóti tí altíð, og á øllum støðum, mest ediligi Felix, við allari takksemi.
4 Hóast hetta, at eg verði ikki longur troyttiligur hjá tær, biði eg teg at tú vildirt hoyrt okkum av tíni mildsemi nøkur fá orð.
5 Tí at vit hava funnið henda mann at vera ein pestligan felaga, og ein tilskundara av uppreistri millum allar Jødarnar út um heimin, og ein liðskipara av sekt Nazarearanna:
6 Hvør eisini hevur fingist við at vanhalga templið: hvønn vit tóku, og vildu fingið dømt hann eftir okkara lóg.
7 Men fremsti herovastin Lýsias ráddist á okkum, og við miklum harðskapi tók hann hann burtur úr okkara hondum,
8 Og skipaði hans ákærarum at koma til sín: við rannsókn av hvørjum tú sjálvur kanst nema kunnleika um allar hesar lutir, sum vit ákæra hann um.
9 Og Jødarnir samtyktu eisini, og søgdu at hesi tingini vóru so.
10 Paulus, eftir at landsstjórin hevði gjørt tekin til hansara at tala, tá svaraði, Við tað at eg veit at tú hevurt verið í mong ár ein dómari hjá hesi tjóð, svari eg tess meira fegnisliga fyri mær:
11 Tí at tú kanst skilja, at tað eru enn bert tólv dagar síðan eg fór niðan til Jerusalem til tess at tilbiðja.
12 Og hvørki funnu teir meg í templinum í orðaskifti við nakran, eiheldur at eg reisti upp fólkið, hvørki í sýnagogunum, ella í staðinum:
13 Eiheldur kunnu teir prógva teir lutir sum teir nú ákæra meg um.
14 Men hetta játti eg tær, at eftir vegnum sum teir kalla ranglæra, soleiðis tilbiði eg Guð fedra mína, trúgvandi øllum tingum sum eru skrivaði í lógini og í prophetunum:
15 Og havi vón mótvegis Guði, sum teir sjálvir eisini viðurkenna, at tað skal verða ein uppreisn av deyðum, bæði av teimum rættlátu og órættlátu.
16 Og herí venji eg meg altíð at hava eina samvitsku tóma fyri meinboga mótvegis Guði, og mótvegis monnum.
17 Men eftir mong ár kom eg at bera tjóð míni olmussur, og offur.
18 Við hvat ávísir Jødar úr Ásiu funnu meg skírgaðan í templinum, hvørki við mannfjøld, ella við ófriði.
19 Sum áttu at verið her frammi fyri tær, og mótmælt, um teir høvdu okkurt ímóti mær.
20 Ella lat hesar somu her siga tað, um teir hava funnið nakra illgerð í mær, meðan eg stóð frammi fyri ráðnum,
21 Uttan tað veri fyri hesa einu rødd sum eg rópti, tá ið eg stóð teirra millum, Viðvíkjandi uppreisn teirra deyðu eri eg kallaður í forhoyr av tykkum henda dag.
22 Og tá ið Felix hoyrdi hesi ting, av tí at hann hevði meira fullkomnan kunnleika um tann vegin, so útsetti hann teir, og segði, Tá ið Lýsias, fremsti herovastin, kemur oman, vil eg vita hitt evsta um tykkara mál.
23 Og hann beyð einum hundraðsovasta at vakta Paulus, og at lata hann fáa sømdir, og at hann skuldi nokta ongum av hansara kennskapi at tæna honum ella koma til hansara.
24 Og eftir ávísar dagar, tá ið Felix kom við konu síni Drusillu, sum var Jødinna, sendi hann eftir Paulusi, og hoyrdi hann viðvíkjandi trúnni á Christ.
25 Og sum hann røddi um rættvísi, fráhaldni, og komandi dóm, nøtraði Felix, og svaraði, Far tín veg fyri hesa ferð; tá ið eg havi lagaliga tíð, vil eg rópa teg.
26 Hann vónaði eisini at peningur skuldi verðið givin honum av Paulusi, at hann mátti loysa hann: hvørsvegna hann sendi eftir honum tess oftari, og samtalaði við hann.
27 Men eftir tvey ár kom Porcius Festus í rúm Felixar: og Felix, villigur at sýna Jødunum eina fragd, eftirlæt Paulus bundnan.
.
.
.
.
KAPITUL 25
.
.
Men tá ið Festus var komin inn í ríkispartin, fór hann tríggjar dagar aftaná niðan frá Cæsareu til Jerusalem.
2 Tá kunnaðu høvuðspresturin og teir fremstu av Jødunum hann ímóti Paulusi, og bønaðu hann,
3 Og tráaðu góðvild ímóti honum, at hann vildi senda eftir honum til Jerusalem, og lógu á lúri á vegnum at drepa hann.
4 Men Festus svaraði, at Paulus skuldi verða hildin í Cæsareu, og at sjálvur vildi hann skjótt fara avstað hagar.
5 Latið tí teir, segði hann, sum tykkara millum eru førir fyri tí, fara oman við mær, og ákæra henda mann, um tað veri nøkur vondska í honum.
6 Og tá ið hann hevði dvalt teirra millum meira enn tíggju dagar, fór hann oman til Cæsareu; og dagin eftir settist hanná dómstólin, og beyð Paulus at verða fingnan.
7 Og tá ið hann var komin, stóðu Jødarnir, sum vóru komnir oman frá Jerusalem, rundan um, og løgdu mangar og herviligar klagur ímóti Paulusi, sum teir ikki kundu prógva.
8 Meðan hann svaraði fyri seg, Hvørki ímóti lógini hjá Jødunum, ella ímóti templinum, ella tá ímóti Cæsari, havi eg misbrotist nakað yvirhøvur.
9 Men Festus, villigur at gera Jødunum eina fragd, svaraði Paulusi, og segði, Vilt tú fara niðan til Jerusalem, og har verða dømdur í hesum tingunum frammi fyri mær?
10 Tá segði Paulus, Eg standi við dómstól Cæsars, har eg átti at verðið dømdur: móti Jødunum havi eg einkið skeivt gjørt, sum tú sera væl veitst.
11 Tí at um eg veri meg ein misbrótari, ella havi framt nakað deyða vert, so nokti eg ikki at doyggja: men um tað veri eingi av hesum tingunum sum hesir ákæra meg um, so kann eingin maður geva meg yvir til teirra. Eg skjóti málið fyri Cæsar.
12 Festus, tá ið hann hevði samráðst við ráðið, tá svaraði, Hevurt tú skotið málið fyri Cæsar? til Cæsars skalt tú fara.
13 Og eftir ávísar dagar komu Agrippa kongur og Bernice til Cæsareu at heilsa uppá Festus.
14 Og tá ið tey høvdu verið har í mangar dagar, klárlegði Festus søkina hjá Paulusi fyri kongi, og segði, Tað er ein ávísur maður, eftirlatin í bondum av Felixi:
15 Um hvønn, tá ið eg var í Jerusalem, teir fremstu prestarnir og hinir elstu av Jødunum upplýstu meg, og tráaðu at fáa dóm intan ímóti honum.
16 Hvørjum eg svaraði, Tað er ikki háttarlag Rómverjanna at geva nakran mann yvir til at doyggja, áðrenn ið hann, sum er ákærdur, havi ákærararnar andlit til andlits, og havi loyvi til at svara fyri sær viðvíkjandi brotsgerðini sum erløgd ímóti honum.
17 Tessvegna, tá ið teir vóru komnir higar, uttan nakað drál á morgindegnum settist eg á dómstólin, og skipaði mannin at verða fingnan fram.
18 Ímóti hvørjum, tá ið ákærararnir stóðu upp, førdu teir onga ákæru um slík ting sum eg helt:
19 Men høvdu ávísar spurningar ímóti honum um teirra egnu pátrúgv, og um ein Jesus, sum var deyður, hvønn Paulus váttaði at vera livandi.
20 Og av tí at eg ivaðist um tessháttar spurningar, spurdi eg hann hvørt hann vildi fara til Jerusalem, og har verða dømdur um hesi mál.
21 Men tá ið Paulus hevði skotið inn at verða goymdur at avhoyringini av Augustusi, beyð eg hann at verða varðaðan, til eg mátti sent hann til Cæsars.
22 Tá segði Agrippa við Festus, Eg vildi eisini hoyrt mannin sjálvur. Í morgin, segði hann, skalt tú hoyra hann.
23 Og um morgindagin, tá ið Agrippa var komin, og Bernice, við miklum skrúð, og var farin inn í avhoyringarstaðið, við fremstu herovastunum, og aðal monnum staðarins, varð Paulus eftir boði Festusar fingin fram.
24 Og Festus segði, Agrippa kongur, og allir menn sum her eru tilstaðar hjá okkum, tit síggja henda mann, sum øll fjøldin av Jødunum hevur fingist við meg um, bæði í Jerusalem, og eisini her, sum róptu at hann ikki átti at livað longur.
25 Men tá ið eg fann at hann einkið deyða vert hevði framt, og at hann hevði sjálvur skotið málið fyri Augustus, havi eg avrátt at senda hann.
26 Um hvønn eg havi einkið ávíst ting at skriva harra mínum. Hvørsvegna eg havi ført hann fram fyri tykkum, og serstakliga framfyri teg, O Agrippa kong, fyri at, eftir hildna rannsókn, eg mátti hava okkurt at skriva.
27 Tí tað tykir mær órímiligt at senda ein fanga, og ikki saman við at uppmála brotsgerðirnar sum eru lagdar ímóti honum.
.
.
.
.
KAPITUL 26
.
.
Tá segði Agrippa við Paulus, Tær er loyvt at tala fyri teg. Tá rætti Paulus fram hondina, og svaraði fyri seg:
2 Eg rokni meg fegnan, Agrippa kongur, av tí at eg skal svara fyri meg henda dag frammi fyri tær, viðvíkjandi øllum teimum tingunum sum eg eri ákærdur um av Jødunum:
3 Serstakliga av tí at eg veit teg at vera serkønan í øllum skikkum og spurningum sum eru millum Jødarnar: hvørsvegna eg bøni teg at hoyra meg tolmóðiga.
4 Mítt lívsháttarlag frá mínum ungdómi, sum var í fyrstani millum mína egnu tjóð í Jerusalem, kenna allir Jødarnir;
5 Sum kendu meg frá byrjanini, um teir vildu vitnað, at eftir strangastu sekt av okkara trúgv livdi eg sum Phariseari.
6 Og nú standi eg og verði dømdur fyri vónina um ta fyrijáttanina, sum varð gjørd fedrum várum av Guði:
7 At hvørji fyrijáttan okkara tólv ættir, við staðiliga at tæna Guði dag og nátt, vóna at koma. Hvørs vónar vegna, Agrippa kongur, eg verði ákærdur av Jødunum.
8 Hví skuldi tað verðið hildið vera eitt ótrúligt ting hjá tykkum, at Guð skuldi reist tey deyðu?
9 Eg sanniliga hugsaði við mær sjálvum, at eg átti at gera mong ting andstøðis navni Jesu úr Nazareth.
10 Hvat ting eg eisini gjørdi í Jerusalem: og mong av teimum heilagu lokaði eg inni í fongsul, tá ið eg hevði fingið myndugleika frá teimum fremstu prestunum; og tá ið tey vórðu tikin av lívi, gav eg mína rødd ímóti teimum.
11 Og eg revsaði tey ofta í hvørji sýnagogu, og noyddi tey at gudsspotta; og eg var so avbera óður inná tey, at eg søkti at teimum líka til fremmandar staðir.
12 Við hvat, sum eg fór til Damascus við myndugleika og umboði frá fremstu prestunum,
13 Við middag, O kongur, sá eg á vegnum eitt ljós av himni, omanfyri bjartleika sólarinnar, sum skein runt um meg og teir sum við mær ferðaðust.
14 Og tá ið vit allir vóru falnir til jarðar, hoyrdi eg eina rødd tala við meg, og siga á tí Hebráisku tunguni, Saul, Saul, hví søkirt tú at mær? tað er torført hjá tær at sparka ímóti broddunum.
15 Og eg segði, Hvør ert tú, Harri? Og hann segði, Eg eri Jesus, hvørjum tú søkirt at.
16 Men reis teg upp, og statt á tínar føtur: tí eg havi birtst fyri tær fyri hesa tilætlan, at gera teg til ein tænara og eitt vitni bæði um hesi tingini sum tú hevurt sæð, og um tey tingini sum eg vil birtast tær í;
17 Í at eg fríi teg út frá fólkinum, og frá Heidningunum, til hvørjar nú eg sendi teg,
18 At lata upp eygu teirra, og at venda teimum frá myrkri til ljós, og frá valdi Sátans at Guði, at teir mega móttaka fyrigeving av syndum, og arv millum teirra sum eru halgaðir við trúgv sum er á meg.
19 Við hvat, O Agrippa kongur, eg ikki var ólýðin hini himinsku sjón:
20 Men sýndi fyrst teimum úr Damascus, og í Jerusalem, og út ígjøgnum øll umráðini av Judæu, og síðan fyri Heidningunum, at teir skuldu venda um og venda sær til Guðs, og gera verk sum eru hóskilig fyri umvending.
21 Av hesum grundum fangaðu Jødarnir meg í templinum, og lógu úti eftir at drepa meg.
22 Tá ið eg tí nú havi lutast hjálp av Guði, haldi eg áfram til henda dag, og vitni bæði fyri smáum og miklum, og sigi eingi onnur ting enn tey sum prophetarnir og Móses siga skuldu koma:
23 At Christus skuldi líða, og at hann skuldi vera hin fyrsti ið skuldi rísa frá teimum deyðu, og skuldi sýna fólkinum ljós, og fyri Heidningunum.
24 Og sum hann soleiðis talaði fyri seg, segði Festus við harðari rødd, Paulus, tú ert frá tær sjálvum; mikil lærdómur ger teg óðan.
25 Men hann segði, Eg eri ikki óður, mest ediligi Festus; men mæli fram sannleikans og edrúiligleikans orð.
26 Tí at kongur veit um hesi tingini, frammi fyri hvørjum eg eisini tali frítt: tí at eg eri sannførdur um, at eingi av hesum tingunum eru fjald fyri honum; tí hetta tingið varð ikki gjørt í einum úthorni.
27 Agrippa kongur, trýrt tú prophetunum? Eg veit at tú trýrt.
28 Tá segði Agrippa við Paulus, Tú næstan yvirtalart meg til at verða ein Christin.
29 Og Paulus segði, Eg vildi til Guðs at ikki bert tú, men eisini øll sum hoyra meg henda dag, vóru bæði næstan, og fullkomiliga slík sum eg eri, hesi bond undantikin.
30 Og tá ið hann svá hevði talað, reis upp kongur, og landsstjórin, og Bernice, og tey sum sótu við teimum:
31 Og tá ið tey vóru farin til síðis, talaðu tey sín ámillum, og søgdu, Hesin maðurin ger einkið vert deyða ella bond.
32 Tá segði Agrippa við Festus, Hesin maðurin kundi havt verðið settur í frælsi, um hann so ikki hevði skotið málið fyri Cæsar.
.
.
.
.
KAPITUL 27
.
.
Og tá ið tað var avrátt at vit skuldu sigla til Itáliu, góvu teir Paulus og ávísar aðrar fangar til ein sum nevndist Julius, ein hundraðsovasta av Augustusar liði.
2 Og vit fóru í eitt skip úr Adramýttium, og løgdu út, og ætlaðu at sigla framvið Ásiu strondunum; og ein Aristarkus, ein Macedóniari úr Thessalónicu, var við okkum.
3 Og dagin eftir komu vit at í Sidon. Og Julius fór kurteisliga við Paulusi, og gav honum náðir at fara til sínar vinir at endurfríska seg.
4 Og tá ið vit høvdu lagt út haðani, sigldu vit undir Cýpros, tí vindarnir vóru andstøðis.
5 Og tá ið vit høvdu siglt yvir Ciliciu og Pamphýliu havið, komu vit til Mýru, ein stað av Lýciu.
6 Og har fann hundraðsovastin eitt skip úr Alexandriu, sum sigldi til Itáliu; og hann setti okkum hará.
7 Og tá ið vit høvdu siglt spakuliga mangar dagar, og nóg illa vóru komnir yvirav Knidus, tí vindurin loyvdi okkum ikki, sigldu vit undir Kretoy, áraka Salmóne;
8 Og treyðugt fóru vit framvið henni, og komu at einum plássi ið kallast Føgru havnir; og nær tí var staðurin Lasea.
9 Men tá ið nógv tíð var brúkt, og tá ið sigling nú var vandasom, av tí at føstan nú var longu liðin, formanaði Paulus teir,
10 Og segði við teir, Harrar, eg varnist at henda sjóferð verður við skaða og miklari oyðilegging, ikki bara fyri farmin og skipið, men eisini fyri lívini hjá okkum.
11 Men hundraðsovastin trúði stýrimanninum og eigaranum av skipinum, meir enn teimum tingunum ið vórðu talaði av Paulusi.
12 Og av tí at havnin ikki var høglig at vetra í, ráddi meirilutin til at fara avstað haðani eisini, um á nakran hátt teir máttu nátt til Føniciu, og har at vetrað; sum er ein havn hjá Kretoy, og liggur ímóti útsynningi og útnyrðingi.
13 Og tá ið sunnanvindurin blásti makliga, hildu teir at teir høvdu nátt síni ætlan, loystu haðani, og sigldu tætt við Kretoy.
14 Men ikki langt aftaná reis ímóti henni ein ódnarligur vindur, sum kallast Evroclýdon.
15 Og tá ið skipið varð fangað, og ikki kundi liggja upp ímóti vindinum, lótu vit hana reka.
16 Og vit rendu undir eina ávísa oyggj, sum verður kallað Clauda, og høvdu nógv strev at koma bátinum fyri:
17 Og tá ið teir høvdu tikið hann upp, brúktu teir hjálparmidlar, og undirgyrdu skipið; og óttandi fyri, bara ikki teir skuldu falla inn í kyksendini, strikaðu teir segl, og so rókust.
18 Og tá ið vit vórðu avbera syftir av einum ódnarvindi, tá lættu teir skipið dagin eftir;
19 Og triðja dagin kastaðu vit skipsgreiðurnar út við okkara egnu hondum.
20 Og tá ið hvørki sól ella stjørnur í mangar dagar birtust, og eingin smávegis ódnarvindur lá á okkum, var øll vón umat vit skuldu verða bjargaðir tá tikin burtur.
21 Men eftir langt fráhald steig Paulus fram í teirra mittu, og segði, Harrar, tit skuldu havt lýtt á meg, og ikki havt loyst frá Kretoy, og at havt spart henda løst og miss.
22 Og nú formani eg tykkum at vera við gott treyst: tí at tað skal eingin missur verða av lívinum hjá nøkrum mannitykkara millum, uttan av skipinum.
23 Tí at tað stóð hjá mær hesa nátt eingil Guðs, hvørs eg eri, og hvørjum eg tæni,
24 Og segði, Óttast ikki, Paulus; tú mást verða førdur framfyri Cæsar: og sí, Guð hevur givið tær allar teir sum sigla við tær.
25 Hvørsvegna, harrar, verið við gott treyst: tí at eg trúgvi Guði, at tað skal verða enntá sum tað varð sagt mær.
26 Men vit mugu verða kastaðir uppá eina ávísa oyggj.
27 Men tá ið fjúrtanda nátt var komin, sum vit rókust niðan og oman í Ádriu, mettu skipsmenninir um midnátt, at teir nærkaðust onkrum landi;
28 Og skattaðu, og funnu tað vera tjúgu favnar: og tá ið teir vóru farnir eitt sindur longur, skattaðu teir aftur, og funnu tað vera fimtan favnar.
29 Síðan, óttandi fyri, bara ikki vit skuldu fallið uppá sker, kastaðu teir fýra akker út úr hekkuni, og ynsktu eftir degnum.
30 Og sum skipsmenninir vóru um at flýggja út úr skipinum, tá ið teir høvdu lorað niður bátin í sjógvin, undir skini sum um teir vildu kastað akker út úr stevninum,
31 Segði Paulus til hundraðsovastan og til hermenninar, Uttan at hesir verði verandi í skipinum, kunnu tit ikki verða bjargaðir.
32 Tá skóru hermenninir av togini á bátinum, og lótu hann detta av.
33 Og meðan dagur kom á, bønaði Paulus teir allar at fáa sær mat, og segði, Hesin dagurin er fjúrtandi dagur ið tit hava bíðað og hildið fram fastandi, og hava einkið fingið tykkum.
34 Hvørsvegna eg biði tykkum at fáa tykkum eitt sindur av mati: tí at hetta er fyri tykkara heilsu: tí at tað skal ikki eitt hár falla frá høvdinum á nøkrum tykkara.
35 Og tá ið hann svá hevði talað, tók hann breyð, og veitti Guði tøkkir í nærveruni av teimum øllum: og tá ið hann hevði brotið tað, byrjaði hann at eta.
36 Tá vórðu teir allir við gott lag, og teir fingu sær eisini eitt sindur av mati.
37 Og vit vóru í alt í skipinum tvey hundrað og trísinstjúgu og sekstan sálir.
38 Og tá ið teir høvdu etið nóg mikið, lættu teir skipið, og kastaðu hveitina út í sjógvin.
39 Og tá ið tað varð dagur, kendu teir ikki landið: men teir varnaðust ávísa vík við eini strond, inn í hvørja teir vóru hugaðir, um tað var gjørligt, at stoyta skipið inn í.
40 Og tá ið teir høvdu tikið akkerini upp, litu teir seg upp til havið, og loystu róðurbondini, og heysaðu stórseglið upp fyri vindinum, og hildu ímóti strondini.
41 Og teir duttu inn í eitt stað har tveir sjógvar møttust, og rendu skipið á land; og framparturin stakk fastur, og varð verandi óvikiligur, men aftari parturin varð brotin við harðleikanum av aldunum.
42 Og ráðið hjá hermonnunum var at drepa fangarnar, at ikki nakar av teimum skuldi svomið út, og komist undan.
43 Men hundraðsovastin, sum var villigur at bjarga Paulusi, helt teir frá teirra ráðagerð; og beyð at teir, sum dugdu atsvimja, skuldu kasta seg fyrstar í sjógvin, og sleppa sær til lands:
44 Og restin, summir á plonkum, og summir á brotnum stykkjum av skipinum. Og soleiðis bar tað á, at teir komust allir tryggir undan til lands.
.
.
.
.
KAPITUL 28
.
.
Og tá ið teir høvdu komist undan, tá vitstu teir at oyggin æt Melita.
2 Og barbáriska fólkið sýndi okkum ikki smávegis blíðskap: tí at tey kyndu ein eld, og tóku ímóti okkum hvørjum einstøkum, vegna núverandi regnið, og vegna kuldan.
3 Og tá ið Paulus hevði savnað eitt bundi av greinum, og lagt tær á bálið, kom ein eiturormur út úr hitanum, og festist á hond hansara.
4 Og tá ið barbárarnir sóu hitt eitursama djórið hanga á hond hansara, søgdu teir sín ámillum, Ivaleyst er hesin maðurin ein myrðari, og hóast hann hevur komist undan sjónum, tó loyvir hevndin honum ikki at liva.
5 Og hann risti djórið av sær í eldin, og merkti einkið mein.
6 Men teir hugdu nær hann skuldi havt hovnað, ella dottið brádliga niður deyður: men eftir at teir høvdu hugt eina góða stund, og sóu einkið mein koma til hansara, broyttu teir sína meining, og søgdu at hann var ein gudur.
7 Í somu umráðum vóru ognir hjá hægsta manni á oynni, hvørs navn var Publius; sum tók ímóti okkum, og hýsti okkum í tríggjar dagar kurteisliga.
8 Og tað bar á, at faðir Publiusar lá sjúkur av hitasótt og blóðgangi: til hvønn Paulus fór inn, og bað, og legði sínar hendur á hann, og grøddi hann.
9 So tá ið hetta var gjørt, komu onnur eisini, sum høvdu sjúkdómar á oynni, og vórðu grødd:
10 Sum eisini heiðraðu okkum við mongum heiðurum; og tá ið vit fóru avstað, løddu tey okkum við slíkum tingum ið vóru neyðug.
11 Og eftir tríggjar mánaðir fóru vit avstað í einum skipi úr Alexandriu, sum hevði vetrað á oynni, hvørs merki var Kastor og Pollux.
12 Og vit løgdu at landi í Sýrakúse, og steðgaðu har í tríggjar dagar.
13 Og haðani tóku vit eina kringferð, og komu til Rhegium: og eftir ein dag blásti sunnanvindurin, og vit komu dagin eftir til Puteóli:
14 Har vit funnu brøður, og vórðu tráaðir at steðga hjá teimum í sjey dagar: og so fóru vit ímóti Róm.
15 Og haðani, tá ið brøðurnir hoyrdu um okkum, komu teir at møta okkum so langt sum til Appii forum, og Kráirnar tríggjar: og tá ið Paulus sá teir, takkaði hann Guði, og tók mót til sín.
16 Og tá ið vit komu til Róm, fekk hundraðsovastin lívvarðarovastanum fangarnar: men Paulusi varð loyvt at búgva fyri seg sjálvan við einum hermanni sum vaktaði hann.
17 Og tað bar á, at aftaná tríggjar dagar kallaði Paulus teir fremstu av Jødunum saman: og tá ið teir vóru komnir saman, segði hann við teir, Menn og brøður, hóast eg einkið havi framt ímóti fólkinum, ella venjunum hjá fedrum várum, tó varð eg latin sum fangi frá Jerusalem í hendur Rómverjanna.
18 Og tá ið teir høvdu rannsakað meg, vildu teir latið meg farið, tí at tað var eingin grund til deyða í mær.
19 Men tá ið Jødarnir talaðu ímóti tí, varð eg noyddur at skjóta málið fyri Cæsar; ikki tað at eg hevði nakað at ákæra mína tjóð fyri.
20 Av hesi grund havi eg tí rópað tykkum, fyri at síggja tykkum, og at tala við tykkum: tí vegna vón Ísraels eri eg bundin við hesi leinkju.
21 Og teir søgdu við hann, Hvørki fingu vit brøv úr Judæu viðvíkjandi tær, eiheldur sýndu ella talaðu nakrir av brøðrunum, sum komu, nakað mein um teg.
22 Men vit tráa at hoyra frá tær hvat tú hugsart: tí at hvat hesi sekt viðvíkur, so vita vit at allastaðni verður hon talað ímóti.
23 Og tá ið teir høvdu ásett honum ein dag, komu mangir til hansara í hansara tilhald; fyri hvørjum hann útlegði og vitnaði kongadømi Guðs, og sannførdi teir viðvíkjandi Jesusi, bæði út frá Móselógini, og út frá prophetunum, frá morgni til kvølds.
24 Og summir trúðu teimum tingunum ið vórðu talað, og summir trúðu ikki.
25 Og tá ið teir samdust ikki sín ámillum, fóru teir avstað, eftir at Paulus hevði talað eitt orð, Væl talaði Halgi Andin við Esaiasi propheti til fedra vára,
26 Sigandi, Far til hetta fólk, og sig, Hoyrandi skulu tit hoyra, og skulu ikki skilja; og síggjandi skulu tit síggja, og ikki fata:
27 Tí hjartað hjá hesum fólki er vorðið dølskt, og teirra oyru eru dul at hoyra, og síni eygu hava tey latið aftur; at ikki tey skuldu síggja við sínum eygum, og hoyra við sínum oyrum, og skilja við sínum hjarta, og verðið umvend, og eg skuldi grøtt tey.
28 Veri tykkum tí kunnugt, at Guðs frelsa er send Heidningunum, og at teir vilja hoyra hana.
29 Og tá ið hann hevði sagt hesi orð, fóru Jødarnir avstað, og høvdu mikið orðaskifti sín ámillum.
30 Og Paulus búði tvey samfull ár í sínum egna leigaða húsi, og tók ímóti øllum ið komu inn til hansara,
31 Og prædikaði kongadømi Guðs, og frálærdi tey tingini sum viðvíkja Harranum Jesusi Christi, við øllum frímóði, so at eingin noktaði honum.