Barnamordarar Darwins


Darwins læra framleiddi barnamordarar so sum Margaret Sanger, Hitler, Quomo, Killery Clinton, Beelzebub OBama, og stemmutjóvin Biden, og tessháttar kommunistiskar bjølgar.

Og so siga summir, at Darwin var trúgvandi alt sítt lív?
Nei. Kanska var hann trúgvandi sum blaðungur, men onkustaðni á leiðini varð hann yvirtikin av djevlinum fult og heilt; so kom ikki og sig mær lygn.

TAÐ ER DARWINS læra, sum hevur leitt allan heimin til at yvirgeva trúnna á skapanarfrásøgn Guðs orðs, og fruktin av hansara læru er, at man fer at síggja eina menniskju sum bert eitt klókt djór, sum man gott kann drepa, og sum man ikki stendur til svars fyri nøkrum fyri. Hetta leiðir eisini til ta láturligu hugsan, at man heldur kyn vera flótandi.

So var Darwin inspireraður av Guði? Var hann eitt Guðs barn? Verður hann í himni?
Nei, nei, nei.

Hvar kemur so ein slík lygn frá, at Darwin í veruleikanum var ein trúgvandi alt sítt lív, men hann varð bara misskiltur?
Frá teimum, sum eru kristnir í teori, men darwinistar í praksis, tí teirra livibreyð avhongur av tí. Høvdu teir ikki annað beinið í darwins læru, so høvdu teir ikki kunnað verið professarar á onkrum heidnum stovni onkustaðni.

Av teirra fruktum skulu tit kenna teir. Eg síggi frukt darwins, at hann var tengdur Satan fult og heilt, ikki ein einasta rótargrein gekk yvir í Christ. Misskiltur var hann als ikki. Vit hava enn hansara bók, sum allir gudloysingar søkja sær myrkan íblástur av lygn úr.

Eg veit so, at Darwin var eitt satans barn, sum í dag steikir í helviti, um so tú ikki veitst tað.

Hvørjir elskaðu Darwin?
— Jú, Westcott og Hort hálovaðu Darwin, teir báðir sum endurlívgaðu alexandriska gnostiska tekstin, og góvu hann út í 1881, og á hvørjum teksti wannabe bíbliur Dahls og Victors báðar standa og ridla. Grundin fyri, at mangur ikki hevur styrki til at standa ímóti lygnum um Darwin og øllum hann sendur fyri er júst hetta, at teir drekka grugg úr somu skitnu keldu.

Tú VEITST, at King James ER Guðs orð, og allíkavæl vilt tú ikki brúka hana.
— Stinkandi hykl!

Onnur tíðindi