Um eting av blóði



Hvat Bíblian lærir um eting av blóði skal skiljast í síni heild, har øll viðkomandi skriftbrot eru avstemmað hvørt ímóti øðrum, og har Guðslæruligu brotini í brøvum Paulusar kasta ljós á Gerningar Ápostlanna og á Móselóg, ikki øvugt.

Okkara føtur standa á Golgata, ikki á Sinai. Lógin er í okkara hjarta, men uppfylt ígjøgnum Guðs Anda og sonnum kærleika í verki. Kærleikin er uppfylling lógarinnar.

Í viðgerðini av hesum spurningi fáa spurningar so sum, “Hvønn varð hetta skrivað til”, og, “Undir hvørjum viðurskiftum varð hetta skrivað”, loksins veruligan týdning. Hvat eg annars vanliga ikki eri tilhangari av, tí tað mangan fløkir annars greið og einføld ting.

Orsaka at eg kom til at brúka eitt heldur grovt orð í umrøðu um ringastu villleiddu villleiðarar í Føroyum í dag, sokallaðu “Jehova vitni”, sum hvørki eru vitnir fyri JEHOVAH GUÐ, eiheldur Christin, bert ein blind villleidd kult, tíverri.


Walter Martin vísir, at adventistarnir eru ein falslærarandi kult:

Onnur tíðindi