Tvær linjur av handritum

Í dag hoyra vit mangan tosað um “eldri” og “meiri álítandi” handrit, men vit hoyra ikki nógv um upprunan til hesi handrit.  Tað er ein væl prógvað sannroynd, at tað finnast einans tvær linjur av bíblium: tann eina úr Antiochiu í Sýriu (kend sum tann Sýriska, ella Byzantiska tekst týpan), og hin kemur úr Alexandriu í Egyptalandi (kend sum tann Egyptiska, ella Hesykniska tekst týpan).  Sýriski teksturin úr Antiochiu er fleirtals teksturin, frá hvørjum okkara elskaða King James 1611 kemur, og tann Egyptiski teksturin er minniluta teksturin, frá hvørjum tær nýggju perversjónirnar koma.  (Gloym Róm og hennara vestara tekst, tí hon fekk síni manuskriptir úr Alexandriu í Egyptalandi.)


Legg til merkis, hvussu ringan vitnisburð Halgi Andin, gjøgnum skriftina, gevur um Egyptaland og Alexandriu:

  1. Egyptaland verður fyrstu ferð nevnt í sambandi við, tá ið Ábraham ikki leit á Egyptar viðvíkjandi ektakonu síni.
    (Genesis 12:10-13)
  2. Ein av teim klárastu prophetisku myndunum uppá Christus í Bíbliuni, varð seldur júst til Egyptalands sum trælur.
    (Genesis 37:36)
  3. Jóseph vildi ikki at bein hansara vórðu eftirlatin í Egyptalandi.
    (Genesis 50:25)
  4. Guð drap allar hinar fyrstuføddu hjá Egyptum.
    (Exodus 12:12)
  5. Guð kallar Egyptaland fyri “Trældómshúsið”.
    (Nummur 4:20)
  6. Guð kallar Egyptaland fyri “Jarnovnin”.
    (Devteronomion 4:20)
  7. Kongar Ísraels fingu noktað av Guði at fáa sær hestar úr Egyptalandi
    (Nummur 17:16)
    So hví kuldu vit leitað hagar eftir eini bíbliu?
  8. Jødarnir fingu noktað at søkja sær hjálp úr Egyptalandi, so hví skuldu vit fingið ófrelstar “egyptar” at týða korrupt Egyptisk manuskriptir fyri okkum?
    (Jeremiah 42:13-19)
  9. Guð ætlar at revsa Egyptaland.
    (Jeremiah 46:25)
  10. Guð kallar Son sín út úr Egyptalandi (Hós. 11:1; Matth. 2:14), eins væl og hann leiddi Ísraelsmenn út úrEgyptalandi at tæna sær í oyðimørkini.
    (Exodus øll)
  11. Egyptaland verður flokkað saman við Sodomu.
    (Opb. 11:8)
  12. Fyrstu ferð Alexandria verður nevnt í Bíbliuni er tað í sambandi við vantrúgvandi fólk, atsókn, og til endans deyða Stephans
    (Gern. Áp. 6:9 & 7:54-60)
  13. Næstu ferð, ið Alexandria verður nevnt, snýr tað seg um ein villfarnan prædikumann, sum mátti verða rættleiddur í Guðslæru síni.
    (Gern. Áp. 18:24-26)
  14. Tvær tær síðstu ferðirnar, ið vit lesa um Alexandriu, er í Gern.  Áp. 27:6 og 28:11.  Her síggja vit, at Paulus varð sigldur til deyða sín í Róm av tveimum skipum úr Alexandriu.
  15. Alexandria var tann næststørsti býurin í Rómverska ríkinum, Róm verandi hin størsti.  Býurin varð grundlagdur í 332 f. Chr. av Alexanderi Mikla (ein mynd uppá anti-christ í Dániel kap. 8).  Staðsettur við Níláar-ósan, var Alexandria staðurin, har viti Pharaos stóð, eitt av “hinum sjey undrum” hins forna heims.  Alexandria hýsti eisini gudspekiskúlanum, sum einaferð varð leiddur av stóra trúvillinginum Adamantiusi Origeni (185-254 e. Chr.), sum var høvuðs drívmegin aftanfyri avskeplingarnar í Alexandriska tekstinum.

SPURNINGUR: Í ljósinum av, hvat Guðs orð sigur um sokallaðan hægri kunnleika og heimspeki (I. Cor, 1:22; Róm 1:22; Gen. 3:5; Col. 2:8; I. Cor. 8:1), hví skuldi nakar veruligur Christin væntað at funnið hitt sanna Guðs orð í Alexandriskum handritum?


Týtt úr bókini “Fighting Back”,
“A handy Reference Guide for King James Bible Believers.”
Eftir James L. Melton.


P. S. Leggið til merkis, at BÁÐAR hinar Føroysku “bíbliurnar” eru týddar eftir Alexandriskum handritum, ikki eftir teirri VERULIGU BÍBLIUNI, henni úr Antiochiu, sum Católska skøkjan hevur ligið eftir og brent í 1700 ár!!