Tað er ein beiskur lutur at vera sannur prophetur, serliga tá ið fólkið er plantað í Freud, og ikki elskar rætt og gott, ella hatar hitt illa, men vil hava alt til ein gráan kumbeia-massa, undir pávanum

Tað er gott at vita, at í øllum førum Harrin skilir beiskleika sonnu propheta sína, og metir hann ikki sum synd.

2

3
Ein annar sannur Guðs prophetur var Ezekiel. Hann kendi til beiska lutin sum tað er at tala sannleikan til eitt fólk, sum fyrr kendi Harran, men nú hevur vent honum bakið:
 14  So andin lyfti meg upp, og
tók meg avstað, og eg fór í beiskleika,
í hita anda míns; men hond
HARRANS var sterk uppiá mær.
( Ezekiel 3:14  FKJ )
 6  Suffa tí, tú menniskjusonur,
við brótingini av tínum lendum;
og við beiskleika suffa frammi
fyri eygum teirra.
 7  Og tað skal verða, tá ið teir
siga við teg, Hvørsvegna suffart
tú? at tú skalt svara, Fyri tíðindini;
av tí at tað kemur : og hvørt
hjarta skal bráðna, og allar hendur
skulu verða máttleysar, og
hvør andi skal ørmaktast, og øll
knø skulu verða veik sum vatn : sí,
tað kemur, og skal verða fingið til
at bera á, sigur Harrin GUÐ.
( Ezekiel 21:6-7  FKJ )
Eftirfylgjandi skriftorðini vísa tað syndiga slagið av beiskleika:
Tí at eg varnist, at tú ert í
galli beiskleikans, og í fjøtri misgerðar.
( Gern. Ap. 8:23  FKJ )
– Satan átti hjartað á Símuni galdrara, hann var bundin av beiskleika og synd, hesum báðum, og tað sigur nakað um náttúruna av tí beiskleikanum, at tað sjálvandi var órættvísur beiskleiki; slíkur beiskleiki kann ikki samanberast við beiskleikan, sum Jeremiah og Ezekiel kendu í síni sál um syndir fólksins.

Freudiska, starblinda nissan hevði sagt, at Pætur ápostul var beiskur av at siga slíkt við nakransumhelst.
Hvørs munnur er fullur av
banning og beiskleika:
( Gern. Ap. 8:23  FKJ )

– Hetta er kjøtligur beiskleiki, ikki at eitt heilagt Guðs barn hevur ilt av og er forbitrað yvir synd og fráfall fólksins.

Latið allan beiskleika, og
vreiði, og firtni, og ólátaskap, og
illa talu, verða koyrd burtur frá
tykkum, saman við øllum illvilja:
( Eph. 4:31  FKJ )
– Hetta er persónligt, manna millum sum heild, og hevur einkið at gera við tá ið ein heilagur gevur 2-3 úlvar í seyðaskinni, sum spilla og villleiða eitt heilt land, upp til Satan til oyðingina av kjøtinum.
Gevandi gætur dúgliga, at
ikki nakar maður lissi Guðs náði;
at ikki nøkur rót av beiskleika,
sprettandi upp, órógvi tykkum,
og harviðˆ mangir verði dálkaðir;
( Hebr. 12:15  FKJ )

– Hetta er aftur á tí persónliga økinum, brøðra millum, ella ímillum okkum trúgvandi og onnur fólk sum heild. Har eiga vit ikki at vera beisk, men altíð at vera skjót og villig til frítt at fyrigeva.

Men hetta merkir tó ikki, at vit síggja ímillum fingrarnar við órættvísi og synd. Nei, tað má man taka hond um við Guðs orði, døma tað, og enntá tveita tey út, sum ikki vilja rætta uppá seg eftir Guðs orði, so sum Guð greitt sigur í I. Corinth 5.


Eg vil elska tað, sum Jesus elskar, og hata tað, sum Jesus hatar.
Hvat, hatar Jesus nakað?
Ja, gerðir Nicolaiitanna.
Og hann rósar teimum, sum hata tær!

Men hetta tú hevurt, at tú
hatart gerðirnar hjá Ni-co-
lai-it´-unum, hvørjar
eg eisini hati
.
( Opb. 2:6  FKJ )

Onnur tíðindi