Tá ið man er giftur, er tað ongantíð rætt at skiljast: uttan mun til fortíð og møguligt kall, ein einaferð hevði

Ert tú vorðin giftur, so er tað títt kall, sum tú ongan rætt hevur at rýma frá.

1
2
3
4
Bíblian sigur beinleiðis, at tað at nokta fólki at giftast er Guðslæra av djevlum (her meinast ikki við uppafturgiftu, men við giftu sum heild)

NÚ, Andin talar týðiliga, at
í hinum seinnu tíðum skulu
summir fara burt frá trúnni, gevandi
gætur eftir tølandi andum,
og Guðs-lærum av djevlum
;
 2  Talandi lygnir í hykli ; havandi
samvitsku sína brennimerkta við
einum heitum jarni ;
 3  Forbjóðandi at giftast, og bjóðandi
at fráhalda frá matum, sum
Guð hevur skapað at verða móttiknar
við takkarveitan av teim
sum trúgva og kenna sannleikan.
 4  Tí hvør ein skapningur Guðs
er góður, og einkið at verða havnað,
um tað verði tikið ímóti við
takkarveitan :
 5  Tí tað verður halgað við Guðs
orði og bøn.
( I. Tim. 4:1-5 FKJ )

At vera ógiftur er ikki fyri tey, sum ikki klára og kunnu tað

Men um tey kunnu ikki halda
sær, lat tey giftast : tí tað er betri at
giftast enn at brenna
.
( I. Cor. 7:9 FKJ )

Paulus hevði rætt til at giftast, um hann vildi

Hava vit ikki mátt at leiða umkring
eina systur, eina ektakonu,
líka so væl sum aðrir apostlar, og
sum brøður Harrans, og Ce´-phas?
( I. Cor. 9:5 FKJ )

máttur = vald til, rætt til

Legg til merkis, at sjálv GRUNDIN fyri, at Guð skapti Evu, var at geva Adami eina hjálp.
Hví skuldi tað so verið rangt hjá honum at havt eina?

18 ¶ Og Harrin Guð segði,
Tað er ikki gott, at maðurin skuldi
verið einsamallur ; eg vil gera honum
eina hjálp – hóskilig til hansara.
( Genesis 2:18 FKJ )

TAÐ ERU 3 RÆTTVÍSAR GRUNDIR FYRI UPPAFTURGIFTU:

1: Deyði
Rom. 7:1-3 FKJ:
VITA tit ikki, brøður, (tí eg tali
til teirra sum kenna lógina,)
hvussu ið lógin hevur harradømi
yvir einum manni so leingi sum
hann livir?
2 Tí konan sum hevur ein ektamann
er bundin við lógini til ektamans
síns so leingi sum hann livir;
men um ektamaðurin veri deyður,
hon er loyst frá lóg ektamans
síns.
3 So at um, meðan ektamaður
hennara livir, hon verði gift við einum
øðrum manni, skal hon verða
kallað ein horinna: men um ektamaður
hennara veri deyður, hon
er frí frá teirri lóg; so at hon er
eingin horinna, tó hon verði gift
við einum øðrum manni.
2: Siðloysi
Matth. 19:9 FKJ:
Og eg sigi tykkum, Hvørsumhelst
ið skal koyra burtur konu
sína, undantikið um tað veri fyri
siðloysi, og skal giftast við eini
aðrari, fremur hordóm: og hvørso
giftist við henni sum er koyrd
burtur, fremur hordóm.
3: Yvirgeving/rýming
I. Cor. 7:14-16 & 27-28 FKJ
14 Tí hin vantrúgvandi ektamaðurin
er halgaður av ektakonuni,
og hin vantrúgvandi ektakonan
er halgað av ektamanninum:
annars vóru børn tykkara órein;
men nú eru tey heilag.
15 Men um hin vantrúgvandi
fari
avstað, lat hann fara avstað.
Ein bróðir ella ein systir er ikki
undir trældómi í slíkum førum:
men Guð hevur kallað okkum til
friðar.
16 Tí hvat veitst tú, O ektakona,
hvørt tú skalt frelsa ektamann
tín? ella hvussu veitst tú,
O maður, hvørt tú skalt frelsa
ektakonu tína?
….
27 Ert tú bundin at ektakonu?
søk ikki at verða loystur. Ert tú
loystur frá ektakonu? søk ikki
ektakonu.
28 Men og um tú gifti teg, tú
hevurt ikki syndað; og um ein
jomfrú gifti seg, hon hevur ikki
syndað. Hóast hetta, slík skulu
hava trongslu í kjøtinum: men eg
spari tykkum.
……………………………………………………………………….………..
“Loystur” tengir vers 27-28 við vers 14-16, og rættvísger uppafturgiftu av honum, ella henni, sum varð rýmdur frá.
………………………………………………..…………………….…………

I. Cor. 7:27 KJB:
Art thou bound unto a wife?
seek not to be loosed.
Art thou loosed from a wife?
seek not a wife.
When a man hath taken a wife, and married her, and it come to pass that she find no favour in his eyes, because he hath found some uncleanness in her: then let him write her a bill of divorcement, and give it in her hand, and send her out of his house.
2 And when she is departed out of his house, she may go and be another man’s wife.
3 And if the latter husband hate her, and write her a bill of divorcement, and giveth it in her hand, and sendeth her out of his house; or if the latter husband die, which took her to be his wife;
Her former husband, which sent her away, may not take her again to be his wife, after that she is defiled; for that is abomination before the Lord: and thou shalt not cause the land to sin, which the Lord thy God giveth thee for an inheritance.

( Deuteronomy 24:1-4 KJB )

Onnur tíðindi