Stjørnurnar eru ikki sum sólin og mánin; tær eru elektrisk ljós. Stødd? Ørfáar kilometrar. 8-9000 km uppi; inni í glar-hválvinum, ella í vøtnunum

Myndirnar, teir hava víst okkum, eru allar falskar; málaðar og photoshopaðar til at passa til teirra darwinistiska modell av lygn, saman við milliónir ditt, og milliardir datt.
Bít nú í sannleikan og føl hvussu væl hann smakkar:

Tær hava ALLAR eina lýsandi miðju, og so ein ring av ljósi um tær.
Er miðjan sjálv stjørnan, ella er uttari ringurin úr føstum evni?
Guð veit.
Eitt kann eg siga tær: Vísindin veit ikki.
Ja, vit hava verðið lærd LYGNIR síðstu 500 ár.
Stjørnurnar eru gjøgnumskygdar.
Tað er mánin eisini. Man sær stjørnur ígjøgnum mánan.
Trúgv Bíbliuni og tínum eygum. Ikki vitinskapinum, – falsliga sokallaðum.
20 O Timotheus, varðveit tað

sum tær er litið til, skýggjandi

vanheilagar og fáfongdar blabbanir,

og mótstøður av vitinskapi

– falsliga sokallaðum:

21 Sum, summir játtandi, eru

farnir skeivir viðvíkjandi trúnni.

Náði veri við tær. A´-men.

(I. Tim. 6: 20-21 KJB)

Myndir, teir vísa okkum av “planetunum” eru ALLAR photoshoppaðar, teknaðar, ella tiknar av modellum.

Meteoritarnir, sum detta á jørðina, eru í veruleikanum stjørnur, tí uttan úr “rúmdini” koma teir so ikki.
So tá ið Skriftin sigur, at stjørnurnar skulu falla til jarðarinnar (Opb. 6:13), so er tað allarhelst, at hválvið til síðst fer at brotna.
Hesin vísindamaðurin fann útav, at ljóðbylgjur í vatni kunnu skapa bjørt ljós, sum bara kunnu lýsast sum lýsandi stjørnur. Jamen eftir Bíbliuni eru stjørnurnar inni í hválvinum, og í hválvinum eru vøtn.
Spola fram til 5:40 ..

Ja, hatta eru stjørnurnar. Elektrisk ljós í einum havi omanfyri hválvið.
Stjørnurnar eru hvørki planetir, eiheldur sólir.
Jørðin er einasta landið, ið finst; og jørðin er ikki eingong ein planet. Jørðin er ein ovurvíður fløtur.
Dett so á gólv og flenn. Ella grát. Tú um tað.
Tú og eg eru vorðin fylt við lygn ígjøgnum alt heimssystemið sum tað er. gudurin hjá hesum heimi er SATAN, og hann er faðir lygnarinnar. So einfalt er tað. Okkara Guð er Guð JE-HO’-VAH, og hann kann ikki lúgva. So einfalt er tað. Hevur tú nakað annað at siga, so vendi eg mær, fræti, og gangi avstað.
Guð teknaði ein flatan KRINGUL (altso, ein sirkul á einum flatum fløti), tá ið hann sniðgav jørðina (sí Esaiah 40:22 FKJ/KJB). Um tað var ein BÓLTUR, sum Guð skapti, so hevði hann sagt tað. Og fyri at undirstrika, at Guð IKKI meinti bóltur, men kringul, so brúkar Guðs orð orðið bóltur bara nakrar fáar kapitlar áðrenn (sí Esaiah 22:18 FKJ/KJB). Og um Jesus, sum er Guð, og sum skapaði jørðina, hevði skapt jørðina sum ein bólt, so hevði hann vitað tað, og so hevði hann havt sagt, at vit skuldu vera hansara vitnir allan vegin runt jørðina, men tað segði hann ikki, hann segði, at vit skuldu vera hansara vitnir alt at ENDUM jarðarinnar. Jørðin hevur ENDAR. Hon ENDAR onkustaðni. Hvar? Jú, uttast á jarðarfløtinum er ein ísveggur, og so ein ísfløtur, sum er ein ringur, har tað verður 100 minus gradir celcius og kaldari, og ferðast man tann ísin heilt á enda, so kemur man til ein glar vegg, sum gongur beint uppeftir, og sum er eitt ovurstórt hválv yvir allari jørðini. Vit eru innilokaði.
Vilt tú síggja prógv, hygg so eftir innsløgunum frá 23. desember 2015 inntil nú.
Vísdómur hesa heims er dárskapur hjá Guði.
Og fyri at siga alt hetta, verða mong fólk svøk.
Sannleikin er, at tað vóru tey í forvegin.
Onnur tíðindi