Kom bispur loksins út úr skápinum í gjárskvøldi, ella er hann bara bangin fyri fult og heilt at spæla av við tað frelsta missiónsfólkið?

Gævi satt, at so var. Men eg ivist.

Sá bisp aftaná D&V í gjárskvøldi.
Tað stutta av tí langa er, at tað EINASTA RÆTTA er at siga, at skrivað stendur, at SOSOMÏ er andstygt og SYND, sum lokar fólk uttanfyri himinin, og at vit skulu ikki eingong loyva siðloysingum pláss í kirkju Guðs, og tí so slett ikki sodomitum, – so har er, frá kirkjunnar vinkli, EINKIÐ at kjakast um. Guðs kirkja er undir Christi, og hon tekur BARA harraboð frá honum, so svarið er blankt NEI. So avgjørdan havi eg ongantíð sæð hann. Langt frá tí. Men í gjárskvøldi var hann av tí frægasta. So er spurningurin, um tað ikki bara var eitt politiskt plott, eins og hjá Constantin, anno domini 311, – fyri ikki at verða noyddur at missa fleiri fólk fyri leyvunnar kjafti (í collosseum), enn longu var mist. Tað rokni eg við. Pípan skal ljóða munandi klárari, áðrenn eg líti á ein mann, sum í áravís hevur verið so hálur “sum bare den”.
Okkurt hevur skelkað hann. Lat okkum vóna, at tað er Guð, og ikki óttin fyri at missa fólk og egna tign.

Onnur tíðindi