John Wycliffe

( Uml. 1328 — 1384 )


Hondskrivaðu Bíbliurnar hjá John Wycliffe, í 1380’unum, vóru tær fyrstu heilu Bíbliurnar á enskum. Wycliffe, ein gudfrøðingur við Oxford Universitetið í Onglandi, týddi úr latínsku Vulgate frá fjórðu øld, við tað at Griksku og Hebraisku tungumálini vóru honum ikki atgongilig.

Wycliffe brúkti mong ár av lívi sínum í at skriva og læra ímóti siðunum og dogmunum hjá Romversku kirkjuni, sum hann sá at vera andstødd hini heilagu skrift. Hóast hann doyði ein vanligan deyða, varð pávastólurin so østur av læru hansara, at 44 ár eftir at Wycliffe var deyður, beyð pávin bein hansara at verða grivin upp, knúst, og stroydd í ánna Swift. Soleiðis vildi hann oyða út minni hans av jørðini, men úrslitið varð júst hitt øvugta. Áin Swift rennur út í aðrar sjey áir, og síðan út á hav, og hetta roydist verða úrslitið, tí Wycliffe kom at hava stóra ávirkan á allan heimin í øldir framyvir.


Hondskrivað Wycliffe Bíblia; (tað eru heilar 150 til av teimum í dag):

John Wycliffe sendi út Lollardar (sínar eftirfylgjarar), við hondskrivaðari Bíbliu í hond, at prædika og syngja skriftina og at deila út eintøk av evangeliunum út gjøgn Ongland. Teir vórðu nógv atsøktir av kirkju anti-christs, sum enn hevur sæti í Róm, og bara hevur skift masku, men hevur sama kolsvarta hjarta, men krógvar seg enn handan sama tjúkka hvíttvaskaða seyðaskinn. John Wycliffe segði ótvítýðugt, at pávin er anti-christ.