JFK var tann síðsti heiðurssami Amerikanski presidenturin: restin hava verið dukkkur (við trimum k). Hvør var okkara síðsti løgmaður?

Amerika er líka við at fara oman somu myrku gøtuna, sum Hitler leiddi Týskland niður eftir mitt í 1930’unum.
Síðsta heyst FORBANNAÐI eg høgt og heilagt føroysk landsstýrisfólk og løgtingsfólk, ja, tað gjørdi eg altso veruliga við teir helvitis hundar sum ræna tey sjúku, fátøku, gomlu og tey veiku í hesum landinum.
Dómurin omanyvir teir eru longu byrjaður.
Má Harrin avdúka allar teirra grellu lygnir, stuldur, hundrað túsunda króna flytingar undir borðið, og knúsa hvønn óreiðiligan høgt standandi pengagrískan, devulstýrdan rev sundur, ja mylja teir allar í støv, og lata teir fúka sum bos fyri vindinum. Mugu allir, sum gera slíkt, koma skramblandi niður, og skríða sum ormar í landinum restina av sínum lívi, hvørt teir búgva í Havn, í Suðuroy, Klaksvík, ja, ella enntá í Runavík. Korruptión skulu vit ikki styðja, tola, ella velja aftur.
Og mugu so tey eyðmjúka eiga hetta landið.
Vælsignað eru tey eyðmjúku:
tí tey skulu arva jørðina.
( St. Matth. 5:5 FKJ )

Onnur tíðindi