Hvussu sigur Guðs orð, at ektamenn skulu vera í hjúnabandinum? Hvør sigur Guð vera teirra uppgáva?


1

2

3

  18  Og verðið ikki druknir við
víni, hvarí er ólátaskapur ; men
verið fyltir við Andanum ;
  19  Talandi til tykkar sjálvs
við psálmum og lov-psálmum og
andaligum songum, syngjandi
og gerandi melodï í hjørtum
tykkara fyri Harranum ;
  20  Veitandi tøkkir altíð fyri allar
lutir til Guðs og Faðirsins í navni
várs Harra Jesu Christs ;
  21  Undirgevandi tykkum sjálvar
hvør fyri øðrum í ótta Guðs.
  22  Ektakonur, undirgevið tykkum
sjálvar yvirfyri tykkara egnu
ektamonnum, sum Harranum.
  23  Tí ektamaðurin er høvur ektakonunnar,
enntá eins og Christus er høvur
kirkjunnar : og hann er frelsari likamsins.
  24  Tessvegna eins og kirkjan er
undirgivin yvirfyri Christi, soleiðis
veri ektakonurnar fyri sínum egnu
ektamonnum í øllum lutum.
  25  Ektamenn, elskið ektakonur
tykkara, enntá eins og Christus
eisini elskaði kirkjuna, og gav seg
sjálvan fyri hana ;
  26  At hann mátti halga og
reinsa hana við tváanini av vatni
við orðinum,
  27  At hann mátti seta hana fram
fyri seg sjálvan ein dýrdsom kirkja,
ei havandi blett, ella rukku, ella
nakran slíkan lut ; men at hon
skuldi vera heilag og uttan lýti.
  28  Soleiðis áttu menn at elska
ektakonur sínar sum síni egnu
likam. Hann ið elskar ektakonu
sína elskar seg sjálvan.
  29  Tí eingin maður nakrantíð
enn hataði sítt egna kjøt ; men
nørir og fjálgar tað, enntá eins og
Harrin kirkjuna :
  30  Tí vit eru limir av likami
hansara, av kjøti hansara, og av
beinum hansara.
  31  Av hesi grund skal maður fara
frá faðir sínum og móður, og skal
verða sameinaður innat ektakonu
síni, og tey tvey skulu vera eitt kjøt.
  32  Hesin er ein mikil loyndardómur :
men eg tali viðvíkjandi
Christi og kirkjuni.
  33  Hóast hetta lat hvønn og ein
av tykkum fyri seg soleiðis elska
ektakonu sína enntá sum seg sjálvan ;
og ektakonan síggi til at hon
virði ektamann sín.
( Eph. 5:18-33  FKJ )

 19  Ektamenn, elskið ektakonur
tykkara, og verið ikki beiskir ímóti
teimum.
 20  Børn, lýðið foreldur tykkara
í øllum lutum : tí hetta er væl
toknandi yvirfyri Harranum.
 21  Fedrar, eggið ikki børn
tykkara til firtnis, at ikki tey verði
mótfallin.
( Col. 3:19-21  FKJ )

Líkaleiðis, tit ektamenn, dvøljist
við teimum samsvarandi við
kunnleika, gevandi ektakonuni
heiður, sum hinum veikara keri,
og sum verandi arvingar saman
til náði lívsins ; at bønir tykkara
verði ikki hindraðar.
( I. Pætur. 3:7  FKJ )

(Kvinnan í Orðtøkunum 31:10-31 er heiður verd. (Sí v. 28 og v. 31.))

Men eg vildi havt tykkum
at vitað, at høvur hvørs mans er
Christus ; og høvur kvinnunnar
er maðurin ; og høvur Christs er
Guð.
( I. Cor. 11:3  FKJ )

 7  Tí maður víst átti ikki at dekkað
høvur sítt, við tað at hann er
mynd og dýrd Guðs : men kvinnan
er dýrd mansins.
 8  Tí maðurin er ikki av kvinnuni ;
men kvinnan av manninum.
 9  Eiheldur varð maðurin skapaður
fyri kvinnuna ; men kvinnan
fyri mannin.
( I. Cor. 11:7-9  FKJ )

Nú, navnið hjá manninum
var Ná´-bal ; og navnið hjá ektakonu
hansara Abigail : og hon
var ein kvinna av góðum skili, og
av eini vakrari ásjón : men maðurin
var ónærisligur og óndur í
gerningum sínum ; og hann var
av húsi Calebs.
( I. Samuel 25:3  FKJ )

Ver ikki tú ein Nábal.

Og tað bar á umleið tíggju
dagar aftaná, at HARRIN sló Ná´-
bal, so at hann doyði.
( I. Samuel 25:38  FKJ )

Onnur tíðindi