Hvør gjørdi klikkaðu likkuna trúgva? Hvør spilti teg?

Kona eftir konu rýmir frá sínum ektamanni, sum hon gjørdi sáttmála við høgt og heilagt at elska og æra inntil deyðin skildi.

Fyri tvey skeiv orð.
Eisini rýmir einkultur drumbsligur lortenda maður.

Men enn er klikkaða likkan trúgv.
Tær hava bert ein maka alt lívið, er mær sagt.
Avmyndaða avgamla klikkan kemur enn til hetta húsið, sum eg leigi: seks ár eftir at hennara eigarar fluttu út á ellisheimið, og so vórðu av einglunum borin heim til Harran.
Hon kemur enn inn á stovugólvið at eta, um altanhurðin er opin.
Eitt kvøldið, eg stóð úti á altanini, kom hon og setti seg ein metur frá mær á rekkverkinum. Stóð bara og hugdi í einar tveir minuttir órædd.
Klikkaða likkan hevur eitt hjarta so fast, trúfast, – altso, hvat gjørdi tú við títt?
Er endatíðar menniskjan verri enn dýrini?
Hetta viti eisini, at í hinum
síðstu døgum skulu
koma váðasamar tíðir.
2 Tí at menn skulu vera elskarar
síns egna sjálvs, ágirndarsamir,
reyparar, hugmóðigir, Guðsspottarar,
óhoyriligir móti foreldrum,
ótakksamir, vanheilagir,
3 Uttan náttúrligan alsk, sáttmála-
brótarar, falskir ákærarar,
ósærstýrligir, harðligir, vanvirðarar
av teimum ið eru góðir,
4 Svíkjarar, framlopnir, uppblásnir,
elskarar av njótingum
meiri enn elskarar av Guði;
5 Havandi ein form av gudiligleika,
men avnoktandi kraftina av
honum : frá slíkum vend burtur.
( II. Tim. 3:1-5 FKJ )
Vend um,
tín kavheidni endatíðar skræpugjølvinga sáttmálabrótandi lortendakloddi.
Klikkan er klók : tú ert klikkað;
– púra gagg gagg!
Klikkaða likkan dugir at siga, hvat tú ert:
Hon sigur: GAGG GAGG GAGG,
.. áðrenn hon sær vendir og skvøttir.
.. og hon lýsir títt kvavrotna hjarta best tá ið hon skvøttir.
Spýggjandi vaml!
Forkelað, sjálvsøkið skræpuhjartalort!
Andskræmiligir skræpugjølvingar, andliga sæð!
Høggormaavkom;
.. og so kallar tað seg kristið.

Forgandað pakk!
Verri enn dýr!




P.S.
Um tú ert ikki spiltur, so fer hesin skvøttur tær forbí.
GUÐ VÆLSIGNI TEY ØLL HINI TIL AT SÓPA ALLAN HJARTA-LORTIN ÚT.

Onnur tíðindi