Frælsi heimurin stendur ikki á herðunum á Voltaire, men á herðunum á Wycliffe

John Wycliffe segði í 1384 um Bíbliutýðing sína: Henda Bíblia er til eina stjórn sum er av fólkinum, við fólkinum, og fyri fólkið.

Hugsa tær: Grundleggjararnir av Americu bygdu sína frælsisjáttan í síni grundlóg á orðini hjá morgunstjørnu trúbótarinnar, John Wycliffe, sum hann skrivaði fýra aldir frammanundan.

Wycliffe stóð á herðum Christs, og um Christ er ritað í Esaiah 9:6: Tí at barn er okkum føtt, sonur er okkum givin: og stjórnardømið skal vera uppiá øksl hans: og hansara navn skal vera kallað Undurfullur, Ráðgevi, Hin mektigi Guð, Ævigtvarandi Faðirin, Friðar Prinsurin.

Eitthvørt stýri, sum yvirhøvur líkist rættvísi, stendur sostatt á herðum Christs, og ein dag skal hann stjórna um verøld víða; eins og skrivað stendur: Og hin sjeyndi eingilin ljóðaði; og tað vóru miklar røddir í himni, sigandi, Kongadømini av hesum heimi eru vorðin kongadømini hjá Harra várum, og hjá Christi hansara; og hann skal ríkja um ævir og ævir. (Opb. 11:15).

Leggjum alla vára trá og vón um rættvísa stjórn við føtur Jesu Christs.
Og minst til: hansara lóg er hans orð.

Onnur tíðindi