Harrans borð er IKKI eitt offur: Tað er ein endurminning um Harrans offur, og er bert fyri tey sum eru hansara við trúgv, og tað frelsir ikki

Richard Bennett og Michael Desemlian tosa um Católsku falslæruna sum sigur, at breyðið broytist til Jesu fysiska likam og vínið til Jesu fysiska blóð. Ein og hvør protestantur hevur brúk fyri at hyggja eftir hesum og fáa fulla greiðu á sannleikanum um hetta einaferð fyri allar. Hesir báðir siga sannleikan væl og greidliga.

Tað er kanska ikki “spennandi” at hoyra tveir gamlar menn sita og lesa, men sera neyðugt er tað tó.

Innslagið verður tilognað øllum lutheranarum í Føroyum, sum allir hanga í tunnum tráði í hesum døgum, tí villleiðandi andar dynja og díkja yvir fólkið sum ongantíð fyrr. At ganga og tiga í tvey samdøgur á onkrum hoteli dugir ikki; prestarnir áttu heldur at lurtað eftir hesum einar tíggju ferðir á stórskíggja, við klistri fyri munn. Og teir burdu bjóðið Símun Jacobsen (x2) við eisini, tí pinsarnir í dag eru líka knokkforvirraðir, um ikki verri.

Onnur tíðindi