Guð hevur stórgjørt sítt orð uppum alt sítt navn (Psálmur 138:2), (og so spotta tey, at eg geri ov nógv burturúr Bókini, at hvørt orð skal vera rætt. Altso, hvønn anda hava tey?)

Tað er avgjørt ikki av Guðs Anda, at fólk verja Alexandriskar perVersjónir av Guðs orði, og vilja ikki hoyra talan um, at tað skal finnast ein Bíblia, sum er UTTAN FEIL, FULLKOMILIGA FULLKOMIN. Tað er hvørki meira ella minni enn Guðsspott.
At siga, at Guð hevur EINA fullkomna Bíbliu, sum er King James, er ærandi fyri Guð. Og so ER hon eisini fullkomin. Tað er ikki ein tómur pástandur. At fólk ikki tola tað, tað avdúkar teirra egnu vantrúgv og vankunnu.
Guðs orð, King James Bíbliuna, vil eg verja mest av øllum.
Onnur tíðindi