Ein heilsan, send Bergi Debes Joensyni, sum sat í Lindini og smigraði fyri yoga light, (at anda trupulleikarnar út og guds anda inn); sum jú er dundrandi hinduisma!!

Teldupostur, sendur Bergi, tann 22. november 2013:

Hey, Bergur.

Eg má skriva tær ørfáar reglur um “emergent church” villleiðingina.
Tað gongur í dag fyri seg ein sera sniðfundig katólsk økumenisk villleiðing, sum vil føra kirkjur burtur frá evangeliiboðanini til mystisismu. Tey blanda hinduismu saman við Christindóm, og tað førir ikki til himmals. Hetta leiðir ikki fólk til hin sanna Jesus Christ, men ein annan Jesus, ein falskan. Tey brúka ikonir og roykilsi, og seta seg at fokusera og anda djúpt. Tey duga at marknaðarføra hetta við røttum navni, so tey kalla hetta bara “orðleysa bøn”. Tey kalla hetta bøn, men hatta er yoga light, einkið annað, og fær fólk á glið út í yoga, sum jú er hinduistisk heltøka. Eg má bróðurliga ávara ímóti hesum, tí eg veit, at tú hevur verið sera evangeliskur. Góði halt áfram at vera evangeliskur, og boða lóg og náði; at fólk má trúgva í hjartanum á, at Guð vakti Jesus Christ upp frá hinum deyðu, og at tey mugu játta við munninum Harran Jesus Christ til frelsu; tí tað finnast jú ikki tvey sløg av frelsu.

Harrin signi teg, bróður.

Bróðurliga, í Christi Jesusi,
Sjúrður Højgaard.
Niðurstøða:
At standa fram í Guðs navni og geva í skyn, at Guð kann finnast í eysturlendskum trúarbrøgdum, uttanum boðan av og trúgv á Jesu Christi krossarverk og persónliga umvending til hansara, er at gera seg sjálvan til ein svikaprophet.
P.S.
Falslærarar verða hiðanífrá ikki spardir, men fáa ein teldupost sendandi um sína falslæru, við rættleiðing úr Guðs orði, og verða nevndir við navni á kjv.fo
Her verður einkið gjørt í loyndum, men sannleikin verður kunngjørdur opinlýsligani.
Jesus svaraði honum, Eg
talaði opinlýsliga fyri heiminum;
eg alsamt lærdi í synagogunum,
og í templinum, hvagar Jødarnir
altíð leita; og í loyndum havi eg
einkið sagt.
( Jóh. 18:20  FKJ )


Men til fánýtis tilbiðja tey
meg, frálærandi fyri Guðslærur
boðini av monnum.
( Matthæus 15:9  FKJ )
P.P.S.
Eg skrivaði guds anda (og ikki Guðs Anda) við vilja í yvirskriftini, tí í øllum formum av yoga andar man Satans anda inn, als yvirhøvur slettikki Guðs.
Onnur tíðindi