Cyprian og Gregorius frá Nazianzus endurgeva I. Jóh. 5:7 sum skrift eina heila øld áðrenn Vaticanus, Alexandrinus, og Sinaiticus vórðu skrivað

1
2
3

4
5

Grundin fyri, at Alexandrinus, Sinaiticus, og Vaticanus eru tey elstu, heilu handrini, vit hava í dag av N.T., er eina okk aleina tann, at tey vóru korrupt og vórðu ongantíð brúkt av kirkjuni. Tey vórðu goymd á onkrari hill í 1700 ár, inntil Satan fann sær Westcott & Hort til at støva tey av fyri seg, og geva fráfalnu, starblindu, endatíðar kirkjuni tey. Tey vórðu skrivað á vellum t.e. djóraskinn, og tí hava tey ikki slitist upp. Tey sonnu Christnu skrivaðu síni handrit á papyrus, sum er at líkna við avís-pappír, og sum sleitst upp eftir stuttari tíð við nógvum brúki. Men tey sonnu, frelstu Christnu hava skrivað tey reinu handrini av orð-fyri-orð, uttan at broyta nakað, tað kanst tú líka stóla uppá!

Eg dríti á Alexandrinus, Sinaiticus, og Vaticanus sum Satans luxus, vellum WC pappír, og líti fult og fast á, at Guð hevur varðveitt síni orð í reinum kopium, ikki bara í Byzantium, men eisini millum Waldensararnar, í gomlu Itala Bíbliuni, í Sýrisku Pisjita Bíbliuni, í Gothisku Bíbliuni eftir Ulfilas frá um ár 300, í Slaviskum Bíblium, í Georgiskum Bíblium, og í tí gomlu Latínsku Bíbliuni frá um ár 150. Størsta fleirtalið av hesum hava Comma Johannum í, allar øldirnar uppeftir inntiltil dagin í dag.

Tað, at mong handrit hjá Greksk Orthodoxu kirkjuni mangla Comma Johannum hevur eina logiska frágreiðing: Constantin setti ein Ariskan biskop í Constantinopel, og teir sótu við valdið har í rúma øld, og teir vóru fíggindar av tríeindini og Jesu Christi guddómleika; tí hava teir sáað lygnir um Comma Johannum, at tað skal hava verið óekta, og varð tí útilatið í handritunum, sum vórðu skrivað í triðju / fjórðu øld. Men so síggja vit aftur handrit við Comma Johannum í marguni. Hví? Tí at menn hava skrivað tað har, tí at nú var tað vorðið ljóst, at tað er ein partur av hini heilagu skrift. Gregorius vardi Guðs orð ímóti Ariarunum, og rættaði upp aftur Bíbliuna og harvið ta sonnu Guðslæruna.
Takk, Guð, fyri Gregorius.

Hvørjumegin stendur tú?
Saman við Ariarunum, gnostikarunum, alexandrianarunum (James White & Co), ella saman við hini heilagu skrift, Gregoriusi, Heilaga Andanum og mær?
(Ja, hatta tori eg at skriva, tí eg veit altso hvørjumegin eg standi!)

Hetta er tikið úr grein hjá Will Kinney (síggja alla greinina >)

The treatices of Cyprian
Ante-Nicene vol. 5 page 423.
The Lord says: ”I and the Father are one;” “(4) and again IT IS WRITTEN OF THE FATHER, AND OF THE SON, AND OF THE HOLY SPIRIT, “AND THESE THREE ARE ONE.”(5).

The Cyprian quote is simply irrefutable. Cyprian did cite 1 John 5:7, contrary to James White and Dan Wallace’s argument to the contrary.

Here is just a partial list of those who contended for the authenticity of this verse
Cyprian – 250 AD, Athanasius 350 A.D., Priscillian -385 AD, Jerome 420 AD, Fulgentius (late 5th century), Cassiodorus, Isidore of Seville, Jaqub of Edessa, Thomas Aquinas, John Wycliffe, Desiderus Erasmus, Stephanus, Lopez de Zuniga, John Calvin, Theodore Beza, Cipriano de Valera, John Owen, Francis Turretin, John Wesley, John Gill, Matthew Henry, Andrew Fuller
, Thomas F. Middleton, Luis Gaussen, Frederick Nolan, Robert L. Dabney, Thomas Strouse, Floyd Jones, Peter Ruckman, George Ricker Berry, Edward F. Hills, David Otis Fuller, Thomas Holland, Michael Maynard and Donald A. Waite.