Búmerki Føroysku King James er nú vorðið reinteknað til prentingina av allari Hini Heilagu Bíbliu: FØROYSKU KING JAMES


Um búmerki Føroysku King James Bíbliunnar

Búmerkið inniheldur eitt Føroyskt flagg, sum eisini er ein skjøldur, og eina krúnu. Uttasta linjan av flagginum er eisini eitt skjaldarmerki, og er hetta skjaldarmerki teknað við fyrimynd eftir merkjum, sum eru á stólunum í The Jerusalem Chamber í Westminster Abbey, har ein av teimum seks flokkunum av týðarum sat og týddi King James Bíbliuna frá 1604 til 1611.
Inni í krúnuni standa stavirnir FKJ, og niðanfyri tað standa sjey steinar. Hesir sjey steinar eru Guðs sjey ferðir skírgaða orð, sum vit lesa um í Psálmi 12:6-7 FKJ. Teir fimm tindarnir á krúnuni merkja tær fimm ymsu krúnurnar, sum Guð gevur tænarum sínum í løn við dómstól Christs (Róm 14:10 FKJ), sum finnast í Nýggja Testamenti.
Teir sjey steinarnir eru eisini Guðs heilaga fólk, sum eru lívligir steinar, halgaði og reinsaði við Jesu blóði; og teirra fragd, gleði og krúna er Guðs orð, sum tey øll somul elska og virða og hava gyrt um lendarnar av sínum sinni til allar tíðir.
Á flagginum eru 21 (3 ferðir 7) bjøllur og granateplir. Hetta er tikið frá tí, sum vit lesa var niðast á klæðunum hjá høvuðsprestinum í Gamla Testamenti, har hann hevði eina bjøllu og eitt granatepli síð um síð allan vegin runt niðast á klæðum sínum. At hesi eru sett sikk sakk minnir á, at annað er bjølla, hitt er granatepli. Um ofrið, sum høvuðspresturin bar inn í tað allar heilagasta plássið ikki var góðtakiligt fyri Guði, so doyði høvuðspresturin. Sostatt minna hesi á heilagleika Guðs orðs, at tað er fullkomið, at tað er heilagt, og skal latast vera hvørki meira ella minni enn akkurát tað. Ja, heilagt er hvat orð Guðs várs er.
Á skjaldarmerkinum eru seks oddar. Seks er tal mansins, og umboðar skjaldarmerkið sostatt Føroyar og Føroya fólk, sum Guðs alhalga orð er komið til, frá krúnuni við teimum sjey steinunum, til tær 21 bjøllurnar og granateplini, síðan út til fólksins. Guðs sjey ferðir skírgaða orð er vorðið givið fólkinum, hvørs tal er seks.
Skjøldurin umboðar eisini trúgv okkara, sum skrivað stendur um skjøldur trúarinnar í Ephesarunum kapitul 6, vers 16.
At stavirnir á krúnuni eru tríggir, minnir á, at Guð er tríggir persónar, men tó eittans ein Guð.
Í merkinum er sjálvandi krossurin, har okkara dýrabæri Harri og Frelsari, Jesus Christus, vann okkum æviga loysn, varð ofraður einaferð fyri allar fyri okkara syndir, og blóð hansara borið upp inn í himin, inn um forhangið í himni, og úthelt á náðistólin frammi fyri Guði Faðirinum. Bjøllurnar og granateplini, sum eru á tí reyða partinum av flagginum, eru sostatt eisini eins og blóðsdropar várs dýrabæra Harra og Frelsara, deililigir við sjey, tali fullkominleikans: tað er, fullkomna offur Jesu Christs.
Blóðsdropar Jesu Christs á Føroyska flagginum er mynd um har hansara blóð sleppur framat at tváa og endurføða eina sál. Hetta hendir gjøgnum trúgv á hansara orð, sum boðar okkum hesi ting og ger okkum vís framat frelsu.
Tann reyði parturin av flagginum er teknaður við ørtunnum strikum, sum hava slíka tjykd, at tá ið búmerkið er í minstu stødd sum tað verður prentað í, tá eru hesar strikur 0,1 punkt til tjúkdar. Henda tjúkd er minsta tjúkd, sum prent-maskinur klára at prenta. Hesin stílur tekur støði í skurð-myndum og rist-myndum, sum vóru vanligar í miðøld, sum eisini síggjast á myndini, sum er vorðin brúkt til fyrstu síðu av Nýggja Testamenti í hesi útgávu.
Krúnan minnir á, at málevnið er kongligt: hetta er Kongsins Bók: Heilaga orð hins mikla Kongs.
Teir sjey steinarnir minna á Jesus Christ: hin fullkomna steinin, sum er útvaldur og dýrabærur, men vrakaður av byggjarunum (Jødarnir, sum hann kom til). Steinarnir minna sostatt bæði á Guðs skrivaða orð, sum er sjey ferðir skírgað, og eisini á Jesus Christ, Guðs heilaga, syndafría, fullkomna, góðtakiliga Lamb.
Teir fimm tindarnir uppeftir, bæði í krúnuni og í flagginum, eru Guðs náði, (talið fimm merkir náði), sum er einasti vegur mansins upp til himins: at maður tekur ímóti náði Guðs, veitt okkum við blóði Jesu Christs. Tey av Føroya fólki, sum vraka náði Guðs í Jesusi Christi, hava bara ein píl eftir til sín: tað er tann niðasti, sum peikar niðureftir; til helvitis ævigu flammur, syrgiliga men satt.
Ja: Guðs orð sendir summi uppeftir, onnur niðureftir.
Búmerkið verður bara brúkt svart hvítt. Tað er gamalt og tíðarleyst og nýtist ikki at poppast upp: tað er støðugt og óbroytiligt, júst sum Guðs orð sjálvt er: Guðs orð, tað er King James Bíblian; gloym alt um ævintýrafrásagnir um “uppruna handrit”, sum hava verið støv í minst síðstu 17 øldir, og gloym harafturat alt um Alexandrisk handrit frá bispi og Victor: tey eru øll korrupt, og allar týðingar av teimum kunnu tí ikki vera annað enn korruptar. (Ivast tú í hesum, lurta so eftir hesum her> og fá mikið besver, og kom síðani til viðurkenningina av sannleikanum).
Guðs orð er og verður King James Bíblian: King James Bíblian er og verður Guðs orð: nú eisini á hini Føroysku tungu.
Ja, Guð tosar nú ikki bara Jacobæiskt Enskt: hann tosar nú eisini Føroyskt: tí at er Enska King James Guðs orð, hvat hon so sanniliga er, so er Føroyska King James eisini Guðs orð: tí at hon er fullkomiliga líka, hvørki meir ella minni, so einfalt er tað!
(Hebraiskt og Grikskt varð Guð liðugur við í 1611. Men vantrúgvandi Laodicæanarar skavast enn í Egyptiskum sandi, fjart firraðir frá viti og forstandi).
Tí at Egyptarnir skulu hjálpa til
fánýtis, og til einkið endamál:
tí havi eg rópt viðvíkjandi
hesum, Teirra styrki
er at sita stillir.
( Esaiah 30:7 FKJ )
(Ein slíkur vitleysur Egypti er Dr. James White í hesi øld; men annars umfatar alt hetta alla mainstream “bíbliu” týðing eftir 1881, men byrjandi við Origen í aðru øld, fram til Griesbach í 18 øld, víðari til Westcott og Hort í 19 øld, víðari til hægri týskan greytheysa tekst-kritikk í 20 øld; báðar hinar Føroysku “bíbliurnar” so dyggiliga ein frukt av teirri grønslímutu suppuni.)

Vit stilla okkum á reformatiónsklett saman við Tyndale, Luther og King James: og lata alt annað danda.
So eg siti stillur og sterkur við Guðs orði; og lurti eftir ongum uttan tí; ja, einkið minni enn King James einans.
Guði nýtist ongan “prest” at mølma fyri seg: fólkið dugir jú alt sjálvt at lesa Guðs orð, og kann akta tað í tí dagliga, bróta bollan og blanda sær Ribena í eitt skirvisligt bikar, og frøast um Golgatha verkið: mong ella fá.
Ja, Guðs orð er King James: nú eisini á Føroyskum.
King James Bíblian er ein heilt onnur Bók: tí hon er Guðs Bíbil, – ikki fanans.
Guðs Bíbil er: Ben Chayyim Mazoretiska Gamla Testamenti Bombergs frá 1550;
Textus Receptus Nýggja Testamenti Theodore Bezas frá 1598:
– alt samalt fínpussað og fínstillað í King James Bíbliuni, A.V. 1611: Guðs mussur frá himni.
(Djevulsins Alexandria ikki eingong tikið uppá ráð, – hvørki tá ella nú.)
Hini heilagu klæðir Aarons høvuðsprests
Títt orð er sera skírt:
tí elskar tín tænari tað.
( Psálmur 119:140 FKJ )

 

Vilt tú síggja The Jerusalem Chamber?
Spola fram til 57:30:

Onnur tíðindi