Breyðbitar í mola-form


1)
Aldur tekur upprunaliga hvørsfallið: tvey ára gamalur: tí eisini eins árs til aldurs osv.

2)
Asnarfyl (fyl hjá einari asnarmammu), ikki asnafyl (sum hevði verið fylið hjá fleiri asnarmammum, sum Skaparin jú hevur gjørt ógjørligt)

3)
Dvaldist og búði, sum tað situr best, ikki bara annað altíð

4)
Fjalls og fjallsins, ikki fjals og fjalsins og annað tessháttar fjas (sama hvat hvør sigur hvar)

5)
From thence (viðvíkur staði) = haðani (viðvíkur staði); ikki haðani frá, sum jú líkist alt ov nógv haðanífrá (sum viðvíkur tíð, og hevði svarað til henceforth), sjálvt um tað enska strangt tikið sigur “haðani frá”. Týdningurin má jú vera tann sami.

6)
Betwixt (sum heild ímillum ein part … og fleiri partar) = ámilli (ísl), ámillum (eins parts … og mangra parta ámillum. (ímillum er bert ímillum tveir einstakar partar). Millum (among) er millum mangra einstakra parta javnbjóðis. Ja, gomul mál eru fjøltónaði. Í FKJ fært tú óskúmaða mjólk beint úr stampinum.

7)
Synir sínar tvá (hvønnfall); synir sínir tveir (hvørfall). (Hetta brúkar man viðhvørt, serliga til tign og til rím.)

8)
Til hvørjar? Jú, til hennara. (kvenkyn, hvørsfall, eintal)
Til hvørja? Jú, til teirra. (kvenkyn og kallkyn, hvørsfall, fleirtal)
(kallkyn er til hvørs; so har er eingin ivi)

Onnur tíðindi