Band fullkominleikans

Band fullkominleikans er á sjeynda stigi uppfrá og framum beinharða gerningsrættvísi, og er tað sum Jesus meinti við tá ið hann segði, at um okkara rættvísi ikki gongur framum hana hjá Pharisæarunum, so koma vit als ikki inn í kongadømi himins.

At gera rætt, ger teg ikki fullkomnan; nei, til tess mást tú verða endurføddur, og gera rættlátligani útfrá røttum motivi. Tann endurføddi er fullkomin í Christi, og tá ið hann gongur í Andanum, ikki í kjøtinum, tá heldur hann lógina útfrá kærleika til Guðs og næstan. Tá er hann fullkomin, bæði av navni og gavni, av ráði og dáði.

Onnur tíðindi